Monday, March 11, 2013

Føroyskur sálmasangur, fyrstu 100 árini eftir reformatiónina


Fyrilestur eftir Leif Hansen, sum  hann helt sunnukvøldið í Tjørnuvíkar Kirkju.

Fyrst er at definera, hvat føroyskur sálmasangur er fyri nakað. Givið er at Føroyskur sálmasangur ikki avmarkar seg til sang á føroyskum máli, men heldur skal skiljast, sum sangur sungin av bólkum ella einstaklingum, sum hava búð í Føroyum hesi seinastu góðu 450 árini. Tá áratalið 450 verður nevnt í heitinum er tað tí at vit síggja sálmasang sum verandi ein partur av protestantisku kirkjuni og at vit ímynda okkum at sálmasangstraditiónin er komin til Føroyar einaferð seinra partin í 16. øld. Eg fari í hesum fyrisletrinum tó at avmarka meg til reformatiónstíðina og tær fyrstu donsku sálmabøkurnar.

Tann kirkjusangur, sum vit kenna í dag hevur røtur í reformatiónstíðini og serliga er tað Martin Luther sjálvur, sum fekk stóra ávirkan á tónleikaligu menningina í kirkjuni. Reformatiónin var fyrst og fremst ein teologisk uppgerð við katólsku kirkjuna, men í hesum samanhanginum sum eg í kvøld skal tosa um, er eisini ein tónleikalig nýhugsan. Luther sá sálmasangin á móðurmálinum sum ein tíðandi part av guðstænastuni. Sálmasangurin var sambindingarliðið millum kirkjuna og kirkjuliðið. Kirkjuliðið skuldi ikki vera passivir luttakarar í guðstænastuni, men aktivir m.a. í sálmasanginum. Tá katólska messan og tíðarbønirnar høvdu sítt tónleikaliga snúningspunkt um tey gregoriansku løgini til latínskar tekstir, fingu teir strofisku sálmanir til koralløg tað í teirru luthersku.guðstænastuni. At byrja við var tað ikki ætlanin hjá Luther at gera umfatandi broytingar í sjálvari guðstænastu skipanini - liturgiuni. Hansara fyrsta uppskot til eina nýggja guðstænastuskipan Formula Missae, sum kom í 1523 var á ongan hátt ein stór uppgerð við katólsku messuna. Hendan guðstænastuskipanin líkist nógv katólsku messuni, men var snikkað soleiðis til, at hon helt seg til nýggju læruna hjá Luther. Sjálvt um skipanin í Formula Messae líkist nógv katólsku messuni, so er stórur munur á Luthersku fatanini um sambandið millum prest, kór og kirkjulið. Hesi skuldu ikki síggjast í einum hierarkiið, men sum javnsettir limir í kirkjuliðnum. Tí var ynskiligt at kirkjuliðið skuldi hava ein meira virknan leiklut í guðstænastuni, enn tann sum var í uppskoti í Formula Messae, har eitt kirkjukór vegna kirkjuliðið sang latínsku liðini. 

So longu trý ár seinni í 1526 kemur guðstænastuskipanin Deutsche Messe, har Luther skiftir katólsku messuliðini út við týskar sálmar, meðan Kyrie-liðið var tað einasta frá latínsku messuni, sum hildið varð fast um. Vegna tað at sálmasangur bleiv ein so týðandi partur av guðstænastuskipanini, verður Deutsche Messe eisini rópt sálmamessa. Hendan skipanin varð tann, sum kom at eyðkenna luthersku evangelisku guðstænastuna frameftir.
Mett verður at Luther hevði ein liberalan hugburð til liturgiina. Hann sá hana fyrst og fremst sum eina rammu, ið kundi tilpassast alt eftir lokalum umstøðum. Hetta førdi við sær at  Formula Messae einamest var nýtt í stórbýum og Deutsche Messe mest í smærru býnum. Millum hesar báðar guðstænastuskipaninar uppstóð eitt ótal av millumskipanum, har lokalar umstøður vóru avgerðandi fyri hvussu skipanin var nýtt.

