Thursday, October 27, 2011

Eitt sindur um føroyskar igloir


Fyrr í ár hevði eg áhugavert meylbrævaskifti. Tað var í sambandi við, at Tróndur Patursson skuldi taka lut í Biennaluni Kijkdüin í Hollandi í summar, eg hevði skrivað tekst til katalogið og samskifti við samskiparar um ymisk praktiskt og fíggjarligt eisini. Tróndur skuldi taka lut við einum stórum, fantastiskum glaskupli og tað er stórt arbeiði at fáa alt til at ganga upp. Beint sum alt endiliga var við at koma uppá pláss, fekk eg ein løgnan meyl frá fyrireikarunum. Tey spurdi um eg ikki kundi senda nakrar myndir av føroyskum igloum.

Eg mátti jú tíverri skuffa tey og greiða teimum frá, at igloir als ikki vóru vanligar her í Føroyum og at tær als ikki hava nakað við verkið hjá Tróndi Patursson at gera. Eitt er, at verkið er runt og at tað ber til at fara inn í tað men tað er á ongan hátt relaterað til eina eskimoiskt kavahús, tað er relaterað til kosmos. Hetta høvdu tey ikki lætt við at góðtaka, og tí vendu tey sær til uttanríkisráðið, sum uttan at drála sendi teimum myndir av summarhúsum í Kvívík við hartil hoyrandi leinkjum og tekstum um, hvussu tað ber til at leiga hesi summarhúsini. Nú var avtalan, at hetta lítla føroyska reklamuinnslagið skuldi í tað stóra, fína biennalukatalogi. Eitt annars rættiliga hugaligt samstarv fekk ein heldur harðari tóna og eg mátti hótta við, at hvørki listamaður ella listaverk komu til Hollands í fall, at hetta láturliga uppskotið frá ”The Ministry of Foreign Affairs” varð framt í verki.

Alt endaði væl og verkið hjá Tróndi Patursson gjørdist ein ordans succés. Luttøkan hjá Tróndi varð gjøgnumførd uttan fíggjarligan stuðul hiðani, - ja uttan nakra undirtøku yvirhøvur frá heimlandinum og við beinleiðis fellum frá eini skipan, sum sigur seg fagna listini og sum sigur seg halda, at vit skulu marknaðarføra okkum altjóða við listini. Henda lítla søgan um igloir er tíverri ikki einastandandi í føroyskari mentanarfyriskipan. Tað verða javnan brúktir pengar til fullkomiliga nytttuleys tiltøk uttanlands, sum hartil eru óvirðilig av tí, at tey verða gjøgnumførd uttan ráð frá serkønum.

Her er mín visión: http://listinblog.blogspot.com/2011/06/vision-2013.html

(IS)