1.Hvat er tað mest umráðandi, sum er hent innan fyri føroyska list seinastu 10 árini?
2. Hvussu eru líkindini fyri at yvirliva fíggjarliga av tíni listagrein her á landi?
3. Hvat heldur tú kundi bøtt um korini fyri listafólkini?
Finnur Jensen, tónleikari
1.Hvat er tað mest umráðandi, sum er hent innan fyri føroyska list seinastu 10 árini?
Generelt sæð er torført at síggja nakað umráðandi, sum er hent. Listin koyrir eftir sama leisti, sum hon hevur gjørt seinastu hálvu øldina. Har er einki hent.Reint ítøkiliga innan mína listargrein munnu festivalarnir vera tað týdningarmesta, ið er hent føroyskum tónleiki. Støðið er hækka munandi, og áskoðarafjøldin tilsvarandi.
2. Hvussu eru líkindini fyri at yvirliva fíggjarliga av tíni listagrein her á landi?
Líkindini eru góð. So leingi dygdin er í lagi, og tónleikurin ikki er ov háfloygdur, so ber til at liva av at gera og spæla tónleik. Mínar royndir siga, at dugnaligu tónleikararnir í Føroyum fáa væl meir fyri sínar spælingar enn tónleikarar í øðrum londum – her hugsi eg mest um smærri spælingarnar. Harumframt er stuðulin til fløguútgávur avbera góður í Føroyum – bæði frá tí almenna, úr grunnum og frá privatum fyritøkum.
3. Hvat heldur tú kundi bøtt um korini fyri listafólkini?
Listafólk mugu taka í egnan barm og áhaldandi betra um egna dygd fyri at bøta um korini. Tað gera tey best við meira venjing og betri útbúgving. Her kann tað almenna hjálpa til í ávísan mun við t veita venjingarhøli og betra um tónleikaundirvísingina í Fólkaskúlanum.Men góð kor til listafólk og góð dygd í listini hanga ikki altíð saman. Listafólk eru ofta best, tá tey stríðast eitt sindur fyri sakini.