Sum nevnt gjørdist sálmasangurin á móðurmálinum ein týðandi partur av guðstænastuni. Eisini var sálmasangurin sera vælegnaður at styrkja samanhaldið í kirkjuliðnum og ikki minst, at breiða vitan um tað nýggju læruna út til fólkið. Danski tónleikaprofessarin Finn Egeland Hansen sigur í kapitlinum Arts Nova og Renæssancen í Gads Musikhistorie soleiðis um sálmasangin í luthersku kirkjuni:


Det er i den menighedssungne salme, den lutherske protestantiske kirkes egenart tydeligst kommer til udtryk; det er gennem salmen, en meget væsentlig del af den protestantiske kirkes forkyndelse lyder; det er i salmesangen, de protestantiske ideer om det folkelige klarest kommer til udtryk; det er i salmen, den protestantiske digtning når sit højeste kunstneriske udtryk; og det er i musikalsk bearbejdelse af salmemelodier, at komponisterne af protestantisk kirkemusik gennem mere end 200 år præsterer noget af det ypperste.[1]

Orðið koral merkir í norðanlondum tað sama sum sálmur. Uttanfyri norðanlond er sálmur oftast knýtt at sálmunum í Gamla Testamenti. Nevnast kann at í Týsklandi eitur ein protestantiskur sálmur Choral ella Kirchenlied og í Englandi eitur hann Chorale ella Hymn.[2] Tó at koralin oftast er eyðkend við at verða útsett í fýra røddum, so er hon upprunaliga at skilja sum tekstur og einræddað lag. Protestantiska koralin er uppbygd í ørindum við ørundatali úr einum heilt upp til omanfyri 20. Ørindini eru oftast úr 4 upp til 8 reglur, men tað finnast sálmar bæði við longri og stytri ørindum. Ørindisfóturin er vanliga jamba, trokæ ella anapest, meðan daktyl ikki er so vanlig. Reglunar høvdu ymiska longd úr fýra stavilsum heilt upp í 14.[3]

Reformatiónin
1536 er árið fyri reformatiónini í Danmark og eftir sum at Chr. III kongur í 1535 hevði gjørt Noreg og harvið eisini Føroyar til danskt land, varð eisini reformatiónin sett í gildi har. Avgerðin um at seta reformatióna í gildi í Norege var góðkend á ”Harradøgum” í Kristiania í 1537 og í Bergen í 1539. Nær reformatiónin kom í gildi í Føroyum er einki skjalfest um, men P.M. Rasmussen metir at árið 1537, tvs. samstundis sum Noreg, eisini at verða reformatiónsárið fyri Føroyar, men óvissa er hesum viðvíkjandi. [4]

Í 1540 verður katólski biskupurin í Føroyum Ásmundur Ólason frákoyrdur og lutheriski biskupurin Jens Gregersøn Riber verður settur í staðin. Hetta verður mett at hava verið í 1540.[5] Ólavsøkudag 1541 verða teir fyrstu Lutherisku prestanir vígdir í Føroyum. Prestagjøldini vóru sett til sjey við 39 kirkjum: Norðoyggjar, Eysturoy, Norðurstreymoy, Suðurstreymoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy. Hesin biskupurin Jens Riber varð føddur umleið 1470 og var sostatt um 70 ára aldur, tá hann kom til Føroyar at umsita og boða nýggju kristnu læruna til Føroyingar. Riber var biskupur í Føroyum til 1557, tá verður bispadømi niðurlagt og Føroyar gerast próstadømi undir bispadøminum í Bergen og frá 1620 undir bispadømi á Sællandi.

Men hvussu vóru Guðstænastunar skipaðar í eftir reformatiónina?
Deutsche Messe er fyrimyndin undir donsku guðstænastuskipanini fyrst í sonevndu Malmømessuni frá umleið 1528 men eisini í Den danske kirkeordinans, sum kom í 1539.
Den danske kirkeordinans er tann fyrsta almenna kirkjuliga handbókin. Ordinansurin rúmar reglugerð fyri allar lutir, hvar kirkjan hevur ein leiklut. Danski tónleikaprofessarin og serfrøðingur í liturgi Søren Sørensen, sigur í bók síni Kirkens Liturgi, at tað eingin ivi er um at Kirkjuordinansurin fyrst og fremst varð ætlaður høvðustaðar- og keypsstaðskirkjunum. Her verður eitt nú hugsað um varðveitsluna av latínskum sangum og víðari sigur hann, at messan í roynd og veru varð skipað eftir lokalum fyritreytum í hópin av variantum.[6] Hertil er at siga at í ordinansinum liggur eisini stór frælsi hjá einstaka prestinum at velja og vraka sum honum lystir. Síðsti setningur í omanfyrinevndu guðstænastuskipan sigur: ”Men her råder præsten dog selv for det altsammen”. 

