Meðan tey flestu spakuliga gera seg klár til at geara niður fyri at halda summarfrí verður gearað upp í Steinprenti. Har er øgiligt virksemi hesa tíðina bæði av arbeiðandi listafólkum og av teimu nógvu vitjandi, ið hyggja at framsýningini hjá Zachariasi Heinesen. Marius Olsen hevur gjørt nøkur heilt fantastisk prent uppiá, sum verða at síggja, tá hann fer at framsýna tey fyrst í juli - meir um hetta seinni.
Kendi listamaðurin Tal R er somuleiðis av álvara farin í holtur við grafikkin á Schæfer Grafisk Værksted í Keypmannahavn har hann í løtuni undirvísir týskar akademinæmingar. Ein áhugaverd grein stendur at lesa í Politiken, har Tal R millum annað sigur: "Grafikkur er ikki ein endurtøka av, hvat tú sum myndlistafólk annars gongur og gert. Um tú bara roynir at endurtaka tína vanligu praksis, snávar tú á longu í hurðini á veg inn á verkstaðið...". Lesið greinina her:
http://ibyen.dk/kunst/omtaler_kunst/ECE1294678/tal-r-grafik-er-langsom-og-besvaerlig/
(KP)