Í 1991 gjørdi bretski listamaðurin Marc Quinn eina sjálvsmynd við sínum egna blóði. Í fleiri mánaðir tappaði hann sítt egna blóð, helti tað í ein form úr silikon, skapaður eftir sínum egna høvdi, og frysti tað. Henda bringumyndin er sjálvandi partvís ætlað at øsa onkran, men tað er kortini ikki tí, at eg nevni hana í sambandi við listaverkini hjá Titu Vinther. Tað er hetta óvæntaða samsvarið millum tilfar og motiv, ið knýtir hesi bæði listafólkini saman, og teirra evni at seta siðbundin listasløg inn í ein nýggjan samanhang.
Har Marc Quinn setir sjálvsmyndina í eitt nýtt ljós, hevur Tita Vinther fremst av øllum vent landslagslistina á høvdið. Í fleiri verkum hevur Tita Vinther arbeitt við óvæntandi sambondum millum tilfar og innihald, til dømis er ’Pætursnótin’ eitt ótrúligt verk gjørt úr mannahári. Kortini hugsi eg í hesum sambandi meira um verk sum ’Skýming’ og ’Sirm’, tí serliga tey hava megnað at geva tí føroysku landslagslistini eitt nýtt perspektiv.
’Skýming’ og ’Sirm’ eru virkað úr ávikavist ull og hári úr einum rossahala. Bæði verkini eru vovin og gjørd til at heingja upp sum veggjaprýði. Haraftrat hava tey í felag, at tey eru ótrúliga huglagsmettað og estetisk, ja, tey eru ein fullkomin vakurleiki og eru merkt av einum óskiljandi, tignarligum friði. Og so flyta bæði tvey føroysku landslagslistina eitt stig fram á vegin.
Skulu vit lýsa føroysku landslagslistina, so er talan um romantiska list, tí miðsavnaða evnið er náttúran og viðurskifti menniskjunnar við náttúruna. Tað sæst í verkunum hjá teimum fyrstu tjóðskaparromantisku listafólkunum sum Niels Kruse, vit síggja tað hjá Mikines, og vit síggja tað í samtíðarlistini hjá listafólkum sum Tróndi Paturssyni, hvørs listaverk eru ein úrdráttur av himmalinum og havinum. Ella hjá Hanna Bjartalíð, hóast hann speirekur nostalgiska longsulin hjá tí modernaða menniskjanum eftir at gerast ein heild við náttúruna. Vit síggja tað enntá eisini hjá Rannvá Pálsdóttir Kunoy, sum umformar landslagið til at gerast eitt slag av innara landslagi.
Tá ið Tita Vinther í verkum sum ’Skýming’ og ’Sirm’ nýtir tilfar úr náttúruni sjálvari til at lýsa náttúruna, verður náttúran ikki einans til eitt listarligt evni, men hon gerst eisini til ein listarligan búna. Í tí listarliga hierarkinum er veving ikki hægst metti listarligi búnin. Í veruleikan hevur veving trupult við yvirhøvur at verða roknað sum list. Vit verkunum ’Skýming’ og ’Sirm’ hevur Tita Vinther so væl og virðiliga sligið fast, at veving kann vera list, og at rammurnar fyri list ikki eru avmarkaðar av tí tilfari, ið nýtt verður, og hvør arbeiðshátturin er. Tí umframt tey estetisku virðini í hesum listaverkum, er talan um nakrar sera týdningarmiklar sannkenningar um føroysku listina og um, hvat list yvirhøvur er.
úr bókini Livandi List
(IS)
Tita Vinther – Serframsýning - 17. juni – 21. juli 2011 - Listasavn Føroya