Í hvønn mun hendan messuskipanin hevur verið fylgd í Føroyum er ilt at siga nakað um. Í 1551 verður kirkjuordinansin nevndur í samband við Føroyar. Hetta er í brævi í 1551 frá kongi til biskup Riber. Har verður m.a. skrivað:

”(...) Desuden skal det menige Kleresi over alt Færø i alle Maader være Ordinantsen undergivet og rette sig efter, hvad Superindendenten dem derom underviser”[7]

Sum longu nevnt fyriskrivaði ordinansurin nógv annað enn bara sjálva guðstænastuna. Tá kongur nevnir at prestanir skula rætta seg eftir ordinansinum, er sjálvandi ilt at meta um hvussu stórur dentur varð lagdur í at fylgja sjálva messuskipanina. At kongur sær seg noyddan at áleggja prestunum í Føroyum at fylgja ordinansinum gevur eina ábending um at føroyingar ikki uttan víðari hava tikið nýggja kirkjusiðin til sín. Havast skal í huga at reformatiónin hevði við sær at kirkjan bleiv løgd undir kongsvaldið, sum førdi við sær at áhugamál hjá kongsvaldinum og kirkjuni blivu samantvinnað. Álop á kirkjuna var at rokna sum álop á kongsvaldið. Tí var tað umráðandi hjá kongi at reformatiónin og harvið ordinansurin varð fylgdur í øllum ríkinum.

Sum messuskipan metir Søren Sørensen at skipanini í ordinansurin mest skal síggjast sum ein skitsa. Raðfylgjan av av ymisku messuliðunum er nøkulunda fastløgd, men ikki orðingarnar.[8] Í Danmark var í tíðini eftir reformatiónina mest vanliga at halda sonevndar blandingsmessur, har bæði gregorianskur sangur og sálmasangur varð nýttur. Tí kann hugsast at guðstænastan í Føroyum hevur verið hildin eftir ordinansinum, tillagað føroyskum viðurskiftum, sum eisini bar praksis í Norra. Í Føroyum vóru tá eins og nú ikki nóg nógvir prestar í landinum fyri at guðstænasta kundi verða hildin hvønn sunnudag í øllum 39 kirkjum. Tað vil so siga, at guðstænasta við útgangsstøði í ordinansinum einans kann hava verið hildin, tá prestur hevur verið í kirkjuni – vanliga einar seks ferðir um árið.

Tær fyrstu sálmabøkurnar
Tær donsku sálmabøkurnar komu at galda fyri alt tað danska ríki. Sálmasangur á móðurmálinum var sálmasangur á kongsins málið, sum jú var danskt. Tó innførdu íslendingar sítt egna mál í kirkjuni og fingu longu í 1581 egna sálmabók. Tann fyrsta danska sálmabókin kom í 1528, tvs. áðrenn at reformatiónin varð sett í gildið. Tað var presturin í Malmø[9] (sum tá var danskur býur) Claus Mortensen Tøndebinder, sum savnaði og útgav hesa sálmabók, sum ikki er til skjals í dag. Upplagið hevur neyvan verið serliga stórt. Heldur ikki onnur útgávan, sum kom árið eftir í 1529 er varveitt. Tætta sambandi millum Malmø og norðurtýskar býir gjørdi, at bøkur vóru sendar báðar vegir. Bókaútgevarin Ludvig Dietz í Rostock gjørdi í 1536 eina endurprenting av sálmabókini saman við einum uppískoyti. At tað komu sálmabókaútgávur út tvey ár á rað sigur somikið, at tørvur hevur verið á teimum og at sálmasangur longu tá kann hava fest røtur innan kirkjugátt. Hesar báðar sálmabøkur verða  nevndar í fororðunum til sálmabókina hjá Hans Thomissøn, sum kom 40 ár seinni í 1569.[10] Tann elsta danska sálmabók, sum er varveitt og tó bara í einum eintaki er prentað í Malmø í 1533. Hendan sálmabókin hevði tvinnandi høvuðsmál, 1) at savna tað sum var til av donskum sálmum og 2) at skipa sálmarnar soleiðis at bókin varð løtt at brúka.[11]

