Thursday, June 30, 2011

Listasavn Føroya: Ársfrágreiðing og roknskapur


kelda:  http://art.fo/pdf/LF_arsfragreiding_og_roknskapur_2010.pdf




Brot:

"Bókaútgávur okkara hava m.a til endamáls at kveikja lív aftur í listafólk, sum vóru um at vera gloymd, og at varpa ljós á virkandi listafólk. Hesi 7 árini hava vit givið út 30 bókaverk og katalog. Seinasta bókin í røðini er “Sekel”, sum er um føroyska list í 100 ár, sum kemur út 29.04.11. Við hesi bók er ein varði í føroyskari listasøgu rokkin. Mikael Wivel doktari í listfrøði hevur skrivað bókina. Hann hevur stóra vitan á hesum øki, og ikki minst hevur hann stóra vitan um føroyska list. Við bókini fáa vit eisini eina mynd av, hvussu ein fremmandur sær føroyska list.”

”Hesi árini hava vit havt “67” framsýningar, harav 25 við útlendskum listafólkum og 42 við føroyskum listafólkum. Umframt hava vit skipað fyri 8 framsýningum við føroyskari list í útlondum. Her kann m.a.nevnast Mikines framsýningin í Danmark og Íslandi, Ruth Smith framsýningin í Danmark, Ingálvur av Reyni framsýningin í Danmark og framsýningin við 34 føroyskum listafólkum á Leopold Museum í Wien og við 15 listafólkum í Ribe Kunstmuseum. Tílíkar framsýningar uttanlands eru sera kostnaðarmiklar, og tað tekur tíð at skapa tey neyðugu sambondini uttanlands.”

”Listaligur sakkunnleiki: Hesu árini hava vit brúkt hesar listfrøðingar sum konsulentar í listfrøðiligum spurningum: Dagmar Warming cand.mag MA, Eva Furseth cand.philol, Ingeborg Bugge MA og Mikael Wivel Dr.Phil. Henda loysnin hevur verið góð og fjølbroytt og tænt Listasavninum væl.”

”Standurin á og viðurskiftini kring Bládýpið: Verkið var í einum standi, har tað ikki virkaði sum eitt verk. Glasið brotnaði, og hvøssu glaskantarnir vóru beinleiðis vandamiklir fyri vitjandi, ikki minst fyri børn. Tí var hetta eisini ein spurningur um, hvør ið hevði ábyrgdina, skuldi onkur fingið skaða. Listamaðurin hevði umvælt onkrar skaðar, men royndirnar søgdu, at aðrir skaðar fóru at koma. Speglgólvið var vorðið so slitið og skeinut, at ætlaða speglingin als ikki longur var optimal. Hetta kravdi at gólvið varð skift. Harumframt komu skaðarnir á málaðu glasveggunum leypandi so hvørt, og tað merkti enn meiri viðlíkahald av verkinum. Men standurin á verkinum og óhepna staðsetingin bæði fyri verkið sjálvt og fyri Listasavn Føroya vóru ógvuliga trupul. Verandi staðið hjá bingjuni var sera óheppið. Hetta var við bakdyrnar savnsins og á parkeringsøkinum, har stórir trupulleikar stóðust av at flyta framsýningar til og frá savninum. Ongi formlig viðurskifti millum listamannin og Listasavnið høvdu áður verið. Tí var neyðugt, um listaverkið skuldi standa á øki savnins, at fáa greiði á viðurskiftinum partanna millum. Hetta kom í lag fríggjadagin 28. mai 2010, tá ið avtala um listaverkið varð undirskrivað av listamanninum og savnsleiðaranum. Avtalað var, at savnið skuldi taka ímóti listaverkinum sum gávu frá listamanninum, eftir at tað hevði verið til høvuðsumvælingar. Verkið varð flutt av øki savnsins til umvælingar týsdagin 22. juni 2010. Í hesum sambandi varð bjóðað til tíðindafund í Listasavninum fyrrapartin sama dag kl. 10.00. Listamaðurin var hjástaddur í sambandi við tíðindafundin”

”Eftir at Steinprent (fyrr Grafiski Verkstaður Føroya) í september enn ikki var komið við teimum grafisku prentunum, sum Listasavnið átti til góðar sambært avtalu við Steinprent, og at Steinprent harvið í heili sjey ár ikki hevði hildið treytirnar sambært avtaluni, hóast bæði savnsleiðarin og stýrisformaðurin fleiri ferðir høvdu biðið um tey, avgjørdi stýrið, at formaðurin skuldi krevja prentini. Leyk Steinprent ikki hetta krav, mátti tað tískil skiljast sum avtalubrot, og stýrið máttu tí taka allar prentognir savnsins heimaftur. Hetta fekk endiliga Steinprent at geva seg og ganga avtaluni á møti. Avtalað var tí, at Steinprent skuldi gera prentini til reiðar, og savnið sendi tvey umboð oman á Skálatrøð at heinta tey. Fyri at rætta eina villleiðing skal nevnast, at stutt undan, at umboðini komu frá Listasavninum at heinta prentini, lýsti Steinprent í miðlunum við tíðindafundi, at Steinprent hevði avgjørt at handa savninum prentini sum gávu. Savnið gjørdi síðani miðlarnar vart við, at talan altso ikki var um eina gávu, men um eitt sjey-ára seinkað leigugjald. Eftir at prentini vóru komin heim á savnið, samtykti stýrið, at tey bestu prentini skuldu veljast burturúr og skrásetast sum ogn savnsins, meðan restin skuldi seljast.”

”Burturmist verk Í búnum eftir William Heinesen vóru tríggjar vatnlitsmyndir eftir Sámal Joensen-Mikines, sum savnið bað um at fáa aftur frá arvingunum. Savnið hevði síðan 2005 fregnast um myndirnar, og arvingarnir váttaðu, at myndirnar vóru í Williams húsi. Tó at hetta var lovað okkum, hendi onki víðari í málinum. Í ár vendi savnið sær einaferð enn til arvingarnar fyri at fáa tær tríggjar myndirnar heim, men tá vóru boðini frá arvingunum, at myndirnar vóru horvnar! Savnið bað arvingarnar um at greiða frá hesum tilburði í einum brævi, men onki er enn komið.”

”Listasavn Føroya lænir í løtuni 525 listaverk út til almennar stovnar. Tryggingarvirðið á øllum listaverkunum er slakar kr. 48 milliónir.”

”Keypt, givin og latin í varðveitslu
Keypt í árinum yvir játtanarroknskapin hjá Føroya Gjaldsstovu
Inv. nr.: Listafólk: Ár: Prísur:
1366 Thomas Arge - Dysjar 1973 35.000
1367 Thomas Arge - Kvinnurýma 1975 30.000
1368 Hans Glerfoss - Menn egna 1975 20.000
1383 Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen - Betlehemsferðin 2006 13.000
81 Thomas Arge - Fraser 1977 23.000
152 Ingálvur av Reyni - Fraser 1957 2.000
Íalt 123.000"