Friday, March 15, 2013

Renoir í Havnar Bio



Í røðini av listafólkafilmum er tað eydnast áhugafelagnum Steinbrá at fáa Havnar Bio at sýna nýggja franska filmin Renoir (Gilles Bourdos 2012). Filmurin verður sýndur tvær ferðir og atgongumerki kunnu keypast longu nú. Fyrra sýning er leygardagin 16. mars kl 16:00 og seinna sýning er sunnudagin 17. mars kl 16:00. Undan fyrru sýningini, leygardagin kl 16, heldur Hanna Jensen, studentaskúlalærari og franskur konsul, stuttan fyrilestur um filmin. Filmurin, sum varir 111 min, er um listamálaran Auguste Renoir (1841-1919) og sonin Jean Renoir (1894-1979), ið var filmsleikstjóri og m.a. gjørdi krígsfilmin Le Grande Illusion við Jean Gabin í 1937.

http://birkblog.blogspot.dk/2013/01/renoir-ta-er-myndlist.html


io