Ikki kann sigast annað enn, at tað gongur sera væl hjá ungu listakvinnuni, Silju Strøm, sum herfyri varð við í eini reklamu fyri skúlan, sum hon gongur á: Glasgow School of Art og nú endaliga framsýningin ella "Glasgow School of Art Degree Shows 2011" verður lanserað, er hennara navn eisini millum tey fáu, sum verða umrødd í hesi forumrøðuni:
http://community.thisiscentralstation.com/_GSofA-Degree-Show-2011-Fine-Art/blog/3950106/126249.html
"Um Silju stendur, at hon er verd at halda eyga við: Meanwhile, one to watch might be Silja Strom, who has a prolific output of intense collaged works featuring strange distorted mystical creatures. Always great to see development of this type of work too..". Vit seta inn nakrar nýggjar myndir hjá listakvinnuni, ið vísa, at hon støðugt mennir seg listaliga og vit skilja væl, at Royal Glasgow Institute of the Fine Arts hevur kontaktað hana, um at vera við á framsýningini New Graduates Exhibition frá 28.juni. Tey hava bert kontaktað 10 og hon er altso ein teirra, hava vit hoyrt.
Jú, væl vita vit, at Silja er okkurt serligt. Í nýggju myndunum kenna vit summar figurar aftur, men hesar myndirnar tykjast bæði skemtiligari og álvarsligari, grovari og fínari, vakrari og ljótari og sum heild meira hugsaðar enn tær eldru myndirnar. Myndin av brosandi manninum í gulum jakka við fløskum á høvdinum er framúrskarandi við einum tanka av bad art tilviti, samstundis sum myndin í grundini er framúr vøkur í litum og formum.
(KP)