Øssur Winthereig, tjóðveldi
Mentanarpolitikkurin er helst mest forsømda øki seinastu átta árini. Samgongan hevur atkvøtt móti øllum uppskotum um bygnaðarbroytingar og batar. Mentanarnevnd løgtingins hevur í besta føri verið til onga nyttu yvirhøvur. Í versta føri niðurbrótandi. Tá mentanarpolitikkur als ikki hevur verið til staðar so langa tíð, er tað trupult at seta hann aftur á dagsskránna, tí eisini mentararpolitikkur skal røkjast og røktast.
Tí mugu vit gera alt vi kunnu fyri lyfta listina og mentanina fram í politiska ljósið aftur.
Mentanarpolitikkur eigur støðugt at verða á dagsskránni. Mentanarnevnd Løgtingsins eigur at vera ein mentanarpolitiskur verkstaður, sum leggur doyðin á armslongdarprinsippið og lurtar eftir mentanar- og listafakkunnleikanum.
Aðaltankin í okkara mentanar- og listapolitikki er, at um vit skulu marknaðarføra okkara land við mentan og list – og tað halda øll – so skulu vit byrja her heima. Vit skulu skapa virðilig kor hjá bæði mentanini og listini. Vit skulu styrkja tey støð, tey feløg, tey umhvørvi, har vøksturin sprettur og viðurkenna at list er til á mongum stigum og hevur ymiskan tørv .
Mentanar- og listapolitikkur má aftur takast í álvara.
Hetta ljóðar kanska háfloygt og ljóðar kanska eisini dýrt, men í stóru myndini tosa vit um smápengar. Men smápengar, sum eru ein íløga, ið grevur seg djúpt og røkkur langt.
Til gleði fyri okkum øll.
Her eru okkara boð:
Mentanar- og listapolitikkur: List byggir land, ið er sjónligt í heiminum
Hugsa um eitt land? Hvat land sum helst. Hvat vekur tín ans fyri viðkomandi landi? Hví er tað serstakt millum onnur lond?
Sjálvandi.
Og vit í Tjóðveldi ivast heldur onga løtu í at list og mentan gera munin.
Tað er fyrst og fremst listin og mentanin hjá eini tjóð sum fangar hugan hjá øðrum.
Tað hava onnur lond um okkara leiðir langt síðani ásannað.
Nú er tíð uppá at føroyingar gera tað eisini.
Við list og mentan kunnu vit gera vart við Føroyar og greiða gøtuna fyri útflutningsvørum okkara.
Men ætla vit okkum at gagnnýta listarliga og mentanarliga tilfeingi, ætla vit at gera okkum sjónlig úti í heimi, krevja list og mentan at fáa rímilig kor í samfelagnum.
Tað er ein fortreyt.
Tjóðveldi raðfestir list- og mentan høgt.
Tjóðveldi vil virka fyri at styrkja og áhaldandi menna ein dyggan og framsøknan lista- og mentanarpolitikk.
Íløgur í list og mentan eru íløgur í fjølbroytni, víðskygni og framtak í fólkinum.
Íløgur í list og mentan eru íløgur í lívsgóðsku í einum sterkari samfelag. Íløgur í eina tjóð sum evnar at gera seg sjónliga millum aðrar tjóðir í heiminum.
Tjóðveldi vil at Føroyar av álvara verða eitt samfelag sum ger mun í heiminum og vil tí virka fyri:
At styrkja lista- og mentanarstovnar okkara
Øll eiga at hava greiða atgongd til list og mentan.
Mentanarstovnarnir í samfelagnum, eitt nú søvn landsins, hava eina stóra ábyrgd mótvegis borgaranum - ikki bert ábyrgd í orði, men eisini í verki.
Tjóðveldi vil tí hava greiða og tíðarsvarandi lóggávu á savnsøkinum.
Tjóðveldi vil tryggja at mentunararvurin altíð verður umsitin av fakliga fullskikkaðum fólki.
Tjóðveldi vil tryggja at søvn landsins kunnu savna tilfar inn, granska og miðla vitan víðari til almenningin óheft av handilsligum og partapolitiskum áhugamálum.
Tjóðveldi vil seta pening av sum mentunarstovnar kunnu søkja um til ymisk átøk.
Tjóðveldi vil tryggja at leikhús verður bygt til Tjóðpall Føroya og góðtekur ikki at byggingin verður útsett. Eisini er umráðandi at tryggja rakstrargrundarlagið hjá Tjóðpallinum soleiðis at lagt verður upp fyri almennum prís- og lønarhækkingum.
Barnamentanin raðfestast hægri
Ein fjølbroytt barnamentan elvir skapandi og sjálvstøðugar borgarar av sær. Øll børn eiga tí at hava atgongd til og møguleika at taka virknan lut í lista- og mentanarlívi.
