Partur av mynd av ‘syrgi iris’ (Iris
susiana L.) frá Gottorfer Codex frá 17. øld. Teknað
av Hans Simon Holtzbecker. Kelda: Statens Museum for Kunst.
“Blomster og verdenssyn” á Statens Museum for Kunst.
Júst komin aftur úr Amsterdam var tað
mikið stuttligt at leggja leiðina fram við framsýning á Statens Museum for
Kunst, ið leggur dent á eldru modernaðu tíð og fram til upplýsingstíðina og
ikki minst spælir Holland og hálendsk list og stilleben ein avgerandi týdning. Navnið
“Blomster og verdenssyn” er væl valgt, men framsýningin fevnir ikki um
blomsturmyndina í t.d. romantiska tíðarskeiðinum ella í okkara tíð. Tey vita
helst sum er, at um tey seldu framsýninga sum eina framsýning um eldru
modernaðu tíð - frá renessansuni og teirra raritetskabinettum og fram til
upplýsingartíðina og svian Carl von Linné – so komu folk kanska ikki í sama
tali sum nú. Tað hevði verið áhugavert at sæð hvussu modernaði listafólk hava
fingið íblástur frá eldri tíðar blómumyndum.
Barokkhavar og herbarium
Frá blómubókini Gottorfer Codex frá 1600talinum. Kelda: Statens Museum for
Kunst.
Framsýningin fevnur um eini 200 árs blómumálningar. Frá einari ørgrynnu av vøkrum hálendskum kyrrlutamyndum til Gottorfer Codex, ið er ein nýresturaurerað blómubók frá 1600talinum. Navnið “Gottorfer” kemur av slottinum Gottorp Slot í Slesvig, ið einaferð var donsk ogn. Tað var Christian III, ið gav bróðuri sínum prins Adolf slottið í 1544. Frá 1544 til 1713 livdu gottorpskir hertugar á slottinum. Slottið kom at gerðast ein sentur fyri list og vísundi. Frá 1637 kom gongd á at gera ein botaniskan hava og tað vóru hesar blómur sum Hans Simon Holtzbecker málaði í bókini Gottorfer Codex. Í havanum kundi man finna sjáldsamar plantur frá øllum heiminum.
Frá Gottorp Slot í dag. Kelda: Gottorp Slot.
Frá
renessansuni til Carl von Linné
Carl von Linnésa verk Systema Naturae frá 1735.
Framsýningin er musealt heilt væl frágingin. Tey hava lagt niður eitt trýdeilt tak um myndirnar. Har kronologiska gongdin gongur frá, tí súmbolska og til vísundakenda hættin at hyggja eftir blómum og náttúruni. Soleiðis síggja vit hvussu ein mynd av einari blómu er ein partur av tíðini hon var málað ella teknað, men eisini fáa vit innlit í eina tíð har menniskja stóð millum ein súmbolskan heim eykendan av trúgv og hvussu náttúrusøgan og vísindi komu at varpa nýtt ljós á blómumyndir. Tað er bert keðiligt at tá vit at enda í framsýningini koma fram til hin áhugaverda Linné sleppa vit bert at síggja hansara klassifikatiónsskipan frá 1735 og ikki so frægt sum eina mynd av blómum ella djórum.
Stilleben, Blómur. Hans Bollongier (1623-1672)
málningur frá 1639 av kendu Semper
Augustus tulipanini.
Blómur, listakømur og raritetskabinettið
Frans II Francken (yngri),
Kunstkammer, 1636.
Botanisk søvn siga søguna um Europa, tí hesi søvn
av plantum og djórum vóru høgt í metum.
Botaniskir havar eru tí eins og søguligir bygningar ein partur av einari
kapprenning og samanbering millum europeiskar tjóðir, ríkmenn og kongahús. Bókasøvn, herbarium (plantusøvn) og djórasøvn
komu at gerast ein partur av leitani eftir tí serliga í tjóðarinnar
mentanararvi. Soleiðis eru myndir av blómum og urtum, sum vit síggja tær á
plansjum og í søvnum av plantum, partar av sosialu, mentanarligu og økonomisku
søguni í Europa. Umframt alt hetta, hava myndir av plantum stórt listarligt,
metaforiskt og fagurfrøðisligt virði.
Levinus
Vincent Wunderkammer.
Millum resessansuna og endan á 18. øld vóru
náttúrugranskarar ávirkaðir av tankanum um tað ‘kuriøsa’, ella tað
sjáldsama. Um tað so vóru fornlutir, náttúrufyribrigdi ella annað. Best var um
hesir vóru sjáldsamir, ‘abnormir’, vanskaptir ella mutatiónir. Leitanin eftir
tí heilt serliga innan flora og fauna, tað kundi vera einhyrningar, vanskapningar
og ótrúlig djór innan náttúrusøgu, sæst
aftur í realistiskum tekningum og málningum av fuglum, fiski, plantum men
eisini av fólkum og teirra mentan. Í føroyskari tilvitanarsøgu kenna hetta frá
Lucas Debes, ið var áhugaður í tí sjáldsama. Hann hjálpti tí lærda Th.
