Monday, March 4, 2013

Harri yvir orðunum undirgivin yrkingini


Løtan var innilig og góð í ljósmiklu Klingruni í Norðurlandahúsinum sunnudagin, tá danski yrkjarin Søren Ulrik Thomsen las upp yrkingar, nakrar úr hvørjum av teimum sjey yrkingarsøvnunum, sum hann hevur givið út. Eini  hundrað fólk høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið til tess at njóta kynstrið hjá einum sonnum orðmeistara, einum harra yvir orðunum. Hann er royndur upplesari og dugir at lesa upp, so at ikki bara oyruni, men alt annað eisini stendur í andaleypi og lurtar (og tá er tað eitt sindur troyttandi at hoyra pinkubarnaljóð í bakgrundini - ikki tí eg nakrantíð kann hava nakað í móti tílíkum lívsjáttandi ljóði uttan kanska bara tá eg eri til yrkingaupplestur). Úrvalið var gott og hóskaði væl til upplestur soleiðis at skilja, at tær valdu yrkingarnar vóru lutfalsliga lættar at skilja og at sansa, og so dugdi hann væl, yrkjarin at greiða frá inn í millum á lættan og skemtiligan hátt. 


Svá rúnarbant hann okkum í trý korter ella  har á leið og eftir upplesturin høvdu áhoyrarnir høvi at spyrja um eitthvørt. Ein av áhoyrarunum, Kim Simonsen takkaði fyri upplesturin og spurdi millum annað um tær tvær poetologiirnar, sum yrkjarin hevur latið úr hondum og um týdningin í drúgvu steðgunum í millum yrkingarsøvnini. Søren Ulrik Thomsen segði, at tað var sera umráðandi fyri hann, at tað var nakað nýtt, sum hann skrivaði, tá hann skrivaði eina yrking til eitt yrkingarsavn. Men hann gongur ikki fyri einki, tí hann hevur eisini givið út ritroyndarsøvn og aðrar bøkur, t.d. myndabókina "København con amore", sum hann og Jokum Rode gjørdu í 2006, tá teir við hvør sínum myndatóli súkklaðu kring Keypmannahavn fyri at finna og skráseta partar av gamla býnum, sum vóru við at forfarast. Søren Ulrik Thomsen greiddi frá, at íblásturin er neyðugur í hansara arbeiði og at listafólk hava lyndi til at siga tað øvugta, at listarligt arbeiði ikki snýr seg um íblástur, men at mann má stríðast hvønn dag fyri at fáa úrslit. Thomsen helt brosandi fyri, at orsøkin til hetta uppáhald kanska var tann, at listafólk á henda hátt royna at verja seg móti fordómum og ábreiðslum um, at tey gera ov lítið. Hjá honum er er íblásturin neyðugur og hann er ikki harri yvir yrkingini, tí hon eigur nakað av avgerðarrættinum sjálv. Ein annar áhoyrari, Malan Marnersdóttir takkaði somuleiðis fyri upplesturin og spurdi m.a. um hvørt talan var um nakra ávirkan frá Inger Christensen og Søren Ulrik Thomsen svaraði generøst, at tað ikki var lætt at sleppa undan   at gerast ávirkaður av einum so stórum yrkjara og menniskja sum Inger Christensen. Síðsti spurningurin var tann klassiski, hvat høvundin fæst við í løtuni, og tað skiltu vit, at Thomsen vanliga ikki svarar hesum spurningi bæði vegna yvirtrúgv og av tí, at tað kenst umráðandi at ganga við nýggjum ætlanum í friði og náðum. Men í hesum førnum, greiddi hann frá, so vóru í grundinni tvær nýggjar bøkur við at vera prentaðar í Steinprenti, Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie og Lille dæmonologi við ritroyndum hjá Søren Ulrik Thomsen og myndatilfari hjá Claus Carstensen, sum koma í næstum og sum vit her á blogginum fara at gera meira burturúr, tá tær koma.





Eg hugsaði í grundini sjálv um Inger Christensen, tá Søren Ulrik Thomsen las yrkingina  regn søvn blå kys, men eg haldi, at tað hevði okkurt við ljósið í salinum at gera. Yrkingin er jú samstundis rættiliga eyðkend fyri Søren Ulrik Thomsen, sum tit síggja her:

regn søvn blå kys
lys seng vand hånd
regn søvn blå kys
lys seng vand hånd

regnhånd, lyskys
vandlys,blåseng
søvnblå, kysregn
lyshånd, vandsøvn.

Úr Ukendt under den samme måne (1982)



det bedste er alt det kvinder går rundt med i håret

tækkelige klemmer og glimtende spænder 

sløjfer og bøjler og blussende blomster

 store gule papirsommerfugle

og sølvnåles lyn slået ned i frisurens vidtløftige læs


Brot úr: Det værste og det bedste (2002)


Heimasíðan hjá Søren Ulrik Thomsen: 

http://www.oktoberboulevard.dk/


(KP)