Næsta í røðini av donskum sálmabokum er En Ny Psalmebog hjá Hans Tausen, sum á fyrsta sinni kom út í 1544 og síðani í fleiri endurútgávum fram til 1568. Í elstu varðveittu útgávuni av sálmabókini er frá 1553[12] eru seks løg noterað og í teirri yngstu útgávuni frá 1568 eru 31 ymisk løg til 160 tekstir. Fyrstu sálmanir vóru býttir upp eftir kirkjuárðinum: Advent, 3 sálmar, Jól og Kyndilsmessa 16 sálmar, Føstan 8 sálmar, Páskir 15 sálmar og Hvítusunna 10 sálmar. Til trinitatistíðina vóru helst tær 25 umyrkingarnar av Dávidssálmum hugsaðar. Restin av sálmunum vóru ætlaðir sum liturgisk lið ella katekismussálmar.[13]

Av hesum fyrstu nevndu donsku sálmabókum er eingin til skjals í Føroyum og tær verða heldur ikki nevndar nakrastani við navni. Tó er trúligt at einstakir prestar hava átt sálmabókina hjá Hans Tausen. Í hvønn mun føroyingar hava sungið sálmar hesu fyrstu árini eftir reformatiónina er ikki lætt at meta um. Sum áður nevnt, var bispurin Riber longu ein eldri maður tá hann kom til Føroyar. Ein samtíðarmaður Absalon Pederssøn Beyer skrivar, at Riber ikki hevði evni ella myndugleika til at seta seg upp ímóti teirri mótstøðu sum var mótvegis nýggju læruni.[14] Trúligt er her, eins og seinni í føroyskari kirkjusøgu, at ein seinking í útbreiðsluni og tillaganini av nýggju siðalæruni hevur gjørt seg galdandi í mun til gongdina í Danmark. Í Føroyum tykist ikki fyrstu árini eftir at reformatiónin er sett í gildi, verið nakar, ið veruliga brendi fyri nýggju læruni. Hon er einans sett í gildi og ein eldri maður, Jens Riber, hevur eftir førimuni roynt at fingið føroyingar at tikið við læruni.

Tíðin eftir reformatiónina mann hava verið ein svár tíð. Nýggj trúgv, nýggir stovnar og nýtt mál, meðan nógv av tí, sum fólk kendu og vóru trygg við varð vrakað. Kirkjan var í nógv ár blóðfátøk og nógvar kirkjur fullu í órøkt og vóru avtiknar. Katólskur skaldskapur varð bannaður innan kirkjugátt, men áhugavert er at hann í ávísan mun livdi víðari á mannamunni. Dømi eru Ljómunar, Marivísur, og vísur sum Rudisarvísa, Torkilsdøtur og Jólavísan.
Einki er at ivast í at fólk í Føroyum í katólskari tíð hava sungið og kvøðið sálmar og vísur og brúkt hesar í manga mátar harða lívinum í Føroyum. Miðaldarlig hugsan við ma. nógvari pátrúgv røkkur langt inn í 1600-talið. At føroyingar eins og fólk aðrastani í kristiligum sangi hava funni ugga, styrki og ikki minst verju móti tí ónda, er ivaleyst. Nýggi protestantiski sálmasangurin kann tí verða komin í staðin og fingið somu funktión. Tí er vælhugsandi at sálmasangurin í Føroyum helst longu seinnapartin í 1500-talinum er vorðin partur av dagligdegnum og ikki bara nakað, ið tikið varð fram í kirkjuni sunnudag. Mangar eru frásagninar um sálmasang á útiróðri ella til bjarga og kann hesin siður tí væl hava røtur í katólskari tíð.

