Thursday, October 27, 2011

Mentanarval: Filmslist er eisini list


Øssur Winthereig, Tjóðveldi

listini er einki líka. Ymsar listagreinar hava ymiskan tørv. Skal listin trívast og harvið eisini menniskjuni, so mugu vit síggja, at tørvurin er ymiskur. Hóast allar listagreinar eru kroystar, so er lættari at nøkta tørvin hjá summum enn hjá øðrum – eitt nú filminum.

Vit skulu ikki standa so ovfarin og halda, at føroyskur filmur júst er dottin niður av himli. Vit skulu ikki standa og bíða, um hatta ikki nokk hvørvur aftur. Tvørturímóti eigur eisini filmslistin at takast í álvara.

Í roynd og veru hava vit í mong ár havt eina vakstrarlind í filmslistini og hava tørv á eini strategi fyri filmsframleiðslu. Her snýr tað seg um at lurta eftir teimum, sum arbeiða við filmsframleiðslu. Vit hava leingi havt møguleikan at gerast eitt land, sum kann gera vart við seg millum onnur lond við filmsframleiðslu. Men hendan listagreinin hevur ikki verið tikin í álvara.

Filmsverkstaðurin Klippfisk hevur í fleiri ár ment bæði áhugan og framleiðslu av filmi. Katrin Ottarsdóttur og onnur hava eisini víst, at her eru møguleikar. Ein vegur er at stovna ein filmsgrunn, sum bæði kann ráðgeva og fíggja filmsframleiðslu. Pengarnir kunnu bæði koma úr Føroyum og úr útlandinum gjøgnum altjóða samstarv. Har eru fleiri altjóða samstørv fyri smáar tjóðir. Samstørv sum snúgva seg um fígging, útbreiðslu og upplæring. Vit egia at gerast partur av hesum samstørvum.

Um pengarnir koma úr Monako ella Miðvági er líka mikið fyri føroyskan film, bara kreativa arbeiðið er her