Í Washington hava tey eitt savn, sum eitur National Museum of Women in the
Arts. Fýra hæddir við kvinnulist ella við list, sum kvinnur hava skapað ella
hvat vit nú skulu kalla tað, sjálvi siga tey tað vera einasta savn í heimum,
sum útilokandi er ognað kreativum íkøstum hjá kvinnum. Orðið kreativ skuldi sjálvandi ávarað meg og kanska átti
alt konseptið at ávarað meg, men so var ikki. Eg greiddi amerikansku
listfrøðingunum, sum eg møtti fyrsta dagin, eg var í Washington, at hetta var
eitt savn, sum eg hevði avgjørt at fara at hyggja eftir, tí eg helt tað vera
áhugavert. Tey hildu, at tað var nakað av tí allarbýttasta, tey høvdu hoyrt.
Tað sá eg og tey royndi kurteisliga at greiða mær frá, at eg helst kundi roknað
út, at kvinnur, sum framsýna eitt tílíkt stað eru hálvvánaligar listakvinnur,
tær stóru listakvinnurnar ”play with the big boys” – undirskilt, at tær ikki
spilla tíðina í einari kvinnugetto.
So eg skundaði mær hagar, og tað var til alla lukku ikki heilt rætt, men eitt
sindur. Permanenta savnið innihelt sera góð verk hjá listakvinnum sum Mary
Cassatt, Geogia O’keefe og Louise Bourgeois, umframt eina rúgvu av
týdningarleysari list. Tær tvær serframsýningar vóru ávíkavist ein skítbýtt
framsýning við einari ella aðrari samtíðarlistakvinnu, hvørs navn eg ikki tímdi
at minnast og ein framsýning við Onnu Ancher og Skagenslistafókunum. Anna
Ancher var av sonnum ein fín listakvinna og hennara verk standa sterkari fyri
mær enn verkini hjá manni hennara, Michael Ancher, so 1-0 ti kvinnurnar, skal
tað vera ein kapping - og tað leggur hetta savnið upp til sansaði eg. Harafturímóti
høvdu tey eisini fingið nøkur av høvuðsverkunum hjá Krøyer yvir um atlantshav
og hann hevur munin.
Síðan var bókhandilin og gávubúðin eftir og sjálvt um eg sjálvandi rokni meg
sjálva sum feminist, var tað dekan fari líka við, at eg søkti um at vera
upptikin á mótsettu síðu hjá monnunum, tá eg sá eina røð av idiotiskum bókum um
hvussu mann alir síni børn upp til at fata kvinnulist, sum vóru blandaðar
millum eina ørgrynnu av ljósareyðum, romantiskum skrambli, sum eftir øllum at
døma var har, tí vit kvinnur elska at prýða um okkara heim.
Hástórt piss.
Men eg keypti”The Guerrilla Girls’ Bedside Companion to the History of Western Art” og hon er ordiliga stuttlig. Her eru ymiskar myndir frá eini blandaðari uppliving.
Men eg keypti”The Guerrilla Girls’ Bedside Companion to the History of Western Art” og hon er ordiliga stuttlig. Her eru ymiskar myndir frá eini blandaðari uppliving.
(IS)