Fylgja vit hansara egna bókayvirliti í nýggju bókini, er hetta útgáva nummar 30 hjá yrkjaranum og listamanninum, sum fyri langari tíð síðani skuldi verið settur á føroysku fíggjarlógina fyri sítt ótroyttiliga arbeiði føroyskum máli og hjólveldi at frama.
Men skulu vit taka valskránnar hjá teimum ymsu flokkunum í álvara, eru vána líkindi fyri framtíðar lønveitingum til yrkislistafólk. Tjóðveldi, sum eg annars helt hava progressivan hugburð mótvegis listini, orðar seg nú heldur konservativt í nýggju valskránni við serligum denti á at varðveita kvæðini. Tað er jú tað herliga við kvæðunum, at tey eru gomul - har er einki stríð við copyright og troyttandi rithøvundum, sum hava tørv á mati og húsaleigu, klæðum og gummustúvlum og hvat tey annars finna uppá at forlanga í teirra æviga kravsemi. Í eini tílíkari konservativari mentanarhugsjón er heldur ikki tann stóri tørvurin á serfrøðingaráðum, tí tað er jú longu staðfest fyri langari tíð síðan, at kvæðini eru haldgóð list, so í staðin fyri at finna uppá nýtt, er meira ómakaleyst, at vit heldur miðsavna okkum um at konservera gamla mentan.
Heldur enn at konservera fæst Tóroddur Poulsen við at konsentrera og tað er galdandi óansæð um vit hyggja at hansara bókum, myndum, installatiónum ella permuni á bókini, sum er átøk eini kollasju, ið rillar skemtiliga á markinum millum slætt readymade og tað heimagjørda. Svarta steinprentið við teimum gráu, tysjandi krabbunum slær ein lagnutungan, dapran klangbotn, sum ljómar gjøgnum alt verkið. Bókin hevur heitið: "Bræddur firvaldur" við uppískoytinum "52 ljóð til tøgnina" og sambært tíðindaskrivinum er talan um eitt yrkingarsavn, sum er øðrvísi í mun til hini søvnini hjá Tóroddi Poulsen. Sjálv haldi eg, at hetta savnið tykist skrivað heilt og fullkomiliga í sama anda sum tey undanfarnu.
Fyri tann matliga lesaran ljóðar "Bræddur firvaldur" sum ein modernaður og sera lættur døgurarættur, ið her verður borðreiddur fyri lesaranum. Men orðið bræddur kann bæði brúkast um at snerkja ella at hita og verður somuleiðis brúkt um tað, sum bráðnar ella verður tjørað og tá fari eg brádliga at hugsa um Damien Hirst og hansara óvandaligu og hjartaleysu viðferð av summarfuglum. Óansæð associatiónir og hvørja merking av orðingini, vit velja, tykist tað onkursvegna snúgva seg um fullkomnan og stokkutan vakurleika, sum er við at forfarast. Antin tað snýr seg um at kóka hann ella konservera hann til eftirtíðina er úrslitið tað sama, firvaldurin doyr. Á sama hátt sum í undanfarnu bókum er tað deyðin sum altavgerandi treyt, ið yrkingarnar snúgva seg um, men eg havi ikki áður verið so sinnisrørd av at lesa Tórodd Poulsen sum av hesum yrkingunum, ið bera fram eitt óendaligt takksemi frá einum yrkjaraegi, sum við sorgblídni ásannar hvussu stutt lívið er og hvussu lítið og hvussu nógv vit formáa okkum. Tað er helst at gera ov lítið av at pástanda, at evni sum deyði og skapan eru klassisk, men fá duga at orða tað á so originalan hátt sum Tóroddur Poulsen: ..kjøtið spelar/ avstað/ inn í/ eina kjøtleysa framtíð...(s.49)
Lívið er ikki sjálvsagt og tilveran má livast uppá tross av tí feittuta skugganum, sum støðugt lúrir. Jú, vit eru av sonnum á somu slóð sum í undanfarnum bókum, men tað er eins og yrkjarin í hesum árum tekur seg fram við sjeymílafetum. Í so máta minnir hann um Ingálv av Reyni, tá hann var farin um tey 80. Tóroddur Poulsen er við sínum 54 árum ein unglingi í mun til hetta, men hansara eyðmýgd yvir fyri tilveruni og listini tykist vaksandi í beinum lutfalli við ta støðugu minkingina av yrkingareglunum. Hetta eru klænar, smáar universala yrkingar, sum innihalda alla skapan og alla oyðilegging í einum skyggjandi prismublunki sum t.d. her:
fyrst
eitt blunk
síðani
siga okkurt
sum um
eina løtu
stendur
á pappírinum
um vónina
sædda
frá kavaflykruni
beint áðrenn
hon lendir
(s.10)
Samstundis sum myndamálið í yrkingunum er ríkt, frískligt og originalt, hómast eisini ein eyðmjúkur tørvur til at siga tingini beint fram, t.d. í eini verjurøðu fyri deyðan:
ikki ákæra
deyðan fyri
menniskjunnar
óeydnusemi
hann skapti
vakurleikan
og lívið gjørdi rammuna
og logan
sum sveið
veingirnar
á einglinum
sum ætlaði at eta
rótina til alt
(s.61)
Viðvíkjandi yrkingarhátti er talan framhaldandi klassiskt modernistiskar snildir við negatión, subjektskifti, samanseting av logiskt óforeiniligum heildum, umorðingar, samanseting av ítøkiligum og óítøkiligum, umrøða av ókendum lutum í bundnum formi osfr. Men Tóroddur Poulsen er kortini trúgvur mótvegis sær sjálvum og fullkomiliga originalur. Hansara yrkingar eru tilfarsliga tilvitaðar og á ein hátt arbeiðir hann meira sum ein installatiónslistamaður enn sum ein litteratur, tá hann setir sínar tekstir saman. Eisini er hann serstakliga tilvitaður um form og rørslu og um samsvar millum form og innihald sum her:
toran gongur
og orðini
oysa niður
tá eg rópi nú!
kava dýrini
og fuglarnir
niður í
eina syndaflóð
av yrkingum
har fiskarnir
taka ímóti okkum
við feskum bløðrum
Yrkingin er dømi um ein greiðan vertikalan form, sum tekur seg upp á himmalhválvinum. Rørslan byrjar í erva og streymar niðureftir inntil bløðrurnar leiða okkum upp aftur til byrjanina í ringrásini.