Den danske Psalmebog 1569
Tann fyrsta autoriseraða sálmabókin í danska ríkinum er sálmabókin hjá Hans Thomissøn sum kom í 1569. Hendan sálmabók var tann einasta loyvda í ríkinum og skuldi liggja á altarnum í øllum kirkjum. Sálmabókin hevur umframt tekstinar eisini løgini skrivað í einfaldari mensrualnótatión.[15]
Í sálmabókini eru 269 sálmar harav teir 146 eru uppruna danskir. Í sálmabókini eru at kalla allir sálmar frá reformatiónstíðini og prosaumsetinganar av Dávidssálmum vóru skiftir út við yrktar sálmar. [16] Tann elsta keldan, sum sigur nakað um guðstænastur í Føroyum , er Lucas Debes í hansara ”Færøernis og Færøeske indbyggeris Beskrifvelse” frá 1673 tvs umleið 130 ár eftir at Reformatióna er sett í gildi í Føroyum og góð 100 ár eftir at sálmabókin hjá Thomissøn var útkomin. Her verður m.a. sagt um sálmasang:
”Og eftersom alt Hus-Folket sidde den störste Tid hjemme i deres Huse om Vinteren, öve de sig indelig udi Salmer at sjunge; hvorudover fast alle ere saaledes grundede og övede udi Salmer at sjunge, at de kunne sjunge flere Salmer, end her troligt kan skrives”[17]
Lucas Debes nevnir eisini at ”mest alle Mands Personer have deres Salmebog med sig[18] Hvørt hetta er sálmabókin hjá Thomissøn, sum Debes nevnir at næstan allir menn hava, er ilt at meta um. Sálmabókin hjá Thomissøn var dýr at keypa, tí hon hevði einkarætt og var prenta við nótum. Bókin hevði stórt format[19], uml. 17 x 12 cm og var tí ikki ein bók, sum menn bara høvdu uppiá sær. Hetta gjørdi at longu í 1575[20] kom út ein alternativ donsk sálmabók, En ny Psalmebog. Hendan sálmabók kom í lag tí hildið var, at sálmabókin hjá Thomisøn var ov dýr hjá vanligum fólki at ogna sær. Biskupurin á Sjællandi heitti tí á prestin Rasmus Hanssøn Reravius um at tilevna eina ”multi-sálmabók”, sum umframt sálmar eisini skuldi innihalda kalendarium, epistil- og evangelitekstinar til alt kirkjuárið, Luthers katekismus, pínslusøguna, frásøgnina um oyðing Jerusalems og eina bønarbók. Í sálmavali veik hendan sálmabókin somikið frá Thomissøn at hon juridiskt ikki breyt upphavsrættin hjá autoriseraðu sálmabókini. Hendan sálmabókin er ongastani nevnd í teimum keldum, sum eg havi kannað, men kann fyri tað hava verið í Føroyum. Ein annar møguleiki er at sálmabøkurnar, sum Debes nevnir eru tær sonevndu fullfíggjaðu sálmabøkurnar. Ein marknaður fyri sálmabókum og øðrum andaligum tilfarið nørdist í Danmark í byrjanini av 17. øld. Í 1613 kom aftur ein alternativ sálmabók[21] á marknaðinum, sum er eitt úrval av teimum mesta nýttu sálmunum úr Thomisøn sálmabókini. Tað var bókaprentarin Anders Rasmussen Gryderup, sum lat hana úr hondum.

Tann fyrsta sonevnda ”fullfíggjaða” sálmabókin kom í 1640[22]. At sálmabókin varð kallað fullfýggjað avspeglar í høvðusheitum tey marknaðarfyrilit, sum universitetsbókasølumaðurin Joachim Moltke, tók og sum skuldi vísa kvalitet og kvantitet í sálmabókunum.[23] Moltke doyði í 1664 og bókavirksemi hjá honum fór tá yvir til kappingarneytan Christian Cassube, sum longu í 1661 eisini hevði givið eina Fuldkommen Dansk Pslamebog.[24] Bæði bøkurnar hjá Moltke og Cassube eru kendar í Føroyum. Umframt sálmar eru eisini bíbliskar vísur at finna í hesum bókum ma. tann enn vælkenda brúðarvísan I ærlige brudefolk. Sálmabókin hjá Thomissøn hevur verið nýtt í Føroyum, men kanske eina mest í kirkjuni. Kirkjunar skuldu hava hesa liggjandi á altarnum og fekk sama status sum bíblian, ordinansurin og liturgibøkurnar.[25] Men havast skal í huga at Lucas Debes skrivar um hetta í 1673, tvs. Gott 100 ár eftir at Thomissøn er útkomin á fyrsta sinni og tí er trúligt at sálmabøkur, sum eru í hvørjum húsið í Føroyum tá eru onkrar av teimum alternativu sálmabókunum.

