Eingin í øllum heiminum var so ovurfegin sum eg, tá eg hoyrdi, at føroyskar bókmentur vórðu bodnar við til heimsins størstu bókmentastevnu í Frankfurt, enntá sum gestur hjá sjálvum heiðurslandinum 2011 Ísland. Eg havi enn ikki fingið armarnar niður, men teir er so spakuliga farnir at troyttast serliga av vónbrotinum av teirri ómetaliga knøppu kunningini um hesa fyi føroyskar bókmentir stórhending, sum vit hava lagt 300.000 almennar krónur í. Stevnan hevur nú varað nakrar dagar og einastu tíðindi, sum eru komin hendavegin úr Týsklandi er onkur hissini viðmerking á FjasiBókini frá onkrum av teimum 23 føroysku luttakarunum á bókamessuni. Á henda hátt eri eg komin eftir, at tað kanska mest er ein stevna fyri forleggjarar, men eg veit tað ikki heilt. Á trimum myndum, sum eg av tilvild sá á FB, minti føroyski básurin ikki heilt lítið um set uppið í fyrndarinnar dionysisku mentanarstevnu í Keypmannahavn Færøerne i Fokus, tó at dagsins kelduvatnsnjótandi og veraldarvanu stevnugestir sjálvandi ikki ganga í ørviti mitt um dagin. Men sjálv uppsetingin við føroyskum bygdamyndum tykist eitt lítið sindur retro á la 70´ara og 80´ara postkolonialt vinaligt romantiseraðum lýsingum av upprunalandinum: Føroyar - the land that time forgot. Men hey, á einari av myndunum hómast ein føroyskur rithøvundur prátandi við ein annan íslenskan rithøvund. Vit gleða okkum at hoyra alt hvat hetta prátið var um, hvørjar bøkur vórðu seldar og hvørji úrslitini vit sum heild hava fingið burtur úr at luttaka á heimsins størstu bókamessu.