Hanna Jensen, Framsókn
Tá eg ferðist í arbeiði ella frítíð, vil eg altíð hava list – antin síggja eina framsýning, síggja høggmyndir, fara til konsert ella keypa tónleik heim við mær. Sterkasta listarliga árinið á meg persónliga hava orð og løg, tá tey smelta saman til eina samanhangandi eind og bera boð um lív og aktualitet. Hetta hendir javnan og dámar mær væl at hoyra tónleik á ymiskum málum úr ymiskum mentanum, men fyri tíðina eru tað orð og løg hja svenska troubadourinum, Lars Winnerbäck, sum eg aftur og aftur leiti til. Fløgan eitur Daugava og varð keypt, tá eg var í Svøríki við einum flokki í sambandi Nordplus Junior verkætlan í 2008. Eg velji: Innan mörkret faller. Tað aukustiska setur dám á og bæði orð og løg hansara bera boð um nakað alment menniskjaligt, altjóðað og aktuelt. Hetta er leikluturin hjá list og mítt mál er, at føroysk mentan og list í størri mun kemur út til størri skara, at hon gerst eyðkenni og vøran, sum merkir Føroyar, og gerst ein sterkari vinnuvegur hjá fleiri.