Í sambandi við, at Bárður Jákupsson er liðugur við at útbyggja atelierið hjá sær við Gjógv bjóðaðu hann og konan, Hervør til Gjáar. Hetta gjørdist ein framúrskarandi túrur, fullur av góðum upplivingum fyri allar sansir. Meðan vit gleða okkum til listina, sum fer at verða skapað í nýggja atelierinum, kunnu vit fyribils hyggja at nøkrum myndum frá túrinum. Eg seti nakrar myndir her á bloggin frá túrinum við Gjógv og av málningum hjá Bárði. Summir eru frá stóru serframsýningini hjá Bárði og aðrir eru frá Heystframsýningini, sum í løtuni hongur í Listahøllini á Skipasmiðjuni og er opin dagliga frá klokkan trý til seks. Í dag, sunnudag 23.okt klokkan fýra verður konsert har úti við Aldubáruni.
Atelierið er ljóst og rúmligt og Bárður Jákupsson hevur varðveitt laðaðu grundina
Violett kompositión
Vit verða ynskt vælkomin í atelierinum
Rulliborð við máliamboðum
Frálíka borðið hjá Hervør við heimagjørdum pylsum og øllum góðum
Heimabakað breyð
Kompositiónirnar hjá Bárði eru ofta bygdar upp av vertikalum formum, sum ganga á skák
Til borðs
Í atelierinum
Vatnlitamynd hjá Bárði á Heystframsýningini 2011
Sylvia og Zacharias Heinesen í atelierinum
Sjálvt um myndirnar hjá Bárði eru abstraktar, er bratta landslagið við Gjógv inspirerandi
Torbjørn Olsen í atelierinum
Nils Ohrt og Tróndur Patursson prátaðu á túrinum
Bárður Jákupsson
Heimagjørdar pylsur
Fríða Matras Brekku gleðir seg at fara túr
Listafólki uppi yvir gjónni
Tvær myndir hjá Bárði
Torbjørn Olsen í essinum
Ein frálík mynd aftrat
Hervør Jákupsson greiddi frá um heimbygdina
Tvær kompositiónir hjá Bárði Jákupsson
Bárður Jákupsson
og Zacharis Heinesen fekk kanska inspiratión til sína næstu mynd
Eitt sindur bratt hjá havnafólkum
Jan Andersson
Vakurt útsýni yvir bygdina
Og heimaftur í køkin at kóka kaffi