Wednesday, October 19, 2011

Toulouse-Lautrec viðmæli


Menniskjaliga komedian
SMK 17. september 2011 - 19. februar 2012

Av fullum huga vil eg viðmæla framsýningina við grafikki og tekningum hjá Henri de Toulouse-Lautrec, sum hongur í Statens Museum for Kunst í danska høvuðsstaðnum. Toulouse-Lautrec er kanska typiskt ein listamaður, sum fólk dáma eitt tíðarskeiði í teirra ungdómi fyri síðan at gloyma alt um hann seinni. Tá eg í síni tíð flutti inn í óunniliga 12 m2 Grønjordskollegiukamarið í betongbunkaranum á Amager Fælled, vóru tað upprunaliga tvær Toulouse-Lautrec plakatir og eitt songjarteppi úr Jysk Sengetøjslager, sum saman við tendraðu kertuljósunum vórðu nýtt sum mótvekt móti syrgiliga búrhønudáminum. Toulouse-Lautrec varð dyrkaður orsakað av elegantu strikuni, ið minti eitt sindur um art nouveau og um mótadesign. Eisini var hansara egna stutta lív ímyndin av einum listafólkalívi, einarin, sum fer sínar heilt egnu leiðir. Henri de Toulouse-Lautrec livdi frá 1864 til 1901, hann kom úr aðalsfamilju, men livdi lív sítt mitt í Paris millum bohemar, listafólk og skøkjur.  Framsýningin í Statens Museum for Kunst prógvar, at Toulouse-Lautrec í grundini var framman fyri sína egnu tíð bæði tá tað snýr seg um stíl, men eisini tá tað kemur til samskifti. Hansara list fer yvir um markið, sum er millum hóp og fínmentan á ein hátt, sum er framman fyri avantgardulistini í 20.øld. Eisini tøkniliga var Toulouse-Lautrec langt framman fyri við síni uppafturlívgan av steinprentinum og hansara frálíka ansi fyri plakatlistini. Framsýningin er ikki minst áhugaverd við okkara egna progressiva Steinprenti í huga, her tey hava sama forstáilsi fyri teim møguleikum, sum eru í steinprentinum. Framsýningin skal serliga viðmælast øllum teimum, sum í skrivandi stund stríðast við at gera valplakatir, tí her kunnu tey veruliga læra nakað um grafiskan greidleika og originalitet og samsvar millum boðskap og úttrykk. Í sambandi við framsýningina hevur Statens Museum for Kunst samstundis givið út katalog við nógvum og góðum myndum. 176 síður fyri 199 krónur.