Eg seti inn nakrar myndir, sum John Dalsgarð tók á rundferðini í Tryggingini, umframt byrjanina til mína presentatión hetta kvøldið:
-Tá eg fyri 8 árum síðani á fyrsta sinni upplivdi stóra savnið av list hjá Tryggingini gjørdist eg sera bilsin, bæði av nøgdini og av góðskuni av hesum savni, ið inniheldur list hjá nøkrum av okkara bestu listafólkum. Tað var saman við arkitektinum, Maritu Weihe sálu, at eg fór í gjøgnum savnið til tess at avgera hvar tey ymisku verkini skulu hanga í nýggju samanbygdu hølunum. Nú er nógv broytt við innrættingini, eins og nýggj verk eru komin aftrat savninum hjá Tryggingini. Eg havi valt nøkur góð verk út til henda listatúrin á Kongabrúnni, men vil fegin leggja dent á, at tað eru rættiliga nógv verk, sum eg ikki nevni, eins og eg sjálvandi kundi valt aðrar leiðir á hesi listaferðini. Lat meg leggja aftrat, at úrvalið sjálvandi eisini er treytað av tí listakeypi, sum hevur verið og sum hevur við sær, at t.d. Ingálvur av Reyni, Tummas Arge og Zacharias Heinesen eru serliga væl umboðaðir við nógvum frálíkum verkum í hesum savni.
Landslagið hevur verið umboðað innan heimslistina heilt afturi í fornøldini, men gjørdist ikki sjálvstøðugt myndevnið fyrr enn í 19. øld, tá tað hevði sína lutfalsliga stuttu stórleikatíð. Føroysk myndlist er í so máta eitt undantak við tað, at vit byrjaðu við landslagnum fyrst í 20. øld og neyvan eru heilt liðug við tað enn. Ein landslagslýsing er ikki bert ein spegling av avvarðandi myndevni, men ein tulking, sum í stóran mun er ávirkað av síni samtíð á sama hátt sum vit áskoðarar altíð eru ávirkaðir av okkara egnu samtíð. Tað eru vit forrestin eisini, tá tað kemur til rammur. Og tað er áhugavert at eygleiða hvussu illa rammumótin heldur aftur í móti verkunum sjálvum. Nógvar av myndunum á Tryggingini hava rammur, sum fyrr vórðu hildnar at vera tað allarfínasta við ektaðum blaðgulli, men sum í dag tyngja og fáa myndirnar til at síggja meir gamaldags út enn tær eru...
Ein kvinnumynd hjá Tróndi Patursson
Myndin Sufferer hjá Rannvá Kunoy
Gjøgnum tíð og rúmdir hjá Ingálvi av Reyni
(KP)