Vit koma ikki nærri einari lýsing av sálmasanginum í Føroyum tey fyrstu 100 árini eftir reformatiónina. Lucas Debes letur væl at og sigur at fólk duga hópin av sálmum uttanat. Hendan keldan má roknast fyri at verða rímiliga álítandi, og kunna vit rokna við at sálmasangurin í 1673 er kjølfestur í føroyskari mentan. Sálmasangur á donskum kann møguliga verða komin til Føroyar samstundis sum donsku fólkavísunar. Lucas Debes nevnir at fólk eisini duga næstan allar tær gomlu kempuvísinar úr teirri gomlu ”danske kæmpe-Bog”.[26] Marianne Clausen metir ongan iva verða um at talan er um It Hundrede vduaalde Danske Viser, sum var vísubókin hjá Anders Sørensen Vedel, sum kom út í 1591.[27] Sannlíkt er at føroyingar hava lært seg bæði sálmar og vísur úr hesum báðum nevndu bókaútgávum úr 16.øld.

Óvist er eisini hvønn leiklut Latínskúlin í Havn kann hava havt í útbreiðsluni av sálmasangi. Í Thomisøn-sálmabókini vóru nakrir sálmar á latíni, sum fyrst og fremst vóru hugsaðir til næmingar í latínskúlunum. Latínskúlar vóru upprættaðir kring um í ríkinum eftir reformatiónina. Tann í Havn er fyrstu ferð nevndur í 1547 og virkaði í umleið 250 ár. Her kann nevnast at kirkjuordinansurin frá 1539 ma. fyriskrivaði at elstu næminganir í latínskúlunum skuldu syngja og annars ganga til handa í kirkjuni. Hugsast kann at latínskúlanæmingar í seinasta lagi 1609, tá Havnin fekk kirkju hava sungið fyri har.

Samanumtikið
Søgugransking í tíðarskeiðnum tá reformatiónin verður sett í gildið í Føroyum, rennur seg altíð í tað faktum, at sera fáar skrivligar keldur eru til skjals. Sálmabøkur frá hesi tíðini eru nærum ikki til, Tó at einstakar eru funnar eitt nú er ein Thomisøn-sálmabók funnin í Nólsoy og ein sera illa farin funnin í Húsavík. Sálmasangur og sálmabøkur hava uttan iva verið brúktar til at verja seg móti huldufólki og aðrari yvirnatúrligum hóttanum og helst tí hevur verið siður at leggja sálmabøkur í kistuna hjá tí deyða. Eisini hava fólk hildi seg frá at goyma gamlar sálmabøkur tí hildið var at sjúkur, sum pest og aðrar deyðuligar sjúkur kundu goyma seg í gomlum bókum.
Tann elsta keldan sum sigur nakað um sálmasang er Lucas Debes, sum er skrivað 130 ár eftir reformatiónina og hann letur væl at kunleikanum til sálmar og sigur at hvør maður eigur sálmabók. Einaferð í millum árunum 1540 og 1673 er protestantiskur sálmasangur blivin fastur táttur í mentanini í Føroyum. Um vit sleppa hesum spurningi nærri er ilt at siga. Eitt varligt boð er at Føroyingar hava sungið andligar vísur, sekvensar og hymnur í katólskari tíð og hava hesar verið partur av dagligdegnum og ikki bara í kirkju og bønhúsum. Helst hava protestantiskir sálmar troka nógv av katólska sangtilfarinum burtur longu seinnapartin í 1500-talinum, og blivin andaligi høvuðssangurin í Føroyum.

