"Havið"
Tað skilst, at mann ordiliga hevur forsømt seg, men eg visti ikki um teir tríggjar fyrilestrarnar, sum hava verið í Norðurlandahúsinum um list og listahandverk, ið vórðu hildnir sum partur av listahandverks- og sniðgevingarverkætlanini ØDESIGN. Hetta eru av sonnum tríggir kapasitetar, ið hava hildið fyrilestur: Ole Lislerud, professari á kunstakademinum í Oslo helt fyrilesturin: "Kunsthåndværket ved en milepæl". Angelica Blomhage, kurator og listafrøðingur á Gotlands Konstmuseum helt fyrilestur um hav og vatn í samtíðarlistini og Tróndur Patursson helt fyrilesturin "Kosmiska havið". Eri hørm um, at eg ikki fekk hesar fyrilestrar við, men eg var til ta einu ferniseringina av trimum og tosaði har við áhoyrarar, sum vóru sera væl nøgdir. Tróndur Patursson dugir serstakliga væl at greiða frá tí, sum hann ger og professarin hevði eftir øllum at døma verið sera provokerandi í sínum fyrilestri við m.a. at siga, at listahandverkið er deytt.
Har var annars ordiligt lív í Müllers Pakkhúsi leygardagin við løttum violintónleiki og eini ørgrynnu av sera ymiskum listahandverki, har okkurt er meira listarligt enn funktionelt, meðan okkurt annað er meira funktionelt enn listarligt. Sumt av tí framsýnda eru vakrir brúkslutir, meðan okkurt annað er rætt og slætt kitsch. Eg seti inn myndir her, sum Jan Andersson tók ferniseringsdagin og niðri undir seti eg inn tíðindaskriv um tiltakið.
Tíðindaskriv: Fyrilestrar og marathon-fernisering
Í viku 39 vitja listahandverkarar úr Gotlandi og Bornholm í Føroyum.
Áður hava listahandverkarar úr báðum oyggjunum sýnt fram í Norðurlandahúsinum í sambandi við 3- ára verkætlanina, Ø-design. Tað var í 2008 og 2010. Føroyingar hava eisini vitjað Gotland og Bornholm við framsýningum.Í 2010 høvdu listahandverkarar úr teimum trimum oyggjunum eisini framsýningina "Inselndesign" í stórfingnu hølunum á Norðurlendsku Sendistovuni í Berlin. Í hesum umfarinum luttaka 21 framsýnarar av Bornholm, 13 úr Gotlandi og 6 úr Føroyum. Talan er sosatt um eina fjølbroytta framsýning bæði í tilfari, sniði og listabúna.Almennu fyrilestrarnir í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 30. septembur og framsýningin "Havið", sum letur upp leygardagin 1. oktobur í Müllers Pakkhúsi og á Føroya Sjósavni, eru fyribils endin á samstarvinum millum Føroyar, Gotland og Bornholm. Endamálið var at menna kunnleikan til hvør annan og at fáa í lag framtíðar samstarv millum listahandverkarar. Hetta til tess at styrkja arbeiði teirra, og vónandi menna mentanar-ferðavinnuna á Gotlandi, Bornholm og í Føroyum so tey ferðandi geva norðurlendska listahandverkinum meiri ans.
Leygardagin 1. oktobur, Marathon-fernisering, "Havið":
Kl. 14.00 - 15.00 fernisering í Müllers Pakkhúsi, umboð frá mentamálaráðnum setur framsýningina.
Kl. 15.30 - 17.00 fernisering á Føroya Sjósavni, Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur framsýningina.
Hesi luttaka av Bornholm:
Else Linde, Lise Elvang, Evelyn Noval, Heidi Hentze, Helle Lund Hansen, Kattarina Yxhufvud, Jseper Nielsen, Vibeke Berland, Rikard Palmquist, Eva Brandt, Timmi Kromand, Baltic Sea Glass, Bodil Brandt, Lenny Goldenberg, Edith Eriksen, Helle Hutchinson, Kumiko Kimbara Asti, Pernille Stougaard, Elinor Andersen og Lene Fensholt.
Hesi luttaka úr Gotlandi:
Heléne Schüldt, Eva Mozard, Kristina Torsson, Karin Sutare - Idun, Ulla Ahlby, Eva Hållsten, Kerstin Osvald, Eva Kothe, Stina Lindholm, Lena Scharp, Måna Engström, Angelica Blomhage og Frode Falkenhaug.
Hesi luttaka úr Føroyum:
Tita Vinther, Oggi Lamhauge, Ole Jacob Nielsen, Jógvan Biskopstø, Astrid Andreasen og Guðrið Poulsen.