Ein av teimum høgt profileraðu europeisku framsýningunum í summar, er retrospektiva framsýningin við myndum hjá Édouard Manet (1832-1883) við heitinum "Manet - uppfinnari av tí modernaða", sum inntil 3.juli er at síggja í Musée d´Orsay í París. Men kemur tú ikki heilt so langt, kann minni eisini gera tað, tí høvuðsverkið "Absintdrankarin" er ikki við á teirri stóru retrospektivu framsýningini í Paris, men hongur har, sum tað plagar í Ny Carlsberg Glyptotek mitt í Keypmannahavn. Hetta er ein av mínum yndismyndum, eins og listamaðurin er millum teir, sum mær dámar best av klassisku modernistunum. Hann verður nevndur grundleggjari av modernismuni, men sjálvur ynskti hann ikki at bróta burtur úr nýggjum. Á sama hátt og hini listafólkini í hansara samtíð, impressionistarnir og hini, royndi Manet at gera sær eina karrieru við at sýna fram á árligu heystframsýningini í París, men tað gekk lutfalsliga illa. Fleiri myndir, t.d. tann av absintdrankaranum vórðu frávístar á framsýningini og nógvar av myndum hansara høvdu tað við at øsa fólk. Absintdrankarin skal hava fingið læraran hjá Manet, sum sat í sensurnevndini í Salon d´automne, at siga, at tað heldur mundi vera Manet og ikki málningurin, sum hevði fingið ov nógv av sterka malurtlikørinum, absint, sum var uppá hægsta móta millum listafólk og bohemar í París tá miðskeiðis í 19. øld. Ein orsøk til ógvusligu reaktiónirnar er helst, at myndin er so gátufør og full av mótsetningum sum hon er; ein gøtudrankari avmyndaður við tign sum ein vísmaður skoðandi út úr myndini, við kvinnuskapaðum skugga, fínum cocktailglasi, tómari fløsku og í skeivt uppá bein skóm sum ein ítøkilig mynd uppá árinið av vandamikla absintinum, sum varð hildið at geva motoriskar trupulleikar.
Myndirnar hjá Manet blíva við at vera áhugaverdar, haldi eg. Tær hava ein serligan frískleika yvir sær, sum ger, at tær blíva við at vera avbjóðandi at hyggja at. Á ein hátt kunnu vit fata Manet sum ein, ið fylgir realistiska credo´num hjá Courbet um at mála tað, hann sær og sum var nakað væl meira kollveltandi enn tað ljóðar til at vera í dag. Í myndunum hjá Manet tykist vera ein hvassur, konfronterandi hugur at lýsa veruleikan in your face við prostitueraðum og drankarum, ið verða javnsett øðrum samfelagsborgarunum. Hesi hava verið lýst áður, men soleiðis, at tú sum áskoðari ongantið ert í iva um hvat tú skalt halda; at tey eru ólukkudýr, sum gera tað skeiva, ljóta og sum áskoðarin, hin metti og væl setti borgarin, kann kenna seg í tryggari frástøðu til. Í myndunum hjá Manet er tað ongantíð so einfalt sett upp. Í lýsingini av absintdrankaranum t.d. er portretteraði maðurin lýstur við miklari virðing og við nógvum gátuføri og mótsetningum, sum ikki á nakran hátt verða forkláraðir áskoðaranum. Í kendu myndini hjá Manet "Olympia" av eini liggjandi, naknari kvinnu, kennist modernaða sjónarmiðið heilt ítøkiligt. Kvinnan slangar sær á eini divan á dekorativan hátt, sum er siður listasøguliga sæð og tað er júst nýtslan av listasøguligu hevdini, ið ger teg varan við munin. Tí kvinnan er als ikki mjúk og bleyt, vandaley og lekkur at hyggja at eins og kvinnurnar hjá Tizian t.d. Hendan kvinnan er málað soleiðis sum hon nú einaferð sær út uttan formildandi skuggaárin. Hon hevur stuttan kropp og sær ógvuliga ung út, men tað er ósmædna eygnabráið, sum er tað mest modernaða í myndini. Hon hyggur beinleiðis út úr myndini við einum avbjóðandi og ætlandi yvirbrá næstan sum metir hon um okkara virði. Her eru nakrar leinkjur til annað tilfar um framsýningina. Tann niðasta er eitt filmað ummæli.
http://www.musee-orsay.fr/en/events/exhibitions/in-the-musee-dorsay/exhibitions-in-the-musee-dorsay/article/manet-inventeur-du-moderne-27127.html?no_cache=1
http://www.telegraph.co.uk/culture/art/art-reviews/8427059/Manet-Inventor-of-the-Modern-Musee-dOrsay-Paris-review.html
(KP)