Fólkini, sum vit velja til at stýra landi okkara hava avgerandi týdning fyri framtíðar umstøðurnar hjá mentan og list. Persónligi smakkurin nýtist ikki hava nakran týdning fyri teirra mentanarpolitikk, men vit eru allíkavæl forvitin. Tí hava vit biðið nakrar politikarar um at siga okkum, hvat teirra yndislistaverk er og í trimum reglum greiða okkum frá hví júst hetta listaverkið hevur týdning fyri tey.
Dávid Isfeld, Tjóðveldi
Tónleikurin á “hvítu” og “svørtu” útgávuni hjá Queen er so vakur og væl gjørdur, at hann spælir á allar mínar kenslustreingir: Teir sorgblíðu, máttmiklu og teir romantisku. Queen skara framúr bæði í tónasmíð og førleika á ljóðføri eins og í sangi. Queen gevur mær gleði, gásarhold og djúpa virðing fyri tónleikalist.