Friday, June 17, 2011

Mentanarval: Mentan


Dávid Isfeld, Tjóðveldi

Mentan verður ov ofta sæð sum frítíðarítriv hjá einum minniluta av fólkinum í Føroyum, ið fær stuðul til sítt ítriv. Mentan má síggjast meira sum ein umboðandi og mennandi eind í og av Føroyum og føroyingum. Eisini skal mentan síggjast sum ein vinna eins og t.d. ferðavinnan. Á sama hátt sum fjølmiðlarnir verða sæddir sum tað 4. statsvaldið, kann mentan síggjast sum eitt 5. statsvald, av tí at mentan ofta endurspeglar samtíðina og provokerar og kritiserar – hevur viðmerkingar til og eftirlit við sjálvsfatan/sjálvrannsøkn, samleika, einsrættan, reglubundni, kollektivu samvitskuni v.m.

Mentan er ikki bara vøkur ella áhugaverd. Mentan er sera týdningarmikil, vegna sín eginleika at endurspegla samtíðina – bæði tað ynskiliga, vakra, stolta, djarva og gleðiliga, eins og tað órættvísa, ljóta, keðiliga og smáborgarliga. Hetta eru ikki bert tóm orð og sjálvsøki rós. Hetta er veruleikin, um ein vil ásanna hann.

Eg vil fegin enda við eini umskriving av kendum sitati frá navnframa Liverpool FC venjaranum, Bill Shankly: “Summi fólk halda, at mentan er ein spurningur um lív og deyð. Henda fatan er mær eitt sætt vónbrot. Eg kann vissa tykkum um, at mentan er nógv meira týdningarmikið enn tað.”