Bartholin í 1673 at gera
ein lista yvir trettan ‘raritetir’, ið bert funnust í Føroyum, serligar sjúkur,
djór sum hin hvíti ravnurin og m.a. ein havfrúgv í Suðuroy. Áhugin
fyri náttúrufyribrigdum og náttúrusøgu í eldri modernaðu tíð var samanvovin við
áhuganum fyri list og vakurleika. Tað
var eins náttúrlig fyri Ole Worm at savna sjáldsom djór sum kvæði og at skriva
søgu alt í senn.
Eitt ’raritetssavn’ við djórum og plantum.
Ferrante Imperato Dell'Historia Naturale,
1599.
Raritetskabinett og ‘wunderkammer’ vóru eisini partar
av europeiskari gransking og kanning av heiminum, eins væl og partar av
umsitingini hjálondum. Raritetskabinettið komu undan okkara tíðar museum, men
munurin á teimum og okkara tíðar museum er at tey ikki settu lutir hvør sær og
tey sýndu mangan fram stórar mongdir av tí sama. Seinni kom upplýsingartíðin at leggja meiri dent á
skipanir, hetta síggja vit eitt nú hjá Svabo. Eisini kyknaði áhugin fyri
náttúrini á ein annan hátt sum ein leitan eftir tí sum er stórbært, sublimt og
náttúrusublimt.
Djevulin hyggur eftir tulipanhandilsmonnunum, sum sita á eini bar, meðan Flora sleppur sær til rýmimgar á einum esil. Satiriskt koparstikk um tulipankreppuna í Hollandi í 1637. Kelda: Statens Museum for Kunst.
Blómur fingu so stóran týdning at tær komu at gerðast partar av fyrstu spekulatiónsbløruni í heiminum, kallað tulipankreppan. Fram til 1637 vóru góðar tíðir í Hollandi, landið var eitt heimsentrum fyri vísund, vinnu og handil. Vandi er tó í hvørjari vælferð. Prísurin á tulipanleykum kom at gerðast so høgur at ein tulipanleykur kundi vera seldur fyri tíggju árslønir hjá einum hondverkara. Endin var sjálvandi at allur marknaðurin breyt saman, ið sjálvandi er áhugavert í mun til okkara tíð.
Apur
klæddar sum fólk í Hollandi í 17indu øld, ið selja tulipanir. Ein satiriskur
málningur um heimsins fyrstu fíggjarligu ’bløru’. Málningur eftir Brueghel Yngra,
uml. 1640. Frans Hals Museeum, Haarlem Holland.
Sjálvt um framsýningin ikki heilt heldur
tað hon lovar, so er tað áhugaverda, at hon megnar at samanfatað bæði
náttúrusøgu, listasøgu og mentanarsøgu.
Ein várlig framsýning, nú várið er í nánd - sum Morten
Nielsen tók til:
Verden er våd og lys –
himlen er tung af væde …
Hjertet er tungt af
lykke,
lykkeligt nær ved at græde.
Fleiri framsýningar innan sama tema í
økinum:
Tað ber eisini til at síggja meiri um blómur í nýggja sokallaða Parkmuseerne, ið eru Davids Samling, Filmhuset, Den Hirschsprungske Samling, Rosenborg Slot, Statens Naturhistoriske Museum og so Statens Museum for Kunst. Rosenborg Slot vísir kenda porselenstellið frá 18indu øld Flora Danica. Seinni hava tey eina framsýning við Maria Sybilla Merian (1647-1717), ið framum at vera skordjórafrøðingur og plantufrøðingur eisini var blómumálari.
Rosenborg
Slot hava eina framsýning
við Maria Sybilla Merian (1647-1717), ið umframt at vera skordjórafrøðingur og
plantufrøðingur eisini var blómumálari. Kelda: Rosenborg Slot.
Flora Danica
terrin málað við rosa cinnamonea. Stellið varð framleitt frá 1790-1802
sum ein gáva til Kathrinu Stóru av Russlandi frá Kong Chr. VII. Stellið hevur
ikki minni enn 1802 partar, 1530 eru til enn. Kelda: Rosenborg Slot.
Botanisk Have hevur
sjálvandi livandi blómur og Statens Naturhistoriske
Museum hevur eisini eina framsýning um Flora Danica har Niels Borch og eitt tal
av donskum listafólkum hava nýtulkað eina mynd frá Flora Danica. Hesi eru: John
Kørner, Tal R, Per Kirkeby, Marianne Grønnow, Lise Blomberg Andersen, Danh Vo, Trine
Søndergaard og Nicolai Howalt, Morten Schelde, Erik A. Frandsen og Peter Holst
Henckel
Davids Samling hevur
eina framsýning um blómur innan islamiska list.
Miniatura, Sita vil burtur frá
Hanuman, India, 1594. Kelda: Davids Samling.
Frá
filminum American Beauty. Kelda: Filmhuset.
Filmhúsið hevur filmar
um og við blómum, romantiskar myndir og ímyndir, ironiskar og metaforiskar. Og
á Den Hirschsprungske Samling hava tey eina framsýning av vármotivum.
”Vár”, Harald Slott-Møller (1864-1937). Kelda: Den Hirschsprungske Samling
Tíverri ber ikki til at keypa eittans atgongumerki til
allar framsýningarnar, men Filmhuset, Davids Samling eru ókeypis.
Kim Simonsen