Í sambandi við at Listasavnið á Sandi fyllir fimm ár, verður stórfingin listadagur 18.juni, har nøkur av okkara fremstu listafólkum bera fram.
Tónasmiðurin á Sandi Sunleif Rasmussen
Uppvaksin eitt hanagleiv hiðani sleit Sunleif sínar barnaskógvar á staðnum her Listasavnið nú stendur. Líka síðan savnið læt upp, hevur tónleikur hjá Sunleifi javnan verið at hoyra í millum hugvekjandi listina, Tey sampakka væl - tónleikurin og myndlistin. Á listadegnum verður tónleikur Sunleifs enn einaferð settur á breddan. "Føroyskt tónleikalív eigur í Sunleifi Rasmussen ein orginal, hvørs útsagnarevni og stílur ikki síggjast aðrastaðni. Og samstundis kunnu vit vísa á fleiri evni, sum samantvinna tónleikin við vesturlendska tónleikamenning sum heild. Tann nýggi tónleikurin innan klassisku sjangruna hevur langt síðan fingið sítt pláss á føroyska pallinum, umframt andlit úteftir, og tann týdningarmesti eksponenturin er sandoyingurin og heimsborgarin Sunleif Rasmussen" -sigur Hans Pauli Torgarð.
Ólavur Jakobsen er av Kamarinum í Havn. Hann byrjaði smádrongur at spæla gittara. Spældi m.a. hjá pápanum Eyðbirni Jakobsen - fyrst popp/rock/country tónleik, men kom blaðungur beint inn á Kongaliga Danska Tónlistaskúlan, og lærdi eisini eitt skifti í París. Eftir royndir í útlondum kom hann heimaftur og er sera virkin tónleikari og tónleika- lærari, og er ein teirra sum strembast við at byggja Miðnámsútbúgving á Musikkskúlanum í Tórshavn. Ólavur Jakobsen fer á Listadegnum á Sandi at framføra soloverk eftir William Heinesen og Sunleif Rasmussen. Danska plátufelagið DACAPO gav fyrr í ár út fløgu við tónleiki hjá Sunleifi. Tónleikur av fløguni varð settur í umferð á donsku útvarpsrásini P2, umfram at klassiska rásin hjá BBC hevur spælt m.a. solo-gittarverkið , ið Ólavur spælir á fløguni.
Afturat hesum fara tey bæði, Michala og Ólavur, saman at framføra stutta konsert við tónleiki eftir m.a.Henriques og Piazzolla. Lættflúgvandi og virtuosur tónleikur ið endar tónleikapartin henda dagin.
Michala Petri er heimskendur úrmalingur. Nógv okkara hava "kent" hana, síðan hon var smágenta og byrjaði floytuleið sína. Hon byrjaði at spæla 3 ára gomul og hevði konsert í konsertsalinum í Tivoli longu 11 ára gomul - sama ár sum hon av álvara fór undir útbúgving í Hannover. Michala hevur síðan havt einar 4-5túsund konsertir í øllum heiminum og hevur fingið
nógvar heiðursgávur og heiðurstekin. Michala er donsk, men pápi hennara, sum eisini er
tónleikari, býr í Føroyum, so higar hevur hon javnan vitjað. Michala hevur starvast saman við nógvum tónleikarum og orkestrum og tónasmiðir hava skrivað løg beinleiðis til hennara. Her samstarvar hon m.a. við okkara heimskenda Sunleif. Í mong ár hevur hon víst samanspælinum millum blokfloytu og gittar serligan ans, og 18.juni fara Ólavur Jakobsen og Michala saman at framføra á Listasavninum á Sandi.
Syndafallið
Syndefaldet - en historie om et virkelig godt menneske - stuttsøga eftir William Heinesen
Gamla Havnin - ella annað stað í føroyskari fortíð? - er við sínum fiskaplássum, turkihúsum, pakkhúsum, smølu gøtum pallur um hendan sorgblíða leik. Um arbeiðssom, hampulig og góðlíðandi menniskju, sum kortini fella í freistingar og snáva á svikafulla og argandi erotiska
vígvøllinum. Ein søga um vinalag, hetjubrøgd, svik, lív og deyða og hin lokkandi Eros.
Sjónleikararnir Beinta K. Clothier og Gunnvá Zachariasen fortelja og tulka hesa søgu eftir William Heinesen. Frásøgnin er um. 35 minuttir til longdar. Fortalt verður á gøtudonskum.
Skjaldramentan fyrr og nú
Vilhelmina Larsen vaksin upp á Trøð í Skálavík hevur hon fingið skjaldur, kvæði og annan mentanararv okkara í mønuna og hevur megnað at borið henda týdningarmikla arv víðari til nýggj ættarlið í barnasendingum, fløgum, skúlavitjanum og kvøldsetum. Carl Jóhan Jensen, mæta skaldið, hevur seinnu árini stuttleikað sær og okkum við nýggjum skjaldrum, og soleiðis hevur hann megnað at geva hesum mentanararvi nýtt lív. Á Listadegnum Vilhelmina og Carl Jóhan og bera fram hvør sína tulking av skjaldramentanini.
Vísusangur og Kingo.
Ungu evnaríku Lív Næs lærdu vit fyrst at kenna og elska, tá ið hon, saman við Niels Midjord
sang vísur á fløguni " tú skalt eiga morgindagin". Lív arbeiðir nú sjálvstøðug og ætlar sær í summar at ferðast um landið saman við 3 øðrum dámum í bólki, sum tær kalla "Lív& the Zoo"
Niels Midjord og hansara skemtiligu sangir eru fólkaogn. Her fer hann, saman við Petur
J.Eliasen at syngja Kingo og Taube. Framúr fínir vísu og kingosangarar báðir tveir.
Uppboðssøla
Listaverk hjá fleiri av okkara fremstu listafólkum verða seld á uppboðssølu. Allur vinningur av listasøluni fer óskerdur til at seta gomlu lonina í stand.
Kl.14 Brandur Sandoy, borgarstjóri, setir dagin.
- 14.15 Tónleikur Sunleifs , Sunleif Rasmussen, Michala Petri og Ólavur Jakobsen.
- 15.30 Lív Næs syngur.
- 16.15 Kingo og Taube, v.Niels Midjord og (Lúlla)Petur J. Eliasen.
- 17.00 Syndefaldet, v. Beintu K Clothier og Gunnvá Zachariasen.
- 17.45 Ólavur Jakobsen, solo-gittar.
- 18.00 Skjaldur, v. Vilhelminu Larsen og Carl Jóhan Jensen.
- 18.45 Michala Petri og Ólavur Jacobsen, konsert
- og uppboðsøla av List.
Leygardagin byrja vit at tekna limir í felagið Steinboga -vinafelag Listasavnsins á Sandi.
Steinbogi eitur staðið, sum Listasavnið er bygt á.
Limagjaldið er kr.200 um árið fyri støk og kr.300 fyri húski.
Hendan dagin fáa allir teknaðir limir eina ókeypis listaplakat, sum annars kostar kr.100.
Limir sleppa altíð ókeypis inn á savnið.
Plássið á Listasavninum er avmarkað, so tað loysir seg, longu nú, at tryggja sær atgongumerki til leygardagin 18.
Atgongumerki fyri dagin kostar kr.250