Thursday, March 7, 2013

8.mars damukampur


- Eitt stríð móti dellum og óynsktum hárum?

Í morgin verður aftur 8.mars, altjóða kvinnudagur og eitt ár síðan ella kanska bæði tvey síðan vit báðar á Listablogginum lýstu á Facebook eftir uppskotum til føroysk orð fyri mergaða danska hugtakið "kussekunst", sum vit skuldu brúka til eyðsædda 8.mars høvið at sýna eitt sindur av góðari kusulist. Sum eg minnist tað, komu nøkur virkuliga fín uppskot, men tey allarflestu vóru frá monnum - okkara medsystrar høvdu ongan serligan áhuga í kusulistini, sum annars kynssøguliga sæð hevði stóran týdning bæði fyri suffragettirnar og bróstahaldarabrennararnar. Men føroyskar kvinnur eru kanska ov fínar, ov damutar til tílíkt snakk?

Ymsastaðni kring landið verður kvinnudagurin hildin við tiltøkum. Í útvarpinum hoyri eg, at kvinnukvøld verður í Eydnuni á Oyrabakka við fyrilestri um skiftisár og tað ljóðar relevant, men restin er tað bera fjas um vekt, sum á konufólkamáli merkir yvirvekt, klænking og matuppskriftir og okkurt gott til góman og so "damuølsmakking" - hvat so tað er fyri nakað. Konan í útvarpinum sigur, at tað snýr seg um lekrar øl, sum damur dáma. Eg plagi sjálv at drekka nøkulunda sama slag av øli sum mínir vinmenn drekka, men eftir hesum damuarrangementinum at døma, eri eg ein øðrvísi dama. Har tykist í hvussu so er ikki vera nógv hjá mær at fara eftir á Oyrabakka, gamaní dámar mær øl, men damuøl veit eg ikki hvat er. Og matur og vekt - gongur tað ikki út uppá tað sama og tími eg at brúka tíð uppá tað? Vit vera allar klænar pá tann eina dag, altso tá vit liggja undir moldum og hava ligið har eina tíð. Í Eydnuni er kvinnukampurin vorðin hundrað prosent fysiskur, tað er ein damukampur, sum fyri tað mesta snýr seg um at síggja gott út og tað var við Heilagu Guðs Móðir ikki gamalt! 

Men tað er jú ikki bara á Oyrabakka, at tiltøk kvinnudagin gerast átøk yuppielívsstílsstevnum, har kvinnur tukta sínar dellur, pirrur, appilsinhúð, rukkur, vantandi-hári-har-sum-hár-eigur-at-vaksa (og einum sonnum ríkidømi av hári, har tað sambært damubløðunum eigur at vera púra slætt). Eg havi einki í móti damubløðum uttan kanska tá tey samskifta við meg sum var eg idiot og onkrar dagar eri eg tað eisini, altso idiot, og tá plagi eg at keypa mær eitt damublað. Har eru sovorðnar síður við góðum ráðum til kvinnur og har las eg, at fyri at lata vera við at eta kremeggini, sum eg hungri eftir hesa tíðina, skal fáa mær eitt súrepli og eitt glas av vatni. Súrepli fyri at fáa kensluna av tí søta og vatn fyri at fáa mettuna. Aja, eg meini tað.

Á netinum fann eg eina syrgiliga heimasíðu við 10 argumentum í móti feminismu, har tað m.a. stendur: http://www.dandebat.dk/feminisme.htm: "Kvinder er mindst lige så intelligente som mænd. De har altid været gode til at høre efter, hvad læreren og andre autoriteter siger og tilegne sig disse holdninger. Men de tænker ikke særlig meget over dem, de interesserer sig for andre og mere personlige ting. Således har de også lært sig alle de moderne ideer om demokrati, tolerance og menneskerettigheder, dog uden at overveje hvad de vil indebære. I hverdagen er deres tanker mange andre steder, og de tager kun de store ideer frem ved særlige lejligheder som indlysende selvfølgeligheder, som for eksempel på valgdagen. Kvinder er utvivlsomt lige så intelligente som mænd, men i almindelighed mangler de evne eller motivation til at tænke dybere over emner, som ikke er forbundne med deres personlige forhold. Til gengæld har de ofte en sikker vurdering i alle sociale forhold...". Hetta er syrgiligt av fleiri grundum, partvíst er tað syrgiligt, at onkur maður hevur følt seg trýstan at skriva so skítbýtt, men tað er eisini syrgiligt, um innihaldið í tiltøkunum kvinnudagin livir upp til henda hugburðin.

