Fólkini, sum vit velja til at stýra landi okkara hava avgerandi týdning fyri framtíðar umstøðurnar hjá mentan og list. Persónligi smakkurin nýtist ikki hava nakran týdning fyri teirra mentanarpolitikk, men vit eru allíkavæl forvitin. Tí hava vit biðið nakrar politikarar um at siga okkum, hvat teirra yndislistaverk er og í trimum reglum greiða okkum frá hví júst hetta listaverkið hevur týdning fyri tey.
Øssur Winthereig, Tjóðveldi
Eg havi valt “Dýrmæta lív” ella “Det dyrebare liv” eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, rithøvundi og journalisti. Hetta er ein lívsjáttandi bók um deyðan. Klóku, kenslubornu og persónligu brøvini frá Jørgen til vinmannin William Heinesen vísa kærleikan til lívið, tá tað er um at hvørva og eina játtandi lívsáskoðan í døpru 20-unum og 30-unum. Verd at lesa meðan man livir.