Óluva Klettskarð, Tjóðveldi
Barnaár míni buðu upp á ta list, sum forfedrar okkara hava átt í øldir. Nevniliga frásøgnina. Og tað er frásøgnin í víðastu merking, bæði søgan og bíbliusøgan, klassiska barnasøgan og so føroyski dansurin sum fyrst hava ment meg. Frásagnirnar brendi seg fastar í sálina. Umvegis hesar frásagnir lærdi eg at tulka meg sjálva og kringumstøður mínar. Tey gomlu vóru frágera góðir frásigarar, og abbi mín onki undantak. Søgur um land og fólk, um hugburð til fortíð og framtíð eru keldur til eitt ríkt lív. Størstar av øllum eru kvæðini. Abbi mín plagdi at skipa fyri barnadansi í bygdini høgtíðskvøld, áðrenn tey vaksnu komu í dans. Og dansurin hevur givið mær fleiri av mínum størstu listarligu upplivingum. Hin aldagamla orkestiska eindin við rørslu, tónleiki og søgum gongur upp í eina hægri eind í føroyska dansinum, og dansurin hevur fleiri ferðir givið mær katarsiska uppliving. Sum tilkomin havi eg lært at elska myndlistina, teir stóru útlendsku málararnir eins og heimligu listina. Myndirnar hjá Mikines røra meg altíð, og skeivu motivini hjá Edwardi Fuglø haldi eg vera framúr.