Onkur hevur róð framundir, at Listin er vorðin ríkiliga tjóðveldisligur hesar seinastu dagarnar og hetta mugu vit bara ásanna, men gera samstundis vart við, at listabloggurin alt valstríðið hevur verið opin fyri øllum politiskum áskoðanum, sum øll valevni eru sloppin at bera fram á blogginum og tað púra ókeypis. Okkara einasta krav hevur verið, at valgreinin skal snúgva seg um mentan og list. At tað so í stóran mun hava verið tjóðveldisfólk, sum hava tikið tilboð okkara í álvara, mugu vit hinvegin næstan fata sum eitt argument fyri at taka Tjóðveldi í álvara. Og vit kunnu eisini staðfesta, at tað eftir mentanar- og listapolitikkinum í teimum ymisku valskránnum at døma, er Tjóðveldi, ið tekur listina í størsta álvara. Hetta fært tú í øllum førum varhugan av, lesur tú mentanar- og listapolitikin í skrivinum "List byggir land sjónligt í heiminum", sum seriøst og neyvt viðger listina sum tilfeingi. Flokkurin er mær vitandi eisini tann einasti, ið beinleiðis brúkar list í valinum sum við verkinum omanfyri. Hetta verkið er framleitt í Steinprenti fyri Tjóðveldi sum samstarv millum Trónd Patursson og Carl Jóhan Jensen. Blái liturin er eyðkendur fyri kosmiskt hugaða listamannin úr Kirkjubø og nýskjaldrið er ikki minni eyðkent fyri politiskt aktiva skaldið, sum við fáum orðum ber fram kritikk av okkara vantandi brúki av serkunnleikanum (í hesum føri av fiskifrøðingunum) og einum eftir øllum at døma vitisleysum áliti á ein ótømandi danskan ríkiskassa.
200 eru neyvan serliga ósamdir við boðskapinum í teirri bláu myndini, men teirra approach er nakað væl meira beinleiðis, frekt og aggressivt. Teir eru kendir sum politiska punkorkestrið, hvørs tekstir ofta ganga heilt yvir til markið og ofta yvirum alla sømiligheit og so er tað sjálvandi tað, at vit altíð kunnu kjakast um hvat sømiligheit er fyri nakað. 200 halda tað vera ósømiligt at forfylgja samkyndum og nokta at veita teimum tey mannarættindi, sum vit øll í okkara parti av heiminum eiga frá løtuni, vit eru fødd. Tað er LGBT Føroyar fyri at takka, at tað nú stendur øllum púra greitt hvørji 57 valevni taka undir við at dagføra hjúnabandslógina, so at hon eisini er galdandi fyri samkynd. Neyvan verður nakar bilsin av, at eingin úr Miðflokkinum er við á yvirlitinum yvir tey 57 og júst hesin flokkur er millum yndisoffrini hjá 200, eins og Sambandsflokkurin javnan stendur fyri skotum m.a. í einum sangi við uppáhaldinum, at eingin sambandsmaður er til um 50 ár. Filmstubban niðriundir er valla eitt listaverk, men eg fann hann á youtube, tá eg leitaði eftir sambandslist og sigast má, at hann helst er meira sambandsligur enn listaligur, men stuttligur er hann jú eisini.
Find more 200 songs at Myspace Music
Eitt annað verk, sum hevur nógvan boðskap, ið tó ikki er eins eyðsýndur ella eintýddur sum í omanfyri nevndu verkum, er verkið hjá Tóroddi Poulsen við heitinum Loysing ella samband. Hetta er ein uppseting av viðgjørdum readymade leikum, tveir kóboyarar, sum eftir øllum at døma kappríða uttan annað sjónligt mál ella mið uttan kanska bert hetta eina; at ríða kapp. Reiðmenninir báðir hava hvørt sítt lasso til reiðar, men eingin fongur er í eygsjón. Soleiðis hevur tað kanska kenst í øllum førum fyri listafólk seinastu árini og ikki minst síðan kreppan fór at klóra, tí tað er listin og listafólkini, ið allarfyrst merkja eina fíggjarkreppu. Sjálvt um øll eru samd um, at uttan listina var keðiligt at liva, so eru listaligu produktini so mikið ovarlaga í tørvspyramiduni hjá teimum flestu, at tey gjalda ikki fyri list, tá illa stendur til. Við nýggja mentanarálitinum hjá Tjóðveldi "List byggir land sjónligt í heiminum" halda vit okkum hóma ein glotta fyri framman og vóna, at sýndi áhugin í valstríðnum fyri mentan og list sæst aftur í verki aftaná valið. Gott val!