Hesi árini vit báðar hava havt listabloggin, hava vit verið ákærdar fyri mannsjavnismu upp til fleiri ferðir, fyri at halda við skeggabbunum á Skipasmiðjuni og so kann tað gera tað sama hvussu nógv mann pippar um Hansinu Iversen, Rannvá Kunoy, Silju Strøm ella allar møguligar aðrar listakvinnur, sum mann dámar. Mannsjauvinist er mann sjálvandi eisini, tí mann brúkar ov ofta mann og tí mann dámar so væl listina hjá Tóroddi Poulsen og tí mann ikki hevur petti ímóti snøgga orðinum Manntal. Málið skapar veruleikan og ein kvinna, ið stígur fram alment, má ikki vera erkvisin. Hetta hava eg og Inger lært. So tá ein maður í sambandi við eitt listakjak skrivaði soleiðis í Sosialinum "Eg skilji væl, at Kinna fær vátar dreymir av strunka monumentinum hjá Bjørn Nørgård... sum eg argandi havi víst Kinnu á, so rokni eg hana fyrst og fremst sum eina honddukku á gomlum málingaplettutum manshondum. Hon veittrar súrliga sum eitt patetiskur murtur í tómari luft og roynir at endurstovna definitiónsrættin úr farnari tíð yvir hvat føroysk list er og eigur at vera..." - ja so var hvørgin okkara bilsin, ei heldur vóru vit vónbrotnar um, at eingin av okkara kynssystrum mótmælti. Heldur ikki, tá sami maður skrivaði um Eivør, at hon var fjøruti, feit og ferdig. Og tó at eingin av teimum trimum nevndu ákærunum hevur minsta vet av sannindum í sær, eru tær áhugaverdar eisini sæð frá einum kynsspesifikkum sjónarmiði. Lesarin kann til stuttleika royna at seta eitt mannfólkanavn inn sum subjekt í setninginum. Lesarin uppdagar tá rættiliga skjótt, at ein tílíkur setningur manglar relevans, eitt tílíkt ummæli hevði heilt einfalt ikki verið serliga effektiva óndskapsfult eftir sum hvørki dellur ella ár hava lyndi til at misklæða monnum.

Hugskotið um ein altjóða kvinnustríðsdag kyknaði á eini sosialistiskari kvinnuráðstevnu í Keypmannahavn í 1910 við endamálinum at fáa valrætt javnbjóðis við menn. Tað hava vit fingið, men enn hevur kvinnurørslan ein legitimitet, eina orsøk til at vera til. Kvinnurørslan má um nakað vera solidarisk, tí er eingin grund at hava kvinnutiltøk, sum eitt nú eru ov dýr hjá øðrum enn hjá kvinnum í smala flatskattafyrimunsføroyum. 8.mars er stríðsdagur og ikki eitthvørt tivolihøvið at hava tombola til undirhalds ella vinning hjá fyrireikarunum. Jú, eg haldi meg vera feminist, men ikki tað slagi av feminist, sum heldur kvinnur vera betri enn onnur menniskju og sum vilja brúka kynið sum maktinstans. Eg eri als ikki áhugað í at fáa serligir kynsdefineraðar fyrimunir. - Jú men tað hava menn altíð fingið... javel, tað kann væl vera, men tveir skeivleikar rætta ikki tann eina. Eg eri feminist, men eg eri ikki við uppá søgureingjan, eg nokti at tráleita fram konur úr bókmenta- ella listasøguni, ikki tí tær eru áhugaverdar listarliga ella bókmentaliga sæð, men tí tær eru kvinnur og ikki menn. 

