Friday, March 8, 2013

Money talks ella Tann horvni borgarstjórin



Um Dagur og Vika var ein amerikanskur filmur ella ein donsk skaldsøga, hevði omanfyristandandi yvirskrift verið plausibult heiti hjá eykasendingini hjá Degi og Viku mikukvøldið. Tað er ikki á hvørjum degi, at fíggjarliga hart sperda tíðindasendingin í sjónvarpinum hevur eykasendingar og eftirsum málið frammanundan var lýst at vera eins álvarsligt og á sinni Klaksvíksstríðið, var tað við spenningi, eg setti meg at hyggja. Men tá sendingin var av, føldi eg meg satt at siga meira ørkymlaða enn informeraða. Staðfest varð gamaní, at fólk eru óð og kedd og ein stutt samanumtøka var um málið, men alt gekk fyri seg á yvirflatuni, har var einki borað í nøkrum. Á sendingini skiltist, at tey fáu, sum halda við kæraranum um ætlaðu útbyggingina á havnalagnum á Tvøroyru, kenna seg hótt eins og á sinni fimmararnir í Klaksvík og onkur skal hava skotið við høglbyrsu og sent hóttanarbræv eisini, so tað er ikki lukkuligt.

At sendingin tóktist so tunn kemst m.a. av, at tað eftir øllum at døma ikki bar til at fáa fatur á Kristini Michelsen, borgarstjóra, sum annars skuldi eitast at vera flogin heim í úrtíð úr Íslandi. Tað er einki er at ivast í, at Kristin Michelsen er ein lyklapersónur í málinum, sum er áhugavert av so ómetaliga nógvum orsøkum. Eitt nú er málið prinsipielt, merkt av polariseringum, sum eru rættiliga eyðkendar fyri okkara land, tað eru eitt nú: útjaðari-miðstaður, bygd-bý/høvuðstaður, vinna-umhvørvi og her á Listablogginum ganga vit fyrst og fremst upp í, at  mentanin javnan verður sett upp í móti vinnuni.

Men lat okkum fyrst skunda okkum at staðfesta, at vit so ógvuliga væl skilja tey, sum eru óð og forharmaði á Tvøroyri. Vit kenna øll somul til gongdina í Suðuroynni, sum í nógv ár var merkt av stagnatión, fráflyting og stillstøðu. Virkið hjá felagnum Varðin Pelagic hevur broytt fullkomiliga um støðuna, vónloysi er vent til áræði og stóra arbeiðsloysi, sum var, er at kalla ikki til meira. So jú, vit skilja so sera væl mótstøðuna móti einari og hvørjari forðing hjá vinnuliga vælgerðaranum. Samstundis er tað næstan ikki til at fata, at hendan støðan er íkomin og at fólkini aftanfyri ikki hava verið greið yvir, at hon kundi koma. Money talks, jú sjálvandi, men tað er hóast alt gingin rúm tíð síðani 18.mai, tá Tvøroyra kommuna bjóðaði íbúgvunum í kommununi til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Á skipsportalinum stendur, at Arni Carlsen, projektleiðari, greiddi frá í detaljum hvussu virkið skuldi síggja út, og at Eyð Ejdesgaard, kvalitetsleiðari, greiddi frá um hvørja ávirkan virki kann hava á nærumhvørvi, og hvat Varðin Pelagic ætlar at gera við hetta. Høvi var hjá áhoyrarunum at seta spurningar, so mann skuldi hildið, at kunningin var í lagið. Tað er fleiri ferðir ført fram hvussu stóran týdning virkið hjá Varðin Pelagic hevur fyri Tvøroyri og Suðuroynna og næstan líka ofta er ført fram, at virkinum vantar goymslupláss. http://aktuelt.fo/grein/virkid_a_tvoroyri_hevur_rinda_25_millionir_i_lnum Samanumtikið kann mann næstan ikki trúgva uppá, at ikki bæði Varðin Pelagic og Kommunan á Tvøroyri hava vitað hvønn veg tað bar. So er spurningurin bara um partar av avtaluni millum Varðan Pelagic og Tvøroyrar Kommunu hava verið hildnir í loyndum. Spell, at Kristin Michelsen ikki luttók í sendingini, so hann kundi greiða frá og afturvísa illgitingunum um undirhondsavtalur og munnkurv.

