Tuesday, October 18, 2011

Sambandsflokkurin fyrstur við mentanarvisiónum


Leygardagin 29. oktober er løgtingsval. Eitt val, sum óansæð hvørja politiska áskoðan man hevur, snýr seg um at bøta um samfelagið. Mentan er umráðandi partur av hesum samfelagi og tí eru vit spentar at vita hvat teir politisku flokkarnir ætla at arbeiða fyri mentanarliga. Higartil hava bert tveir av flokkunum, framsókn og sambandsflokkurin, lagt fram valskrá. Framsókn hevur ikki tikið mentanina við sum partur av teirra valskrá, men tað hevur sambandsflokkurin. Vit viðgera teirra mentanarskrá her.

MENTAN

Málsetningar:
Sambandsflokkurin ynskir at styrkja mentanararvin fyri at varðveita tað virðismikla í føroyskari mentan og samleika. Harafturat ynskir flokkurin at menna listina við at skapa góðar karmar fyri
listafólk og harvið geva møguleikar fyri nýskapandi mentan og list í Føroyum.

Tiltøk
Stutt sikt
• Játtanin til Mentanargrunnin verður økt og gjørd verður langtíðarfíggjarætlan fyri grunnin. Virkisøkið grunsins skal framhaldandi vera at veita starvslønir umframt at stuðla útgávum og mentanarligum tiltøkum
• Listaskúlar og verkstovur (ateliér) til listafólk skulu setast á stovn. Hetta kann m.a. gerast í tómum skúlabygningum e.l. Møguligt skal vera hjá føroyskum eins og útlendskum listafólki, í avmarkaða tíð og við lagaligum treytum, at gista og starvast í verkstovunum
• Altjóða marknaðarførsla av føroyskari tónleikavinnu
Langt sikt
• Byggjast skal tjóðsavn eftir tí tørvi, ið nútímans savn av slíkum slagi krevur, soleiðis at hølis- og framsýningarviðurskiftini verða nútíðargjørd. Savnið skal kunna hýsa Fornminnis-, Náttúrugripa- og Landsskjalasavninum, bæði við tí virksemi, hesir stovnar hava í dag og væntandi fara at fáa í framtíðini. Í tann mun aðrir stovnar natúrliga hoyra heima í Tjóðsavninum, skal tað vera gjørligt eisini at hýsa tí virkseminum
• Leiklistin skal mennast, so at høvi verður hjá fólki alsamt at síggja leiklist á høgum støði. Tjóðpallurin skal hava nýggj høli, skal gerast út við neyðugari tøkni, neyðugum starvsfólki, haraftrat skulu arbeiðsumstøðurnar hjá leikarunum styrkjast við starvssetanum.

Politiskar raðfestingar
Politisku myndugleikarnir skulu skapa fíggjarligu- og mentunarligu karmarnar, og ikki stýra listini - tað er uppgávan hjá fakfólki. Listin skal stuðlast av bæði tí almenna (landi og kommunum) og tí privata fyri, at hon ikki bara skal verða treytað av einari fíggingarkeldu



Sambandsflokkurin hevur rós uppiborið fyri at viðurkenna tann leiklut, sum mentanin hevur í samfelagnum og at meta hann nóg umráðandi til at gerast partur av eini valskrá. Sum heild kann sigast um teirra mentanarhugsjón, at hon er borgarlig. Mentanararvur og listin skulu stuðlast, kanska sum partur av almenna dannilsinum, men tað skal ikki bert vera uppgávan hjá tí almenna, listin skal eisini vera partur av marknaðinum og kunna fáa privatar veitingar. Men sambandsflokkurin skrivar eisini soleiðis:”Politisku myndugleikarnir skulu skapa fíggjarligu- og mentunarligu karmarnar, og ikki stýra listini - tað er uppgávan hjá fakfólki.” og hetta er í grundini áhugavert, tí tað sambært borgarligum mentanarhugsjónum hevur verið eitt greitt lyndi til serfrøðingaangist. Áhugavert og positivt haldi eg. Okkurt betri orð enn "stýra" kundi verið brúkt um uppgávuna, sum fakfólkini hava, men í grundini hómast virðing fyri armslongdarregluni og hetta skal sambandsflokkurin hava treytaleyst rós fyri.

Sambandsflokkurin hevur býtt teirra skrá upp í stuttfreistað og longfreistað mál. Tað, sum kanska undrar mest er, at betri umstøður fyri Tjóðpall Føroya er komið undir tey longfreistaðu málini. Eg eri fullgreið yvir, at Tjóðpallurin er ein stór verkætlan, men meti hana sum nakað av tí, sum skal orðnast allarfyrst hjá eini nýggjari samgongu og tað óansæð um hon verður við ella uttan sambandsflokkin. Játtanin til mentanargrunnin skal økjast sambært sambandsflokkinum og hetta er heilt vist umráðandi, men eg kundi ynskt mær, at tey eisini lótu upp fyri einari umlegging av grunninum. Annars eru listaskúlar, atelier og marknaðarføring av tónleiki og uppá sikt eisini stovnan av einum tjóðsavn á skránni. Fín hugskot, sum serliga gerast góð, um sambandsflokkurin veruliga vísir seg at vilja uppgerðina við serfrøðingaangistina. Alt í alt sær tað gott út, nú bíða vit bara eftir, at fleiri flokkar seta mentan á valskránna.