Thursday, March 14, 2013

Um list og líkislist á Boðanesheiminum


Tann tíðindafróði og -kviki Birkbloggur visti í dag at siga, at myndirnar hjá Per Arnoldi eru við at verða hongdar upp og harvið er prýðingin í Boðanesheiminum yviri við Strond í Havn nú við at vera komplett. 

Tað má sigast at vera tveir royndir listamenn, sum Listabólkurin hjá Tórshavnar Kommunu avgjørdi skuldu fáa ta seinastu stóru kommunalu prýðisuppgávuna. Bæði Bárður Jákupsson (1943) og Per Arnoldi (1941) eru kendir ikki bara sum listamenn, men eisini innan listaformidling og administratión í ávikavist Føroyum og Danmark.

Bárður Jákupsson hevur málað fýra stórar kvadratiskar myndir, sum hanga inni í samkomuhøllini á Boðanesheiminum. Tær avmynda oyggjar, hav, fugl og seyð, sum verður lýst á abstraktan dekorativan hátt við einføldum strikutekningum, ið eru kombineraðar við lættar ljóssterkar litfarrar í gulum, violettum, grønum og bláum. Litflatarnir eru settir á løriftið við hvítum steðgum ímillum so at tað minnir um akvarel og klippmyndir. Millum málningarnar ganga nøkur strok á skák, ið eins og fjallaformar binda saman myndirnar. Sjónarringurin er høgur í myndunum við oyggjaskapum, sum vit kenna aftur og sum tykjast avmyndað við panoramiskari frástøðu, meðan myndaliðirnir sum heild tykjast meira abstraktir í forgrundini, har tað ordiliga gongur fyri seg við fýrisligum, rútmiskum strokum. Bárður Jákupsson kennir sítt myndevnið og sítt tøkni og myndirnar fungera væl í ljósu matarhøllini. Millumspælið millum myndirnar tykist óneyðugt og figurativu myndaliðirnir tykjast eitt sindur tvingaðir og yviridylliskir á sama hátt sum tað kundi gjørt um talan var um eina prýðing til børn. Nú er tað jú ikki óhugsandi, at eg fari at búgva á Boðanesheiminum, og tá fari eg møguliga at irriterast um, at listamaðurin hevur roynt at hugsa fyri meg, eina grannvaksna, gamla konu.

Mynd: Birgir Kruse Birkblog
Samanumtikið rokni eg tó við, at eg fari at gleðast yvir litir og kompositión í myndunum hjá Bárði Jákupsson, tað gjørdi eg tann dagin herfyri, tá eg var til ervi í Boðanesheiminum. Tíverri kann eg ikki siga tað sama um prýðingina hjá Per Arnoldi, sum eg heilt erligt haldi minna um tað slagi av líkislist, mann plagdi at kunna finna í Idé ella Ilva undir einum skelti, har tað stóð "Ekta list". Plakatirnar, sum Per Arnoldi gjørdi í áttatiárunum vóru áhugavert design til tíðina tá. Myndirnar hjá honum á Boðanesheiminum við reyðum, bláum og gulum fýrakantum á svartari grund síggja út sum óelegantar pastisjur av 80´araplakatunum. Heitið "Færøsk Fantasi" er ein søga fyri seg. Kanska er tað ikki tilvitað og kanska hómast enntá ein heilsan til ta føroysku ekspressivu náttúrulistina í myndunum, men í grundini er heitið so uppblást og innbilskt, at tað minnir um føroyavinarligt koloniharrasnakk av tí ordiliga gamla slagnum. Ímyndið tykkum, at eitt føroyskt listafólk ger myndir til eitt danskt ellisheim og kallar tað "Dansk Fantasi". Nei, ikki ordiliga ha? - Aja, ljósmiklir grundlitir á veggjunum í einum ellisheimi kunnu neyvan skaða, kundi mann mótmælt, - nei men tá eg nú veit hvussu ómetaliga nógv gott finst av føroyskari list og av aðrari list, so er tað forargiligt at síggja hálva aðru milliónir krónur fara so. Boðanesheimið kostaði 100 milliónir og hálvtannað prosent, 1,5 mió krónur er ein heilt øgiliga stór upphædd í føroyskum listahøpi.

Tað var tann 22.februar í 2007, at góða avgerðin varð tikin í Tórshavnar Býráð, ið gekk út uppá, at allar byggiætlanir, sum verða framdar í kommununi skulu brúka hálvtannað prosent av byggikostnaðinum til listarligt prýði. Í reglugerðini sum varð samtykt, verður skilagóður dentur lagdur á, at listkøn mugu vera við í listabólkinum, sum skal avgera hvør skal prýða hvat. Listarligi førleikin hjá hesari nevndini hevur verið umrøddur áður, vit hava gjørt vart við vantandi førleikan og Felagið Føroysk Myndlistafólk hevur eisini mælt til, at listarligi førleikin í Listabólkinum hjá TK bleiv optimeraður. Eg helt, at hetta hendi av sær sjálvum av leiðaraskiftinum í Listasavni Føroya, har Nils Ohrt listfrøðingur varð settur, men nú ivist eg. Eg havi ilt við at finna upplýsingar um Listabólkin á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu og teir nýggjastu upplýsingarnar, sum eg finni um Listabólkin hjá Tórshavnar Kommunu eru frá 7.desember, har stendur : "Í listabólkinum eru Jákup Simonsen, mentadeildaleiðari, sum er formaður, Mikael Viderø, Helgi Fossádal og Jógvan Elias Winther Poulsen, sum er skrivari".

Um tað passar, sum her stendur, vantar listarligur førleiki í Listabólkinum og hervið manglar kommunuskattgjaldarin í Havn garanti fyri, at skatturin verður brúktur til dygdarbestu listprýðingina.


Reglugerð
1. Bygging av skúlum, dagstovnum, ítróttarhallum, ellis- og røktarheimum og øðrum
almennum bygningum, sum kommunan stendur fyri, skal fyrireikast soleiðis, at
listarligt prýði verður partur av byggingini.
2. Í byggiætlanini skal verða sett ein upphædd, hóskandi kundi verið 1½ prosent av
byggikostnaðinum, til listarligt prýði. Tó kann meir enn 1½ prosent játtast um tað
gerst neyðugt.
3. Listafólkini kunnu verða við í fyrireikingini av byggingini á sama hátt sum aðrir
ráðgevarar so sum arkitektar og verkfrøðingar.
4. Er talan um heildarveiting frá arbeiðstakara, skal veitarin í sínum uppskoti vísa,
hvussu ætlanin er at myndprýða byggingina, og hetta uppskot skal metast saman við
øðrum pørtum av veitingini, so sum prísi, tilfari og innrætting.
5. Til at ráðgeva býráðnum í spurninginum um list, verður ein listabólkur settur við
umboðum úr byggideildini, mentamáladeildini og listakønum fólki. Listabólkurin
ger uppskot til eina reglugerð at arbeiða eftir, sum verður góðkend av mentamálanevndini.
Fíggjarnevndin 16. februar 2007: Samtykt at mæla býráðnum til at taka undir við
mentamálanevndini.
Býráðið 22. februar 2007: Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.





(KP)