Ein tónleika-sjónleikur fyri alla familjuna.
Aldubáran og Tjóðpallur Føroya geva tykkum øllum ein gyltan møguleika, bæði smáum og stórum, at síggja tann litríka tónleika-sjónleikin um HARLEKIN.
Mánadagin 4. Mars, verður premiera av leikinum Harlekin á Leirvíkar skúla. Leikurin er framleiddur í samstarvið við Listaleypin. Næstu 4 dagarnar verður spælt á skúlum.
Mikudagin 6. mars, hósdagin 7. mars og fríggjadagin 8. mars kl. 18.00 eru tað sýningar í Klingruni í Norðurlandahúsinum kl. 18.00.
Tað er eitt sera væl upplagt tónleikalið, ið saman við dansarum og sjónleikarum trína inn á pallin í stuttligum búnum, við tónleiki, dansi og sjónleiki, so at vit øll fáa eina festliga uppliving.
Tað er tónasmiðurin Kári Bæk, ið hevur hevur komponerað nýggjan tónleik til hesa sýning. Leikurin er bygdur á søgu hjá Ulf Lӧfgren. Gunnvá Zachariasen leikstjórnar, og tað er Anna Kristin Bæk, ið hevur týtt søguna og gjørt búnar og pallmynd.
Harlekin er ein sera visuellur leikur har tónleikur og sjónleikur, dansur, skemt og álvari verður flættað saman í eina litríka heild.
Sjey tónleikarar spæla saman við dansarum og sjónleikara.
Tey eru:
Pantalone: Jákup Dahl - Harlekin: Christian From - Kolumbina: Kataya R. D. Nielsen
Tónleikarar: Violin: Sámal Petersen - Guitar: Ólavur Jakobsen - Floyta: Andrea Heindriksdóttir - Klarinett: Peder Riis Jensen - Tuba og borgarstjóri: Atli K. Petersen - Fagot: Christina Andersen - Trompet: Ólavur Olsen
“Nú fari eg at siga tykkum eina søgu. Eina sanna søgu um eina hending í einum lítlum býi, langt langt burturi og fyri langari tíð síðani. Ja, langt áðrenn tit vóru til”.Soleiðis byrjar søgan um Harlekin. Harlekin er partur av einum sjónleikarabólki, sum kemur til ein bý. Hansara leiklutur í bólkinum, er at vera tann klodduti býttlingurin, sum hini flenna at. Hendan leiklut dámar honum tó einki. Hann vil ikki vera býttlingurin, sum hini gera gjøldur burtur úr. Tískil ætlar hann sær at rýma úr bólkinum.
Tað, ið eftir er av søguni, hava tit møguleika at koma í Norðurlandahúsið og síggja og hoyra útav....