Sunday, June 5, 2011

Meistarligt málarí!


Mentanarnáttina 3.juni læt upp blandað framsýning í Listaglugganum í Dr.Jacobsensgøtu í Havn, sum verður hangandi til juli. Eg vil viðmæla øllum at fara oman, um ikki annað, so bara fyri at hyggja eftir tí eina málninginum, ið har hongur og sum avmyndar eina barnakonu. Hetta er ein málningur, sum meira enn orð prógvar hvussu framúrskarandi málari, Torbjørn Olsen er. Myndin er so mikið góð, at hinar myndirnar, sum hanga nærindis, næstan tykjast fána.


Torbjørn Olsen telist millum okkara sterkastu samtíðarlistafólk. Hansara portrettmyndir eru psykologiskt neyvar samstundis sum tær eru koloristiskt meistaraligar. Á sama hátt sum Ruth Smith, tørvar Torbjørn Olsen at hava myndevnið framman fyri sær, meðan hann málar. Men hetta merkir ikki tað sama sum, at hann bara skrásetir tað, hann sær. Vit síggja í stóru myndini í Listaglugganum, at hann brúkar barnakonuna sum høvi til at mála alt tað, sum er rundan um hana, rúmið, smálutir sum t.d. penslar í einum ílati og sólarljósið frá vindeyganum. Hetta snýr seg fyrst og fremst um málarí, um eina kompositión í bláum og gulum við violettum, reyðum og grønum litspæli. Hetta er jú ein modelmynd, sum kundi verið lutfalsliga anonym av tí, at málarin ikki hevur gjørt nakað serligt við andlitið. Allíkavæl ert tú ikki eitt sekund í iva um hvør modellin er - so mikið nágreiniligur og ógrunnur er málarin í síni menniskjalýsing. Hetta er ein málningur, sum við síni styrki fyri meg fullkomiliga upploysir nútíðarliga kravið til list, at hon skal vera konseptuel og fleirstreingjað. Henda myndin er tað, sum hon er og tað er nóg mikið. Av tí, at tað nettupp er ein barnakona, sum er model, er lætt at lesa eitt ávíst innihald inn í myndina og at síggja barnakonuna, sum lívgevaran, sum sjálva móðir jørð og tað kann væl vera, at har er eitt brá av ekstatiskt vitalistiskari frøi yvir lívsjáttandi gróðursemið í myndini, men fyrst og fremst snýr tað seg um málarí, málað av einum sonnum meistara.


(KP)