Vit vita av, at suðuroyingar duga at brúka seg, men orrustan á Tvøroyri kundi tað sama hent aðra staðni í Føroyum. Hon er eitt ítøkiligt dømi um tveir ymiskar hugsunarhættir, sum eru brostnir saman áður her á landi. Gunnar Hoydal og teir vóru fyri miklum trýsti, tá teir vildu varðveita Tinganes og Reyn í Havn. Reynakonur, sum ynsktu sær húsmóðirvindeygu vóru fratørar um at vera tvungnar at hava sprossavindeygu osfr. Mær vitandi lá eingin gullhøna av einum virki í buktini tá, men tað hevur so í øllum førum eydnast so væl at varðveita henda serstaka, gamla partin av Havnini sum ein livandi býling so at tað í dag er óhugsandi, at hann ikki skuldi verið varðveittur. 


Vit mugu varðveita tað, sum eyðkennir okkara søgu. Eg eri sannførd um og eg endurtaki gjarna, at umbyggingin, sum gongur fyri seg í løtuni av bygningunum á vestara kajøki í Havn er ein sonn gøla, sum Tórshavnar Kommuna eigur skyldina av. Á sama hátt sum monopolhandilin og fiskastykki, eru eisini flakavirkini og ídnaðarbygningarnir týdningarmiklir partar av okkara søgu. Vit síggja hvussu Østrøms Fabrikk er komin til mentanarligan heiður og æru, her eru broytingar hendar við bygninginum, men tær flestu og mest radikalu broytingarnar eru hendar innanhýsis í bygningunum. Bacalao og Saltsølan eru partar av samleikanum hjá Tórshavnar býi og tí skilji eg als ikki ætlanirnar um at klæða bygningarnar av nýggjum. Heldur skuldu vit varðveitt fasadurnar og restaurera bygningarnar innan, so at teir kunnu brúkast til okkurt skilagott. Onkur av betongkassunum, sum eru komnir seinni, kunnu helst broytast eitt sindur ella takast burtur, so at teir sermerktu hvítu bygningarnir síggjast betri, men alt við virðing fyri tí verandi. Í Føroyum hava vit so ómetaliga fáar periodir, sum síggjast aftur í byggilistini og tí haldi eg, at tað er skeivt at taka burtur tað lítla, sum vit hava, sum er sermerkt og sum sermerkir okkum.
  
Tað tykist heldur óvirðiligt og óstortligt, sum tað hevur verið ført fram í ymsum miðlum, at Varðin Pelagic alt fyri eitt hóttir við at flyta tað virðismikla virksemið í aðra bygd bara tí, at friðingar-myndugleikarnir nú gera vart við møguligar trupulleikar. Við einum sindri av liðiligheit og javnvegis virðing mátti málið kunnað verið loyst, so at allir partar verða nøgdir. 

Undir øllum umstøðum tykist tað púra absurd, tá mentan og fólksins áhugi verða sett upp móti hvørjum. Tí mentanin ER fólkið. "Mann kann ikki liva av mentan" - hetta gamla sjónarmiðið kom fram fleiri ferðir í eykasendingini mikukvøldið, tað er klassiskt og forrestin mótprógvað nógvar ferðir av granskarum, sum síggja greitt samband millum fíggjarinttøku og mentan. Sjálvandi skal Tvøroyri dyrka og varðveita sín samleika. Bygningarnar hjá Thomsen. Seglloftið og Krambúðin/Pubbin eru dýrgripir, ið saman við fiskastykkinum eru sjálv søgan hjá Tvøroyri og sjálvandi skal livandi vinna kunna ganga fyri seg sama stað uttan at nakað verður oyðilagt, her mugu báðir partar vísa seg at vera fleksiblir.


(KP)