Thursday, June 30, 2011

At fáa síðsta orðið...

Síggi á eini yvirskrift á portalinum, at nakrar Mikines-akvarellir eru horvnar hiðani. Róð verður framundir, at navngivin hampafólk skulu hava meir ella minni tikið tær við at lata sum um, at tær eru blivnar burtur. Tær plaga at hanga í húsunum hjá Williami Heinesen uppi á Varða. – Tjóvsvætti í tí fína húsinum, har Føroya mætasta skald og ein tann mest umráðandi persónurin yvirhøvur innan føroyska list búði??? Meðan eg lesi hesi gølutíðindi er høkan hjá mær langt síðani dottin niður í kaffikoppin, so bilsin, ella málleys eri eg yvir tað, eg lesi. Alt hevur sína forkláring her í verðini og tað hevur hetta eisini, tí tað skilst, at tíðindini stava frá síðstu árfrágreiðingini hjá Helga Fossádal, fyrrverandi leiðara í Listasavni Føroya, sum nú tykist rættiliga sinnisrørdur. Tónin í hesi sonevndu ársfrágreiðingini er beinleiðis litinskapiligur, tá Helgi Fossádal roynir at forsvara nøkur av teimum málum, ið vóru við til at fella hann sum savnsleiðara, ella sum í øllum førum vóru medvirkandi til, at hann ikki varð endursettur, tá hansara starvstíðarskeið var av. Hann skrivar øgiliga nógv um Bládýpi, sum tað ikki eydnaðist honum at beina burtur og hann skrivar eisini nógv um Grafiska Verkstaðin, sum tað eydnaðist honum at beina burtur (men ikki longur enn oman á Skálatrøð, lukkutíð).


Tey eru mong, sum hava list hangandi hjá Listasavni Føroya. Nógv leiga (og savnið er hervið í harðari kapping í móti føroyskari samtíðarlist) og summi eiga ella halda seg eiga verk. Hetta seinasta hevur eina frágreiðing, sum er ein partur av hvussu savnið er vorðið til, við áhuga sum drívmegi. Onkur hevur kanska fingið eina mynd fyri at arbeiða uttan at hugsað hevur verið so nógv um framtíðina og tí er kanska einki fest á blað um hetta. Í nógvum førum er støðan tann, at fólk hava arvað verkini og halda seg eiga tey og vilja tá sjálvandi sera ófegin av við tey. Tá tað sum í hesum førinum júst snýr seg um myndir, sum hanga ella hava hingið í húsunum hjá Williami og Lisu Heinesen, sum av arvingunum verður hildið í upprunaligum standi (takk fyri tað - gott, at onkur hugsar um framtíðina), so unni eg Williami og húsunum tær túsund ferðir fyri alt tað, hann gjørdi. Men tað er summar og feria og eg eri als ikki vís í hvat er rættast at gera við horvnar og óhorvnar myndir hjá Listasavni Føroya, men at heingja Heinesenfólkini út er neyvan rætta loysnin. Eg skilji so sera væl hugin hjá fyrrverandi stjóra í Listasavni Føroya til at fáa síðsta orðið, men havi hinvegin ilt við at góðtaka, at nevndin í Listasavninum hevur skrivað undir uppá frágreiðingina í verandi líki, nú listastríðið endiliga er av. Heilt erligt!
(KP)