Sunday, March 17, 2013

Verður tað Sambandsflokkurin sum fær skil á mentanina?

Sambandsflokkurin hevur havt landsfund hetta vikuskiftið, og í gjár var ein fundarsamtykt løgd út á heimasíðu floksins. Í hesari fundarsamtyktini er eitt brot um mentan, sum í grundini kemur óvart á, tí har stendur:

“Mentan: Sambandsflokkurin ynskir at styrkja mentanararvin fyri at varðveita tað virðismikla í føroyskari mentan og samleika. Harafturat ynskir flokkurin at menna listina við at skapa góðar karmar fyri mentafólk og harvið geva møguleikar fyri nýskapandi mentan og list í Føroyum. Sett verður á stovn eitt lista- og mentanarráð, hvørs endamál er at tryggja fakliga ráðgeving og betri samskipan av nýtsluni av játtanum.”


Fundursamtykt

Fyrsti setningurin er sjálvandi ikki óvæntaður, at sambandsflokkurin ynskir at styrkja mentanararvin er ein partur av flokssamleikanum, og hesum hevur landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, greidliga arbeitt fyri seinastu tíðina
 


Næsta setning hava vit eisini sæð áður:
 
Men tað síðsta við, at “Sett verður á stovn eitt lista- og mentanarráð, hvørs endamál er at tryggja fakliga ráðgeving og betri samskipan av nýtsluni av játtanum.”, tað er áhugavert. Hetta er ikki nakað nýtt hugskot, fleiri flokkar hava verið frammi við tankanum, men tað er nýtt, at ein samgonguflokkur er áhugaður í at fara hesa - fyri meg at síggja - púra beinu leiðina. 

Listin og mentanin er eitt ófatiliga útsett øki, sum hevur verið ov illa viðfarið í mong ár. Tað, at mann vil hava eitt fakligt, professionelt ráð til at taka sær av áhugum hjá listini og gagnnýta potentialið er eitt risafet fram. 

At Bjørn Kalsø er ein útskeldaður landsstýrismaður eru góðar grundir til. Amputeringin av Mentanargrunni Landsins var eitt álop mótvegis listini sum ikki má undirmetast. Men gera hann og hansara floksfelagar álvara av hugskotinum um at seta á stovn eitt lista- og mentanarráð, verða tey kanska kend fyri nakað annað í søgubókunum. Sum flokkurin, ið byrjaði at síggja týdningin og møguleikarnar í listini. Hvør veit. Kanska verður tað Samandsflokkurin sum fær skil á mentanina.

(IS)