Fjallprúða heim 1893 Fjallprúða heim: treystliga tú stígur úr havi, treystliga við sól og við glaðu; harðlenda heim! Fornfríða land: onkuntíð bragdaði “slagið”, eftir kom trælabands lagið; nónskýmda land! Brimbarda land: synir og døtur tú átti, lógu við ótta í smáttu; stormharða land! Roykur og sót fjaldu tær synir og døtur, tey bóru spjarrar og bøtur; seint fekst tú bót! Fjallbygda land: illa tú legðist í dvala; aftur tó hanarnir gala; sagnríka land! Fátæka land! ognir man havið tær bjóða, tú eigur systrina góða; havgirda land! Ríkt er títt hav, gevur tær treysti og megi, veldur tær sorgir og gleði; fongríka hav! Fátæka fólk: lítið tú virdist av monnum, hevur enn ilt fyri tonnum; nýfødda fólk! Fámenta fólk: fylkist tú øksl móti økslum, tá gerst tær stálkynt í jøkslum, sameinda fólk! |
Saturday, October 29, 2011
Vallistin 8
Labels:
Skaldskapur