Thursday, October 20, 2011

Sannførandi talent - misjøvn framsýning




FIMM FRAMFÚS LISTAFÓLK nevnist átak hjá Listafelag Føroya, sum gamla áhugafelagið skipar fyri í sambandi við 70 ára føðingardegi felagsins og tað er ikki tí, at yvirritaða er beinleiðis ófús, men tað hevur onkursvegna ikki eydnast mær at síggja eina tí einastu av framfýsnu framsýningunum fyrr enn í dag, tá eg fór á býarbókasavnið at hyggja at framsýningini hjá Sámali Blak, ið hongur inntil 12.nov. 

Havnamaðurin Sámal Blak er høgt í metum sum scenografur. Hann hevur vunnið viðurkendu virðislønina The Linbury Prize (í 2009) og gjørt nakrar framúrskarandi pallsetingar og búnar, sum dømi eru um her á heimasíðuni: http://www.samalblak.com/ Heima hava vit m.a. upplivað Sámal Blak sum scenograf hjá Budam, Det Ferösche Compagnie og uppseting uttanlands av føroysku operuni "Í óðamansgarði". Harumframt luttók hann á ólavsøkuframsýningini Slóarblóð. Sámal hevur somuleiðis havt serframsýning í mentamálaráðnum og hendan nýggja framsýningin í Býarbókasavninum minnir um ta síðstnevndu, tó at framsýndu verkini eru meira ymislig bæði hvat viðvíkur stíli og dygd. Eitt nú er stórur munur millum ta sansaligt vakra, dekoreraða træpettið, ta sofistikeraðu surrealistisku visiónina við einum sveimandi træi og tannjulum og so ta heldur barnsliga ófrælsu illustratiónina av søguni hjá Williami Heinesen um Óðamansgarðin. 

Eg veit ikki hví framsýningin er so misjøvn sum hon er. Ein orsøk kann vera, at verkini stava frá ymiskum tíðarskeiðum, men tað er ikki til at siga, tí tey eru ikki dagfest í verkyvirlitinum. Ein onnur orsøk kundi verið, at listamaðurin hevur hugsað um børnini, sum vitja bókasavnið og tessvegna hevur tikið barnsligarmyndir við. Tó, at hugskotið er áhugavert í fleiri av myndunum, eru tær ikki nóg væl tøkniliga fullførdar og tað er undrunarvert, tí Sámal Blak dugir at mála. Tað prógvaði hann t.d. við sjálvsmyndini, sum var við á ólavsøkuframsýningini í 2007. "Bábelstornið", sum er sett saman av fleiri smáum løriftum tykist ikki liva serliga væl upp til sínar egnu pretentiónir, um tær eru at mana fram eina fantasykenda illusión av óhugnaligum fjallaverum. Tað kann væl vera, at tað er okkurt annað, sum Sámal granskar, men hetta tykist so ikki serliga sannførandi. Onkrar av hinum myndunum á framsýningini við heitum sum t.d. "Rullugardin" og "Kossurin" eru serstakliga áhugaverdar. Tær eru ævintýrkendar og raka við nýsurrealistiska rákið, sum er inn millum tey ungu, tó at tær tykjast hugskotsliga meira sofistikeraðar á la Maigritte. Tær góðu myndirnar hjá Sámali Blak eru originalar og ófrættakendar og minna í støðum um myndirnar hjá Silju Strøm. Eg seti nakrar fotomyndir inn her, tær eru vánaligar fartelefonmyndir. Viðmælt verður øllum at fara á Býarbókasavnið at hyggja.
  




















Leygardagin 15. oktober kl. 13 læt fjórða framsýningin hjá Listafelagnum í sambandi við 70 ára dagin upp á bókasavninum. Sámal Blak sýnir fram m.a. oljumálningar og vatnlitsmyndir.

Framsýningin verður at síggja inntil 12. november.
Sámal Blak er føddur í 1983 í Tórshavn. Hann býr í Onglandi.
Sámal Blak er scenografur og sniðgevur bæði pallmyndir og búnar eina mest til opera og sjónleik. Hann arbeiðir við verkætlanum í altjóða høpi og hevur útbúgving frá Central Saint Martins College of Art and Design, London, á linjuni Design for Performance. Eftir lokna útbúgving vann hann í 2009 viðurkenda Linbury Prize fyri pallmyndir til operuna Othello eftir Verdi. Sámal málar, teknar og myndhøggur eisini, og hann hevur havt fleiri listaframsýningar bæði í Føroyum og uttanlands. Sámal Blak fekk í 2007 gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum fyri ung listafólk.
Hetta er fjórða av teimum fimm framsýningunum í ár, sum Listafelag Føroya skipar fyri í sambandi við, at tað eru 70 ár síðani felagið varð stovnað. Talan er um fimm einframsýningar, sum byrja í Havn og fara til Klaksvíkar og Tvøroyrar. Til tess at gera vart við virksemið hjá felagnum hesi mongu ár og gera tað á ein hátt, sum er til frama fyri list og listaáhugað í landinum, verða framsýningarnar um alt landið. Ungu og framfýsnu listafólkini eru: Annika á Lofti, Heiðrik á Heygum, Marianna Mørkøre, Sámal Blak og Jón Sonni Jensen.
Býarbókasavnið fegnast um at hava fingið heiðurin at hýsa listaframsýningini hjá Sámali Blak, ið er partur av FIMM FRAMFÚS LISTAFÓLK hjá Listafelagi Føroya. Hetta stuðlar undir, at bókasavnið vil gerast ein sjónligari og fjølbroyttari mentanar- og vitanardepil. Í løtuni verður arbeitt við, hvussu hetta mál kann verða framt í verki, og hvat ítøkiligt virksemi bókasavnið skal leggja dent á í framtíðini. Hóast bókin og serliga teksturin altíð fara at vera í miðdepli á bókasavninum, vil bókasavnið arbeiða við mentan og vitan í breiðari merking. Tískil kann væntast, at regluligar framsýningar verða ein sjálvsagdur partur av framtíðar virkseminum á Býarbókasavninum.