Fólkini, sum vit velja til at stýra landi okkara hava avgerandi týdning fyri framtíðar umstøðurnar hjá mentan og list. Persónligi smakkurin nýtist ikki hava nakran týdning fyri teirra mentanarpolitikk, men vit eru allíkavæl forvitin. Tí hava vit biðið nakrar politikarar um at siga okkum, hvat teirra yndislistaverk er og í trimum reglum greiða okkum frá hví júst hetta listaverkið hevur týdning fyri tey.
Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin
Eg havi eina stora plakat i rammu i stovuni av myndini 1900
Plakatina fekk eg fra vinfolki ta ið eg fylti 25 so tað er lika so nógv ár siðan. Eg havi altið verið so hugtikin av myndini, bakgrundini eru myrk skyggj, síðan ein hopur av fólki og fremst har sólin skínur eru tveir menn og ein kvinna við einum barni undir arminum. Kenni søguna um myndina, ið er ein malningur, men fyri mær merkir hon at vanlig fólk taka stigið ut i solina og tað hava tey just funnið utav at tey hava rætt til. Komið altið at hugsa um eina strofu úr sanginum hja Nordahl Greig (Kringsatt av fiender): solskin og brød og vand ejes af alle"