Samfelagið eigur at leggja sær í geyma, at barnamentunarligt arbeiði setur einki minni krøv til førleika, dygd og eldhuga enn annað virksemi. Tjóðveldi leggur dent á barnamentunarligt arbeiði.
Serliga vil Tjóðveldi tryggja at føroysk børn fáa atgongd á føroyskum til alt tað barnatilfar í miðlunum, sum javnaldrar teirra í øðrum londum hava á sínum málum.
Barnamentanin skal grundfestast í dagstovnum og skúlum, tær skapandi lærugreinarnar skulu uppraðfestast og tey skapandi evnini hjá børnunum stimbrast.
Mentanarstovnar eiga somuleiðis at brúka vitan og fakkunnleika sín til at tryggja at børn fáa eitt fjølbroytt og livandi innlit í list og mentan.
Framtøk í list og mentan
Mentanarpolitikkurin má áhaldandi endurskoðast og mennast.
Áherðsla skal leggjast á at fáa vøkstur og endurnýgging í list og mentanarlívi.
Tjóðveldi vil virka fyri at filmsgerð og onnur sjón-miðlaframleiðsla fær munandi betri umstøður enn nú er. Tjóðveldi vil virka fyri at ein listarskúli verður stovnaður.
Tjóðveldi vil stuðla upp undir mentunarliga og listarliga gransking.
Tjóðveldi vil gera útvegir fyri øktum altjóða samstarvi á lista- og mentunarøkinum m.a. við at greiða fyri betri stuðulsmøguleikum til altjóða listatiltøk.
Tjóðveldi vil, at tað verður høgligari hjá føroyskum forløgum at geva út serverk og týddar bókmentir.
Tjóðveldi vil bera so í bandi, at yrkistónleikarar kunna hava samansett størv, soleiðis at teir partvíst undirvísa umframt at spæla.
Tjóðveldi vil fremja útlflutning av føroyskari list og mentan.
Lista- og mentanaríløgur
Almennar íløgur í list skulu tryggja listarligt frælsi.
Tjóðveldi vil í tøttum samstarvi við listafólk og onnur ið starvast innan mentunarøki gera eina heildarætlan fyri lista- og mentanarstuðul.
Eina heildarætlan sum byggir á fakligt innlit og armslongdarregluna.
Eina heildarætlan, sum m.a. fevnir um inntøkujavning av starvslønum úr Mentunargrunni Landsins og eina lønartrygdarskipan fyri fremstu listarfólk okkara.
Eina heildarætlan sum viðurkennir, at listarlig framseting er ymisk hjá ymsum listarfólkum og at list er til á mongum stigum og hevur ymiskan tørv.
Listarlig rættindi verjast
Upphavsrætturin er nú umsíðir komin á føroyskar hendur.
Tjóðveldi vil tryggja listarfólki samsýning fyri sítt arbeiði á jøvnum føti við øll onnur. Einki fæst fyri einki – heldur ikki list.
Tjóðveldi vil virka fyri at bøkur, filmar, tónlist og myndlist verða vard móti avriting og misnýtslu og samstundis tryggja borgaranum í kunningarsamfelagnum atgongd til tey skaptu verkini við lóggávu um upphavsrætt.
Upphavsrættarlóggávan skal vera smidlig soleiðis at listarfólk sjálvi kunnu gera av sínámillum hvussu rættindini skulu umsitast.
Sum er hava listarfólk yvirhøvur ótrygg inntøkukor, tí skjýtur Tjóðveldi upp at eftirløn verður løgd aftur at øllum samsýningum sum listarfólk fáa fyri sítt arbeiði.
List og mentan fyri øll
Tann mismunur sum er í atgongd til listarlig og mentanarlig tilboð vegna búsetu og sosial viðurskifti skal javnast.
Tjóðveldi vil í samstarvi við kommunurnar tryggja, at list og mentan eru fyri øll.
Tjóðveldi vil knæseta ta meginreglu, at tá ið tað almenna byggir skal 1,5% av byggingarkostnaðinum fara til at listprýða viðkomandi bygning.
Tjóðveldi vil somuleiðis tryggja, at avgerðir um list í almenna rúminum verða grundaðar á dygd, fakkunnleika og armslongdarregluna.
Tjóðveldi vil halda fast um, at Kringvarp Føroya skal vera ein almennur upplýsingarmiðil og hava skyldu til at røkja listina og mentanina á lítargóðan hátt.
Tjóðveldi vil tryggja at so góðar umstøður sum gjørligt eru til undirvísing í myndlist, bókmentum og sjónleiki.
Tjóðveldi vil at atgongd til søvn landsins er so lagalig og bílig sum til ber og at mvg-gjald á atgongumerki til konsertir og sýningar verður lækkað ella avtikið.
Tjóðveldi vil virka fyri stuðli til arbeiðspláss sum taka list við í verkætlanir sínar í samstarvi við listarfólk.