Saturday, June 11, 2011

Rottukattar in mente...


Nei, tað er sanniliga ikki sum at siga tað, at lurta eftir sær sjálvum í útvarpinum. Úr hátalarunum ljóma í skrivandi stund røddin hjá mær sjálvari og hjá Carl Jóhan. Vit ummæla bókina "Rottan" hjá Sólrún Michelsen og eru samd um, at hon er ójøvn í dygd. Av tí at søgurnar eru málsliga, frásagnarliga og tematiskt heldur fábroyttar, verður tann góða lesiupplivingin í størri mun treytað av, um plottið er nóg áhugavert og soleiðis er viðhvørt. Tað er ofta sami bygnaðurin, ið eyðkennir søgurnar. Tær snúgva seg um einstaklingin, ið onkursvegna er isoleraður og sum vit hoyra um úr einum innara sjónarhorni við avmarkaðum útsýni. Frásøgnin er tíðum realistisk, men glíður onkuntíð inn í eitt dreymakent, surrealistiskt univers. Samfelagslýsingin tykist næstan dystopisk og tú hómar eisini ein samfelagskritikk í lýsingini av teimum einsamøllu menniskjunum við teirra tvangsneurousum og maniska rennaríið. Í nógvum av søgunum kemur fyri ein óvæntað snaring, ella ein avdúking, sum við eitt broytir alla okkara fatan av søguni. Hetta er t.d. galdandi fyri søguna "Kærleikin", ið minnir eitt sindur um søguna "Tårer" hjá Tove Ditlevsen. Hon er søgd úr innara sjónarhorni, sum í fyrstani forðar lesaranum at síggja hvussu tað veruliga hongur saman. Vit eru inni í tonkunum hjá eini sviknari kvinnu, sum grátandi og skelkað leitar upp sína rivalindu (ein blaðung genta, sjálvandi), sum kalt og kyniskt blakar hana út. Vit skilja, at maðurin hevur havt nógvar aðrar ungar damur, men hesa ferð, er veruligur vandi á ferð, tí maðurin kemur ikki við skelkaðu kvinnuni suðureftir eins og hann annars er vanur. Tað er ikki fyrr enn her móti endanum á søguni, at bilsni lesarin fatar hvat tað veruliga snýr seg um. Desillusioneraða søgan "Hav ein góðan dag" er fín í síni kolasvørtu og grummu sosialrealismu og yvirhøvur liggur óvanliga væl fyri hjá høvundanum at finna góð evni at skriva um. Í In mente seinast greiddi Sólrún Michelsen frá, at fyri hana kennist tað eins og hugskotini dala niður av himni. í einum støðugum streymi og tað er jú frálíkt. "Mamman" er frásagnarliga sera væl eydnað, tí at høvundurin her torir at lata lesaran sjálvan hugsa. Tað er ov mikið av teimum søgunum, har møsn og klichéer kappast við myndamáli, eins ovurtýðuligt og í myndunum hjá Sigrun Gunnarsdóttir. Onkursvegna doyr listin, tá hon verður skorin út í papp. Í nevndu søguni lesa vit tankarnar hjá mammuni, sum sitir á sandinum og eygleiðir børnini spæla. Hon hugsar um pápan og vit skilja á øllum brøgdum, at hon hevur verið ígjøgnum okkurt keðiligt og vit gleðast við mammuni um, at børnini hava tað gott, men brádliga hvørvur sandurin sum ein hvørvisjón og mamman fær eina tablett av sova av. Vit vistu ikki betri enn at tað, sum verður sagt, veruliga var satt og her stingur klassiskt modernistiski spurningurin seg upp, hvørt tað yvirhøvur er nakað, sum passar í einari fiktivari søgu. Kanska er hugaliga útsýnið av børnunum bert ein ímynd og her bryggjar lesarin sjálvur víðari uppá søguna og hvat tað er, sum í veruleikanum man vera hent.

Í útvarpinum tosa eg og Carli eitt sindur upp í saman um vantandi forlagsmedvit, meðan Kiesemeyer, tann ediliga kettan hevur lagt seg beint framman fyri mær. Hon snorksvevur og kundi ikki lagt minni í henda góða mentanartátt í útvarpinum. Eg leggi hinvegin nógv í In mente og fegnist veruliga um, at tað viku eftir viku eydnast hjá Suna Merkistein at finna áhugaverd evni og tilfar til sendingarnar og eg má siga sum er, at tað er ótrúligt sum Suni dugir at spyrja, eisini tá tú tíggju minuttir í afturlatingartíð hugsar við tær sjálvum, at nú man hvør steinur vera vendur. Nógv av orðaskiftunum verða jú varpað beinleiðis út. Mær dámar sera væl at lurta eftir sendingini, sum hevur allar teir góðu fyrimunirnar, sum gott útvarp hevur og sum t.d. hevur við sær, at tað ber til at rudda meðan mann lurtar. Og onkuntíð, tá tú t.d. ert ósamd við tí, ið verður sagt, verður ruddingin so vælsignað effektiv.

Men at lurta eftir sær sjálvum er sum sagt sera óstuttligt. Eg hoyri meg sjálva siga, at fyrsta søgan í savninum er triviallitterer og Carl Jóhan tekur undir við mær, at hon er sera slættlig. Eg samanberi við danskar bókmentir, meðan Carl Jóhan kemur í tankar um ein íslendskan høvund ella tveir. Fyri uttan, at vit soleiðis landafrøðiliga eru á ymiskari leið, ljóða vit at vera sera samd annars, Carl Jóhan og eg, men soleiðis er tað ofta, tá tosað verður um bøkur í studio 2 og 5. Góða summarfrítíð Suni Merkistein og allir ummælarar, viðmerkjarar, listafólk og mentafólk. Takk fyri hesa ferð. Eg gleði meg til heystið, tá In mente byrjar aftur.
(KP)