Aftaná, at eg
leygardagin skrivaði ein lítlan blogg um mínar hugsanir í sambandi við
nevndararbeiðið í Mentarnargrunni Landsins, fekk eg nakrar reaktiónir, sum eg
ætli at svara. Sum eg skrivaði í fyrsta blogginum, ætli eg mær ikki at svara
nøkrum av persónligu áheitanunum beinleiðis, men í staðin diskutera
spurningarnar opið her á blogginum.
Orsøkin til, at eg havi valt ikki at svara nøkrum persónliga er, at eg haldi tað vera umráðandi at minka um eina og hvørja ábending um kammeratarí og at eg haldi, at tað sum heild er umráðandi fyri tilverugrundarlag mentanargrunnsins, at eingin mistanki yvirhøvur er um nepotismu. Tí sigi eg ikki nakað við nakran, sum eg ikki fái sagt við øll. Men hugskotið við hesum opinleikanum er sjálvandi eisini, at eg haldi, at fólk hava krav uppá at vita hvussu fáu pengarnir hjá listini verða skipaðir og eg vóni, at opinleiki kann føra til eina betri fatan av hvussu týdningarmiklir hesir pengar eru fyri samfelagið. Tí tað eru teir, teir eru ein týdningarmikil íløga í samfelagið hjá okkum øllum.
Ein av
reaktiónunum snúði seg um nakað, sum eg støðugt rógvi aftur á, nevniliga
inntøkuregulering av starvslønum. So hon er lætt at svara. Eg gangi av fullum
hjarta inn fyri, at ein mótrokning verður framd, um listafólk sum fáa
starvsløn, vísa seg at hava eina munarverda inntøku við síðuna av. Eg haldi, at
vit skulu áseta eina árliga upphædd, t.d. 240.000 krónur og avgera, at
starvslønir fata um ta upphæddina, so at listafólkum er tryggjað ein stabil
ársinntøka. Um listafólkið forvinnur meira enn hetta, verður peningurin
afturgoldin grunninum og kan har nýtast til at styrkja listina á annan hátt -
ideelt til, at meira kann investerast í sama listafólk árið eftir. Sjálvt um
hetta kann ljóða sum smáligt, haldi eg ikki, at tað er so. Pengarnir høvdu
strekt til meira, listafólk kundu fingið starvsløn í drúgvari tíðarskeið og
skipanin kundi verið frí frá ákærum um misnýtslu av almennum miðlum. Tað er
sera umráðandi, at einki graml hoyrist um, at listafólk brúka starvslønir sum
lekkurt lønarískoyti, tað skal vera ein inntøkutrygd og eg haldi, at tað er
uppgávan hjá grunninum at arbeiða fyri, at listafólkini fáa fólksliga
undirtøku. Vit flyta listini fólksins pening, vit skulu hava hendan pening at
strekkja sum best og vit skulu bakka listafólkini upp og syrgja fyri, at tey
ikki verða útsett fyri illtonkum. Tað skulu politikararnir eisini og tað er
vert ein tanka, at hetta ikki verður gjørt, at politikarar hava valt ikki at
gera tað - illgrunin um at teir hava valt ikki at inntøkuregulera, tí teir í
grundini eru áhugaðir í almennari mótstøðu móti listastuðlinum - er heilt vist
til staðar.
Ein onnur reaktión snúði seg um hvørt starvslønir einans skulu latast listafólkum, sum koma við ætlanum um ítøkiligar verkætlanir. Og soleiðis er tað í grundini nú, nógv tær flestu starvslønirnar verða latnar ítøkiligum verkætlanum, sum kunnu dokumenterast. Argumentið skuldi vera, at um vit við bert at lata ítøkiligum verkætlanum pening, so hava lættari við at boða frá alment hvat peningurin er latin til. Tað haldi eg er ein fín grundgeving, tí eg haldi tað vera sera umráðandi, at meira verður samskift við almenningin sum liður í tí stóra arbeiðnum at styrkja listina. Men hóast hetta gangi eg ikki inn fyri, at at vit bara stuðla ítøkiligum verkætlanum, tí eg veit, at nógv listafólk als ikki arbeiða á handan hátt. Til dømis innan myndlistina, sum jú er mítt øki, veit eg, at nógv listafólk ikki arbeiða beinleiðis fram móti nøkrum ávísum, men kanska arbeiða fleiri ár í atelierinum og so brádliga halda, at nú hava tey tilfar til eina framsýning. Tað er av stórum týdningi, at vit duga at favna tey ymisku listasløgini og teir einstøku arbeiðshættirnir og ymiska tørvin og at vit við nærlagni og serkunnleika megna at lofta øllum.
Men eg havi persónliga ikki nógv skil fyri tónleiki til dømis og als ikki skil fyri dansi og Mentanargrunnurin hevur í síni heild ikki faklig umboð innan øll listasløg. Tí mugu vit arbeiða fyri at nema okkum vitan og eg kundi í hesum sambandi ynskt, at nøkur av feløgunum, – Rithøvundufelagið, Leikarafelag Føroya ella okkurt av hinum feløgunum kundu tikið lut í hesum arbeiði á ein ella annan hátt. Tað hevði verið gott, um vit kundu fingið ráð á henda hátt. Subjektivitetur og vantandi vitan fer altíð at hava ein leiklut, tað er eisini av hesi orsøk, at nevndi n í grunninum verður skift út fjórða hvørt ár, men hetta skal hava so lítlan leiklut sum møguligt.
Ein triðja
reaktión snúði seg um argumentatiónina fyri starvslønum. Fleiri listafólk føla,
at tey svar, sum tey fáa – serliga tey noktandi – eru ófullfíggjað og halda, at
ein almenn próvførsla átti at verið til taks í mun til hvat starvslønir verða
latnar til. Tað haldi eg eisini, eg haldi, at grunnurin kundi almannakunngjørt
eina fakliga próvførslu fyri tær stóru starvslønirnar og at vit kundu
almannakunngjørt nakrar víðfevndar hugleiðingar um tær smærru starvslønirnar.
Eg haldi eisini, at vit kundu hugt uppá um sýtandi svarbrøvini kundu verið eitt
sindur gjøllari orðað, men hetta er sjálvandi ein spurningur um ressoursur.
Fleiri halda, at vit skulu krevja av listafólkunum, at tey alment skulu
argumentera fyri teirra rætti til pengar við at fáa til vegar eina almenna
rapport um hvat tey hava fingið burtur úr pengunum. Hesum eri eg ikki
tilhangari av, frammanundan er tað soleiðis, at øll skulu lata inn eina rapport
til mentanargrunnin, men eg haldi ikki vit kunnu krevja, at hon skal vera
almenn. Tað verður ikki kravt av fólkum í øðrum starvi, at tey alment
argumentera fyri teirra rætti til løn og eg haldi eitt tílíkt krav fer ov langt
inn um privatlívið. Harafturímóti haldi eg, at tað er fínt um onkur av sínum
eintingum ger hetta og hervið er við til at fremja opinleika á økinum.
IS