Monday, October 17, 2011

Mentanarval 2011: Yndislistin hjá politikarunum – Annika Olsen

Fólkini, sum vit velja til at stýra landi okkara hava avgerandi týdning fyri framtíðar umstøðurnar hjá mentan og list. Persónligi smakkurin nýtist ikki hava nakran týdning fyri teirra mentanarpolitikk, men vit eru allíkavæl forvitin. Tí hava vit biðið nakrar politikarar um at siga okkum, hvat teirra yndislistaverk er og í trimum reglum greiða okkum frá hví júst hetta listaverkið hevur týdning fyri tey.


Annika Olsen, fólkaflokkurin



Mín yndismálningur er ekspressionistiski málningurin ”Skríggið” (1893) hjá Edvard Munch (1863-1944). Andlitsúttrykkið hjá kynsleysa persóninum á brúnni er so sterkt, at man nærum merkir og hoyrir hetta málaða skríggið. Litavalið er somuleiðis sterkt og undirbyggir væl motivið. Skríggið hjá Edvard Munch hevur somuleiðis givið íblástur til onnur listafólk, eitt nú Andy Warhol (1928-87). Hetta ber brá av, at málningurin er tíðarleysur við sínum dapra og ekspressionistiska motivið.