Wednesday, October 26, 2011

Mentanarval 2011: Yndislistin hjá politikarunum - Rigmor Dam

Fólkini, sum vit velja til at stýra landi okkara hava avgerandi týdning fyri framtíðar umstøðurnar hjá mentan og list. Persónligi smakkurin nýtist ikki hava nakran týdning fyri teirra mentanarpolitikk, men vit eru allíkavæl forvitin. Tí hava vit biðið nakrar politikarar um at siga okkum, hvat teirra yndislistaverk er og í trimum reglum greiða okkum frá hví júst hetta listaverkið hevur týdning fyri tey.


Rigmor Dam, javnaðarflokkurin






Mítt yndislistaverk er The Wall hjá Pink Floyd. Orsøkirnar eru fleiri. Fyrst og fremst er tónleikurin ræðandi sterkur, samstundis sum tekstirnir hjá Roger Waters eru so ótrúliga vælskrivaðir.

Harafturat kann verkið tulkast á nógvar mátar. Har er ítøkiliga søgan um traumatiseraðu og fremmandagjørdu rokkstjørnuna, sum vaks upp við eini dominerandi einligari mammu eftir annan veraldarbardaga. Tað er hendan søgan, ið sæst aftur í filminum. Her byggir høvuðskarakterurin ein mentalan múr millum seg og umheimin, sum hann ikki longur kann kenna seg aftur í. Kenslurnar, drifturnar og náttúran eru her ein andsøgn til tað borgarliga, reaktionéra og tálmaða.

Múrurin kann eins væl tulkast á einum meira samfelagsligum plani, har hann skilur "okkum" og "hini". Hendan myndin er tíverri minst líka relevant í dag, sum hon var í 1979, tá Berlinmúrurin stóð sum ein sera ítøkilig áminning um jarntjaldið og heimin eftir heimsbardagan.

Í dag er tematikkurin eisini sera sjónligur, eitt nú í Ísrael, har múrar býta Palestinar og jødiskar búsetingar, múrar millum Mexiko og USA, og ósjónligu múrarnar millum Afrika og Europa. Millum rík og fátøk. Millum fría multinationalu fyritøkurnar, kapitalin og trælabundnu menniskjuna. Eisini kann tankin um "The Wall" endurspegla ræðsluna fyri tí fremmanda, sum ger alt meira um seg í USA og Europa.

Í stuttum, so er The Wall eitt megnarverk, tí tað kann tulkast so nógvar vegir. Eisini er ein múrur í sær sjálvum er ein so sterk mynd. Hann bæði verjir, men samstundis heldur hann onkrum uttanfyri - hann deilir heimin sundur.

Fyrsta LP-plátan eg keypti mær sum smágenta var The Dark Side of the Moon. Eg dyrki filmin, myndirnar og tekningarnar í The Wall. Havi verið til tríggjar livekonsertir, ta seinastu í summar í Berlin. Og næmingar í enskum, søgu, miðlabreyt, samfelagsfrøði ikki sleppa undan verkinum, har eg eri lærari.