Wednesday, October 12, 2011

Vit um vørp: Fjølmiðlavalið


Tað er ikki til at síggja, veitst tú ikki av tí, men løgmaður hevur altso skrivað út val. Tað eru vit sjálvandi ikki tey einastu, sum hava lagt til merkis. Dimmalætting skrivaði m.a. soleiðis í teirra leiðara 7.okt. undir yvirskriftini Stilli: "Í morgin eru akkurát tríggjar vikur til vit skulu inn í atkvøðuboksirnar at seta kross... Tað er undrunarsamt at leggja til merkis, hvussu ómetaliga friðarligt tað er á politiska vøllinum... sløva valstríðið ber boð um atgerðarloysi og manglandi loysnir. Tað ber eisini boð um, at ov lítið av fyrireikingum eru gjørdar og at flokkarnir ikki vita hvat skal gerast...". Eg kundi ikki verið meira samd við Dimmu í, at tað at tríva í egnan barm er nakað av tí mest reyvkeðiliga, sum er til. Og sjálvkritikkur og sjálvsrannsakan er akkurát líka óáhugavert. Eingin okkara dámar hetta, men onkuntíð má tað gerast og nú er tann stundin komin til handa hjá fjølmiðlunum.


Tí vantandi futtur í valstríðnum kemst ikki bert av ódugnaligum politikarum og vánaligari politiskari fyriskipan. Hetta snýr seg í stóran mun eisini um miðlarnar.

Tí miðlarnir hava sum kunnugt ein rættiliga stóran leiklut í okkara fólkastýri. Hetta er ein týdningarmikil leiklutur, sum fjølmiðlarnir hava at formidla, seta dagsordanina og yvirhøvur at ansa eftir samfelagnum.

Men í Kringvarpinum tykist tað sum um, at orðið val er bannað á sama hátt sum orðið public service, ið er enn meira bannað meðan tey brongla seg í gjøgnum dagar og vikur í eini støðugari roynd at koma sær undan hesum báðum orðunum. So íðin sýnist henda roynd, at tú fært illgruna um, at tey í Kringvarpinum í løtuni koyra eina fjalda kampanju fyri fólkaflokkin og privatisering av almennum stovnum.

Bløðini tykjast harafturímóti als ikki ræðast orðið val, tey hava hildið val í fleiri mánaðar áðrenn valið varð veruleiki og tað er vissuliga stuttligt, tí tey tulka teirra demokratiska leiklut sum eitt slag av sorteringsmaskinu, sum tryggjar, at bara tey, sum hava pengar - nógvar pengar - sleppa til orðanna fyri at greiða frá teirra ynskjum og ætlanum fyri okkara samfelag. Sjálvi hava bløðini grundgivið við, at hetta er at veita teimum valevnum hjálp, sum hava lyndi til at skriva ov nógv. Gud varðveiti mítt góða lag, men tit hava vónandi eina blaðstjórn til hetta arbeiði? Eg veit ikki hvat hetta er fyri ein løgin alfonsmentalitetur at fata fólkaræði sum nakað, sum tað ber til at formidla fyri pengar. Vit vita væl av, at blaðkreppa er um allan heim, men at brúka valið og harvið fólkaræðið sum gullhønu, hóskar seg ikki.

At seta annað enn tilvildarligt lívstílsfjas á breddan liggur eyðsýniliga rættiliga fjart hjá okkara miðlum. Resignatión og hugskotsloysi er ræðuligt. Til ber at ímynda sær, at tað kundi verið ein loysn í mun til allan lesarabrævsspurningin, at bløðini sjálvi tóku fyrsta stig til at viðgera nøkur evni og síðan lata politikarar - óansæð inntøku - koma við viðmerkingum til hesi evni. Tá hevði helst eisini verið pláss fyri nøkrum kritiskum og trúverdugum analysum, sum í skrivandi stund ikki eru serliga sannførandi, tá støðan er sum hon er og nakrir politikarar gjalda dýrt fyri at koma til orðanna í blaðnum, meðan aðrir ikki vilja ella ikki hava ráð at gjalda og sum tessvegna ikki eiga at verða nevndir, tí at einki í hesum heimi er ókeypis. Heldur ikki varðveitslan av demokratinum ella rættur okkara til upplýsing.

Hvat var tað nú eg segði, at mann skuldi gera onkuntíð. Okkurt við at taka í egnan barm, okkurt við sjálvkritikki og sjálvsrannsakan var tað vist. Alt tað keðiliga, sum hevur við sær ófjálgar spurningar sum: Havi eg gjørt nakað skeivt? Er okkurt sum eg ikki havi skilt? Havi eg gjørt nóg mikið fyri at liva meg inn í alternativ sjónarmið? Havi eg sjálv ein negativan leiklut? Er nakað, ið eg kann gera?

Og ja. Tað er tað í grundini. Eg kann skrála av fullum hjarta: HALLÓ FJØLMIÐLAR, KOMIÐ SO Í GONGD VIÐ HASUM VALINUM