Sirkus í Vágsbotni i Havn læt upp framsýning leygarkvøldið, sum verður hangandi til fríggjadagin komandi (17.juni). Talan er um framsýning hjá ungu Vestmannadamuni Kirstin Helgadóttir. Kirstin hevur fingist við list seinastu fýra árini og flytir seinni í ár til London at lesa grafiskt design. Í byrjanini var listin at rokna sum ítriv, men seinasta árið hevur Kirstin arbeitt meira miðvíst við sínari list. Á framsýniningi ber til at síggja eitt úrval av akrýl- og vatnlitsmyndum og kol- og blýantstekningum frá tveimum seinastu árunum. Myndevni, ið Kirstin granskar, fevna um tað surrealistiska, umframt granskan av menniskjalikaminum. Framsýningin heldur fram til fríggjadagin.
Sunday, June 12, 2011
Kirstin sýnir fram á fyrsta sinni

Labels:
Framsýningar,
Myndlist