Thursday, March 28, 2013

Málningaframsýning í Gøtu á páskum

Henda myndin hjá Tummas Jákupi Thomsen var við á Heystframsýningini 2011

Sum nakað serstakt, so fara í páskadøgunum frá leygardegnum 28. mars til og við 01. apríl fimm fólk úr Gøtu at hava málningaframsýning í Valhøll í Syðrugøtu. 

Hetta er fyrstu ferð, at tey fimm framsýna saman, og eru tey øll ymisk á sín hátt:

Torgunn Eliasen er ættað úr Leirvík og býr í Gøtu. Torgunn byrjaði av álvara at mála í 1998 og hon hevur tikið nøkur skeið í tekning og máling og málar í frítíðini. Torgunn hevur verið við í fleiri framsýningum áður, t.d. hjá Lions. Hon hevur havt málningar hangandi til framsýningar í peningastovnunum í Gøtu og í LM handlinum á Kambsdali.

Tummas Jákup Thomsen er sjálvlærdur í listarligum høpi. Hann hevur sýnt fram bæði her heima og uttanlands síðani 1976. Serliga er tað tekningin, sum hann hevur havt stóran tokka til hesi árini. Onkra "installatión" hevur hann tó eisini fingist við, eitt nú tá hann sýndi fram " fjallabilin" í Arkení DK og tær 2016 fotomyndirnar, sum vóru viðgjørdar og avbleiktar við klorin. Í 2011 myndprýddi hann nýggja tilbygningin í Gøtu Skúla við 17 tekni/málningum. Tummas Jákup hevur luttikið í ymiskum í listarligum høpi, eitt nú Køsturin á tí eina G! festivalinum og uttanlands á listarsymposium í Kekkia, listarkollegium í Rom og fekk listauppihald í Oslo á Edvard Muncks Ekely í 2000. Hann sigur, at tað týdningarmesta hjá honum er gleðin við at skapa, og at kunna siga frá onkrum, hann ikki kann seta orð á, við myndum. Tá Tummas Jákup teknar og málar, so er tað ein háttur at samskifta við onnur uppá. Fyri hann er hetta eisini ein grøðandi tilgongd av mongum ið hann ynskir at fáa skil á. Hann heldur, at kanska fær hann sjálvur tað ongantíð at vita og heldur eisini, at tá vit skilja okkurt, ella hava fingið svar, fara vit víðari og spyrja enn fleiri spurningar og verða í grundini ongantíð nøgd.


Petur Mikkelsen, ella betri kendur sum Petur Prent, hevur teknað síðani hann kann minnast. Tað fyrsta hann gjørdi í litum vóru vatnlitsmyndir (farvilada). Málaði sín fyrsta oljumálning sum 12 ára gamal. Aftaná lokið prógv sum prentari var meiningin at fara á tað Kongaliga Kunst Akademiið í Keypmannahavn. Soleiðis bleiv ikki, hann arbeiddi sum prentari nøkur ár. Síðani kom ein ógvuliga baldrut tíð sum drykkjumaður, men sum tey gomlu siga, hann legði av - propp í fløskuna! - Síðani, hevur listin verið hansara terapi, arbeiði og hansara allarstørsti áhugi. Lino og træskurðar hevur hann gjørt nógvar - Petur er sjálvlærdur.

Marjun Joensen, byrjaði sum fleiri onnur at ganga til listamáling á kvøldskúla hjá Jóannes S. Hansen seinast í áttatiárunum og gjørdi hon hettar í nakrar vetrar. Í kjalarvørrinum av hesum kvøldskúla arbeiði, varð Marjun við til fleiri framsýningar hjá Lions. Hóast hon ikki hevur havt framsýningar seinastu árini, hevur hon tó verið virkin og altíð málað av og á.

Maigun S. Othamar, hevur málað oljumálningar síðani seinast í áttatiárunum. Tað var sum so ofta áður Jóannes S. Hansen, sum kveikti áhugan fyri at veruliga fara at mála. Maigun hevur tó altíð teknað. Tíðliga í 70´unum hevði hon eitt brævskeið í nøkur ár við kenda listamannin Åge Skjold, sum eisini eggjaði hana til at útbúgva seg innan myndlistina. Maigun hevur havt framsýningar sum nógv onnur til Lions tiltøk, eisini hevur hon sýnt fram í Íslandi á WestNordic Culture House. Seinasta heyst hevði hon framsýning í Smiðjuni í Lítluvík .
Framsýningin letur upp Skírishósdagin kl. 16:00. Tónleikarin Lyon Hansen syngur nøkur av sínum eyðkennisløgum og Hanna Jensen, forkvinna í Mentanarnevndini í Eysturkommunu heldur røðu. 
Framsýningin letur upp Skírishósdag kl. 16:00 og er opin í páskadøgunum soleiðis:

28/3 - Skírishósdagur          16:00 -20:00 fernisering
29/3 - Langi fríggjadagur     14:00 -18:00
30/3 - Leygardagur             14:00 -19:00
31/3 - Fyrri páskadagur      14:00 -18:00
01/4 - Annar páskadagur    14:00 -18:00