Thursday, June 16, 2011

Enn ein listavoxpopp - Gunnvá Zacharisen

Gunnvá Zacharisen, sjónleikari

 


1. Hvat er tað mest umráðandi, sum er hent innan fyri føroyska list seinastu 10 árini?

- At fleiri útbúgvin fólk innan allar listagreinar eru komin. At summi teirra hóast alt eru so djørv at ditta sær aftur til Føroya at ríka landið við sínum tilfeingi.

- At stuðulsveitingarnar til list ikki eru skerdar.

- At Tjóðpallur Føroya varð settur á stovn og at ein stuðulsveiting til yrkisleiklist samstundis varð sett. Soleiðis at bólkar sum TVAZZ, Leikhús Skift, Café Grugg, Det Ferösche Compagnie og aðrir yrkisleikbólkar fáa møguleika at virka her.

- At Leikarafelag Føroya fekk lógarásettar sáttmálar við Tjóðpall Føroya.

- Klippfisk og lovandi spírar í føroyskum filmi.

- Endurstovnan av filmsfelagnum, nú Klipp. So vit fáa høvi at síggja norðurlendskar stórfilmar á stórskíggja.

- Listakjakið, eitt nú á listinblog.blogspot.com, Refleksion, In Mento, Kvørnin. Kortini átti list at fingið størri tíð og pláss í fjølmiðlunum. (Tað vísir seg at føroyska a-landsliðið í fótbólti blívur við at taba, meðan listin og listafólk blíva við at vinna – herheima og eisini uttanlanda. Nær fara fjølmiðlarnar at rakna við?)

- Listastevnan í Norðurlandahúsinum ta tíð hon var.

- At føroysk listafólk vinna frama uttanlanda eisini.


2. Hvussu eru líkindini fyri at yvirliva av tíni listagrein her á landið?

Ikki so góð. Nærum allir yrkisleikarar í Føroyum eru freelance og tá tað einasta stóra arbeiðsplássið, Tjóðpallur Føroya, bert kann hava ein part í starvi í senn í sínum leikverkum og nógvar steðgir eru í árinum, kunnu nógv glopp verða í árskalendarunum. Hesi glopp verða fylt við undirvísing, smájobbum, undirhaldi, og øðrum sjónleikarelateraðum størvum. Tó, onkutíð má mann út í onnur fakøkið fyri at yvirliva. Teir flestu yrkisleikarnir eru so knáir kortini at gera sínar egnu verkætlanir og skapa sær sjálvum arbeiði.



3. Hvat heldur tú kundi bøtt um korini fyri listafólkini?

- At vit droppa hugsanina um, at listafólk helst skulu svølta fyri at skapa stóra list. Gev listafólki góð kor og tey blóma, umframt at tað skapar stóra synergy effekt runt íkring.

T.d. við at geva teimum:
- Bíligar ferðaseðlar til og frá Føroyum fyri fólki í listarligum ørindum.
- Størri játtanir til Mentanargrunn Landsins.
- Størri játtanir til Tjóðpall Føroya.
- Størri játtanir til stuðulsskipanina 'Stuðul til yrkisleiklist'.
- Byggja hóskandi tjóðarleikhús.
- Byggja hóskandi konsertstøð.
- Stovnsett eitt alment rikið sekretariat til yrkislistafólk. Sum kundi verið nýtt til ráðgeving, fyriskipan av verkætlanum, festivalum, ráðstevnum, sparring, samskipan og ALT møguligt annað. Næstan sum Vinnuhúsið, bara fyri kreativar og listarligar vinnur. Har allar listargreinar eru við.
- At politikarar byrja at hugsa mentanarpolitiskt.




Tað er næstan við at blíva siðbundin hevd, at vit hálva hvørt ár hava ein umgang við listavoxpopp, har vit seta ymiskum listafólkum tríggjar spurningar um lista- og mentanarlívið. Tað eru blivin til nógv hugvekjandi svar frá Sunleif Rasmussen, Elin Josefina Smith, Katrin Ottarsdóttir, Sakaris Fríði Stórá, Guðrið Poulsen, Steintór Rasmussen, Tummas Jákup Thomsen, Rógvi á Rógvu, Rakel Helmsdal, Andrea Heindriksdóttir, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Kristina Sundar Hansen, Heiðrik á Heygum, Bárður Oskarsson, Leivur Thomsen og Oddfríður Marni Rasmussen. Teirra svar kunnu lesast her: http://listinblog.blogspot.com/search/label/Listavoxpopp Nú er eitt hálvt ár farið síðan seinast og tí taka vit ein nýggjan umgang.
(IS)