Eg haldi, at vit enn hava ov nógv at stríðast fyri til tess at stríðsdagurin verður reduseraður til ein lívsstílsdag, sum snýr seg um hvussu vit kunnu gerast klænar og penar. Lønin hjá kvinnum er enn 16,2 prosent lægri enn lønin hjá monnum; hetta svarar sambært Kvinfo til, at kvinnur arbeiða ókeypis 59 dagar um árið. Vit mangla at kanna hví tað er soleiðis, er hetta av fríum vilja og ein spurningur um skilagóða raðfesting, ella eitt dømi um, at kvinnur framvegis eru onkursvegna kúgaðar? Í Føroyum er elligamla danska fosturtøkulógin frá 1956 enn galdandi, hetta er ein dupultmoralsk og ósolidarisk lóg, sum rakar kvinnur harðari enn menn og sum rakar tær fáækastu av kvinnunum meinast. Vit hava sæð próvførslu í greinarøð hjá Brynhild Thomsen í Fregnum, at tað gongur fyri seg ein støðug ferðing til Danmarkar, har føroyskar kvinnur fáa framda fosturtøku. Ein dagføring av hesari lógini er upplagt mál hjá føroysku kvinnurørsluni. Eitt triðja mál er at kanna javnrættindini hjá teimum mongu kvinnuligu tilflytarunum, sum vit hava fingið seinasta árini og eitt fjórða mál er mótviljin móti kvinnuligum prestum í fólkakirkjuni, hóast hann kemur frá einum lítlum fátali, eigur eingin prestur, sum starvast í fólkakirkjuni, hava loyvi til at ekskludera kvinnur hvørki so ella so.

Eg havi enn ikki sæð allar skránnar til tey ymisku tiltøkini í morgin, men í Havn og í Vestmanna sær tað í hvussu so er bæði seriøst og stuttligt út. Eg veit ikki hví tiltakið hjá Vestmannakonum hevur aldurmark, men ikki gerst tað minni forvitnisligt av, at tað krevur eitt sindur av bringuskeggi at taka lut í Vestmanna. Tiltakið hjá teimum er víðagitið og vitjað av konum úr bygd og bý. Vit ynskja teimum og okkum øllum ein góðan kvinnudag og eitt víðari gott kvinnuár.



Tiltakið í Vestmanna er á Bryggjuni og byrjar klokkan 20.00
Skráin er hendan: Væluppløgdu vertirnir Augusta og Gyðja siga vælkomin og eitt sindur meira enn tað.
Bára og Co syngja og spæla
8. mars røða verður hildin av blaðkvinnuni Karolinu Thostrup
Systrarnar Tórgarð fara at framføra.
Bryggjan bjóðar alt gott til keyps.
Tiltakið er ókeypis, sum altíð, men madam blå tekur ímóti ítøkiligum stuðli.
18 ára aldursmark.


Vælkomin til 8. mars altjóða kvinnudag 2013.







Tiltakið í Havn er í Miðlahúsinum, skrá:



Kl. 19:30 Tiltakið byrjar
Kl. 19:40 Kvinnufelagið bjóðar vælkomin
Kl. 19:45 Felagssangur
Kl. 19:50 CEDAW sáttmálin – kunning og próvtøkur
Katrin á Neystabø, virkandi aðalskrivari, Amnesty International
Kl. 20:20 Status viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum
Hans Pauli Strøm, hagfrøðingur
Kl. 20:50 Elin Heinesen syngur
Kl. 21:00 Tiltøk at fremja javnstøðu í Føroyum
Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini
Kl. 21:30 Javnstøðupolitikkur hjá samgonguni
Johan Dahl, landsstýrismaður í javnstøðumálum
Kl. 21:50 Felagssangur
Kl. 22:00 Endi

Beinta Løwe Jacobsen verður orðstýrari.




(KP)