Vit kenna mest Edward Fuglø frá at hann hevur sett pallmyndir upp, t.v.s. at gera scenografi til ymiskar framførslur. Tá man so tekur og setur eitt frímerki á ein brævbjálva, so er Edward Fuglø aftur har, hann hevur fingið virðisløn fyri eitt tað vakrasta frímerki í Evropa í 2003. Í Føroyum er Edward Fuglø eisini kendur fyri at byrja Leikalund. Handilin Leikalund, í Gamla Klaksvíkshandlinum, selur bøkur, tónleikalist o.m.a og skipar fyri skiftandi myndaframsýningum.
Málningarnir hjá Edward Fuglø hava surrealistskt snið eyðkenni, tað er innihaldsliga ein vend í føroyskari list. Surrealisman lýsir veruleikan klæddan i ein annan ham, sum er meira líkur eini dreymaverð, dømi um surrealistiskar málarar eru Max Ernst, Salvador Dali og Yves Tanguy. Surrealisma er at fara út um veruleikan segði upphavsmaðurin til surrealismuna, rithøvundurin Guillaume Apollinaire í 1917. Í dag er surrealisma ein rørsla stovnað av André Breton í 1924, sum man kann síggja at Edward Fuglø speglar sær í.
Fríggjadagin 15. mars kl. 16 til 18 letur framsýningin upp í
Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Framsýningin er opin til 27. mars: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.