Takk fyri




[1]    Finn Egeland Hansen, 1990, s. 156f
[2]    Finn Egeland Hansen, 1990, s. 157
[3]    Í føroysku sálmabókini frá 1990 er sálmanir úr trimum reglum upp í 12 reglur. Vanligastu ørindaføtur er: Troché 8 reglur, 8.7.8.7.7.7.8.8. (40 sálmar), Jamba 7 reglur, 8.7.8.7.8.8.7. (38 sálmar) og Jamba 4 reglur, 8.8.8.8. (34 sálmar). Longdin av reglunum í føroysku sálmabókini eru úr fýra stavilsum til 12 stavilsir.
[4]    P. M. Rasmussen 1978, s. 31
[5]    Ole Jacobsen, 1975, s. 15
[6]    Søren Sørensen, 1969, s. 63f
[7]    A. C. Evensen, 1908, s. 71 (Rithøvundurin upplýsir at: ”Brævið finst í danska geheimearkivinum, innskrivað í ”Register over alle Landene” V, 537 Ágrip efter ”Norske Rigsregistranter””)
[8]    Søren Sørensen, 1969, s. 65f
[9]    Malmø var tá á døgum ein blómandi danskur býur – tann næststørsti í Danmark - við ríkum handilssambandi við Týskland. Tí er tað júst í Malmø at reformatiónin á liturgiska umráðnum slær fastar røtur.
[10]  ”(...) i det næst følgende år 1528 udsatte han (d.e. Klaus Mortensøn) nogle tyske Psalmer på vort danske mål og med sin medbroders Hr. Hans Spandemagers ... råd og hjælp lod ved prenten i Malmø udgå den første danske salmebog” Endurgivið eftir Søren Sørensen, 1969, s. 67
[11]  Jørgen Kjærgaard, 2003, s. 60f
[12]  Heiti á hsari sálmabókini er: En Ny Psalmebog medt flere Psalmer oc Christelige oc Aandelige loffsange met Collecter og Bønner som icke ere tillforne Prentet i de andre Psalmebøher / uddragne aff den Hellige scrifft. Oc met en Euig Kalendarium ath finde naar Ny tendis i huer Maanet met sine taffler til alle Rørlige fester Gud til loff oc ære alle Christne Menniske til nytte och gaffn. Københaffn M. D. Liii
[13]  Jørgen Kjærgaard, 2003, s. 65
[14]  Ole Jacobsen, 1975, s. 14
[15]  Mensuralnótatión er eitt samlað heitið fyri ymisk sløg av vesturevropæiskari nótatión frá umleið 1250-1600
[16]  Jørgen Kjærgaard, 2003, s. 69
[17]  Lucas Jaconsøn Debes, 1673, (1950) s. 153
[18]  Lucas Jaconsøn Debes, 1673, (1950) s. 153
[19]  Oktav, 8-deilt format, uml. 17 x 12 cm
[20]  Sjálvt um fyrsta útgávan av sálmabókini ikki er varðveitt metir Kjærgaard at hon hevur havt heitið: En Ny Psalmebog / met Calendario / Oc mange deylige Christelige Psalmer / skickelige tilsammen sær / oc forbedret.
[21]  Nogle Merckelige oc aandelige Psalmer 1613
[22]  Tær ”fuldkomne” sálmabøkurnar, En Ny Fuldkommen Dansk Psalmebog, komu út frá 1640 til 1664
[23]  Jørgen Kjærgaard, 2003, s. 79f
[24]  En ny oc fuldkommen Dansk Psalme-Bog, Hvorudi findes: Mester Hans Thomæsøns/ sampt oc alle andre Danske Aandelige Psalmer oc Loffsange / aff D. Mart. Luth. Oc atskillige andre gudfryctige fornemme lærde saavel Ædele som Uædelige Danske Mænds Skriffter oc Bøger colligerede og sammensamled/ oc med flid til hver Søndag oc Helligdag det ganske Aar igennem; Item Bededagene/ udi begge Rigerne Damark oc Norge holdis/ ere forordnede
[25]  Jørgen Hjærgaard, 2003, s. 66
[26]  Lucas Jaconsøn Debes, 1673, (1950) s. 152
[27]  Marianne Clausen, 2010, s. 26f