Monday, October 17, 2011

Weekdays - ummæli


Stórsligin dagur í viku...


Konsertin, sum Teitur, Tarira við Sunleif Rasmussen, Danmarks Radios Pigekor við Ceciliu Martin-Löf, Aldubáran, Jónas Bloch og Marianna Mørkøre borðreiddu fyri okkum í Norðurlandahúsinum í kvøld var ambitiøs uppá fleiri mátar og stórsligin á annan hátt enn í luttakaratali. Men luttakararnir vóru nógvir. Tilsamans mundu tað vera eini 80 fólk á pallinum og við teimum mongu skiftunum og ymisku ensemblunum er vandin stórur fyri at fáa eina ófriðarliga og rokmikla konsert. At tað gekk so væl sum tað gjørdi í kvøld er Teiti Lassen fyri at takka, tí tað var tann klæntrasligi og máttmikli tónleikarin, sangarin og tónaskaldið, ið var okkara trygga akker gjøgnum alla konsertina.

Rættiliga nógvir áhoyrarar høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið, sum var at kalla fullsett. Men skráin var sanniliga eisini breið og rúmlig. Fyrsta verkið á konsertini "Jordpigernes drøm" hevur Sunleif Rasmussen skrivað til tekst hjá Williami Heinesen. Tað riggaði serstakliga væl, at genturnar lósu tekstin upp, áðrenn verkið varð frumframført, tí á henda hátt fingu vit eina betri fatan av sterka tekstinum og longu fyrsti tóni elvdi til gásahold. "Jordpigernes drøm" er eitt framúrskarandi og væl atkomandi verk, sum er ógvuliga lætt at dáma. Verkið varð framført í surround soleiðis at skilja, at tríggjar trioir vóru staddar kring áhoyrarnar, meðan tær sungu. Stóra kórið fungerar sum ein gamaldags 3.persónsforteljari, ið greiðir frá, meðan einstaklingarøddir runt um salin viðmerkja og eru sum eitt slag av forskotnum og fabulerandi ekkó við órógvandi dissonansi. Onkur lítil kiksari var at enda, men bæði kór- og tónleikaraframførsla vóru sum heild sannførandi og ein veldug uppliving. Hetta verkið um moldgenturnar er heilt ómetaliga rørandi og tónaskaldið rakar neyvt ta serstøku, hjartanemandi kombinatiónina hjá Williami Heinesen millum barnsligt einfaldar eygleiðingar og universalan, lagnutungan vísdóm. Samansetingin av teimum ungu genturøddunum og lagnukendu tubular bells og klokkuspølunum fær ein sera dramatiskan og ófrættakendan dám í verkinum, sum er ognað teimum sakleysu offrunum á Utøya.


Sameiningin av klassiska og rútmiska tónleikauniversinum er avgjørt ikki altíð uttan trupulleikar, serliga ikki rokktónleikur skal bendast og pyntast og stívast av fyri at liva upp til tann "fínara" klassiska tónleikin. Og ikki er tað nógv betri, tá klassiskur tónleikur verður peppaður við gittarasoloum osfr. Teitur Lassen og Sunleif Rasmussen fingu tað til at fungera við virðing fyri tónleikinum hjá hvørjum øðrum.


Eg veit ikki um nakar Teiturfjeppari var vónbrotin yvir, at framførslurnar hjá Teiti ikki fylltu meira, men hann sang allíkavæl seks sangir, helvtina saman við dugnaliga gentukórinum, sum ongar trupulleikar hevði við at syngja frálíku útsetingina hjá Tróndi Bogason til vakra sangin "All my mistakes" við neyvum bassspæli hjá Agnar Lamhauge. Tað er einki at ivast í, at Teitur trívist á á pallinum, hann er væl fyri, róligur og humoristiskur, meðan hann greiðir frá teimum ymisku verkunum. Einsamallur við klaverið syngur hann sínar poetisku, sorgblíðu sangir, sum hava lyndi til at krúpa langt inn undir húðina á áhoyrarunum.


Tað er eyðvitað stórur munur millum Tarira og DR Pigekor m.a. er tað síðstnevnda kórið meira enn dupult so stórt og so er sjálvandi eisini munur millum genturøddir og vaksnar røddir í einum blandaðum kórið. Eg plagi sjálv at vera við í Tarira og var til tær fyrstu venjingarnar, so tað var serliga áhugavert at hoyra verkini "A nice man´s anger" og "Weekdays". Tað er als ikki lætt at syngja verk, sum eru so mikið brotakend sum hesi bæði verkini hjá Teiti. Harumframt hevur tað eisini verið ein avbjóðing hjá kórinum ikki at syngja við vibrato og yvirhøvur hava kórsangararnir skula tálmað sær sjálvum og hetta eydnast teimum sera væl. 

Sama er galdandi fyri tað altíð proffa ensemblið Aldubáruna í la grande finale "Weekdays", sum er verk fyri kór og orkestur og sum er í sjey pørtum, ið fylgja vikudøgunum frá einum eitt sindur keðiligum mánadegi til fúkandi festligan fríggjadag, timburmansleygardag osfr. Sum tónaskald tykist Teitur bæði spælandi og turrisligur í senn og so er hann greidliga hugtikin av tí minimala, samstundis sum har er okkurt variete ella musicalkent yvir hansara verkum. Myndirnar hjá Marionnu Mørkøre riggaðu eisini sera væl sum savnandi visuelt bakstøði í eini fjølbroyttari og frálíkari konsert.