Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi taptu báðir so dyggiliga í gjár og Jørgen fekk rætt í sínum ófrættakenda spádómi um, at "framtíðin er borgarlig". Valfimleikurin í tí frálíka barnaútvarpinum má frá nú av ljóða "høgra, høgra, høgra, høgra, tað er rætta lagið..".
Nú er bert at vóna, at tey skilagóðu, sum hóast alt komu í tingið halda seg frá at fara í stjórn, tí har er ikki mandat hjá teimum til at fremja nakað skilagott og tað fer hvørki at klæða Tjóðveldi ella Javnaðarflokkinum at fara longur til høgru. Í eini sterkari andstøðu kundu flokkarnir heldur arbeitt saman fyri at gjørt eitt gott felags tak næsta val. Her á blogginum hava vit javnan funnist at Helenu Dam á Neystabø, sum óansæð man vera ljósár framman fyri okkara næsta mentamálaráðharra. Eitt boð uppá ein slíkan kundi verið Jógvan á Lakjuni, hvørs sangfegna skeið sum landsstýrismaður í mentamálum árini 2004-2008 enn situr fast ritað í minninum. Hann náði meg, men vit fáa ikki verri politikarar enn hvat vit hava uppiborið og vit hava eftir øllum at døma verið sera óskikkilig, shame on us! Aja, nú mugu vit royna at koma yvir hetta og venda síðani sterkt aftur við góðari list, sum hetta landið hóast alt er fult av.
Mynd: Arne List