HOME er heitið á nýggjari
myndlistabók, sum myndamaðurin Benjamin Rasmussen, ið er hálvur føroyingur,
hevur givið út. Samstundis er ein framsýning av myndum úr bókini latin upp í
Washington DC. Framsýning verður seinni at síggja í Denver.
Benjamin Rasmussen er
hálvur føroyingur og hálvur amerikumaður, sum tó er uppvoksin í Filipinunum.
Henda serliga samansetingin av persónligum uppruna, hevur givið íblástur til
myndabókina og framsýningina HOME. Sum heitið ber boð um, snýr verkætlanin seg
um eina leitan hjá Benjamin eftir hansara mongu rótum í ávíkavist Føroyum,
Filipsoyggjunum og USA.
Verkætlanin er ein
roynd at lýsa eitt “heim”, hvussu vit skapa eitt “heim” og hvussu ein finnur sítt
egna “heim”. Hetta er ein roynd at lýsa hvussu hansara serliga støða, hevur
verið við til at forma og skapa hann sum persón.
28 ára gamli
myndamaðurin, ið tosar enskt, men skilur væl føroyskt, hevur áður gjørt vart
við seg í Føroyum. Hann hevur havt fleiri verkstovur á G-festivalinum fyri
myndaáhugaðar føroyingar og hann hevur eisini tikið myndir til ymiskar
føroyskar lýsingarherferðir og aðrar vinnuligar verkætlanir. Hann hevur eitt nú
gjørt lýsingarherferðir fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd og flestu myndirnar, ið
Tryggingarfelagið Føroyar brúkar í sínum samskifti og lýsingum eru tiknar av
Benjamini.
Tað eru 50 vakrar
myndirnar í forkunnugu bókini, sum verður einans prentað í 500 eintøkum. Bókin
kann keypast á heimasíðuni hjá Benjamini Rasmussen (http://benjaminrasmussenhome.com). Framsýningin verður at síggja í The Gallery at Vivid Solutions (1241 Good Hope Rd SE) í
Washington DC fram til 12. apríl. Hetta er samstundis sum stóra mentanarátakið
Nordic Cool eisini kann upplivast í amerikanska høvuðstaðnum. Benjamin Rasmusen býr
í dag í Colorado, men ferðast kring USA og restina av heiminum fyri at taka
myndir fyri m.a. New York Times, Bloomberg Magazine, Businessweek, Men´s
Journal og Outside Magazine. Men hann brúkar tó eisini nógva tíð til at taka
meira listarligar myndir so sum tær til
HOME verkætlanina.
Eiler Fagraklett